NSÍ fær vitjan av TB skírisdag, og tað er ein dystur, ið runavíkingar skulu vinna. Ger teir tað, eru teir víðari, og kunnu taka sær av løttum seinasta dystin ímóti arvafíggindum av Toftum annan páskadag [...] hava verið, og tí eru fleiri av feløgunum, ið góðar vónir vórðu settar til undan kappingin, í trongum skóm, áðrenn seinastu tvey umførini. Leikluturin hjá TB, AB og Skála er av í steypakappingini á hesum [...] fram. FS Vágar møtir B68 skírisdag, og dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini, tí vinnarin av tí dystinum kemur at standa væl, áðrenn dystirnar annan páskadag. Steypavinnararnir úr Runavík liggja
Luttakararnir Á sangløtuni fara sjey bólkar at luttaka: Salt, kvinnubólkur av Toftum, tveir ungdómsbólkar av Toftum, Tausen systkini av Toftum, Dupult kvartettin í Ebenezer og Tripletrio úr Ebenezer. Tá ið so nógvir [...] síðani varð fløgan Vit eru glað útgivin. Oddmar og Anita Tausen vóru útgevarar. Fleiri av sangarunum vóru av Toftum. Talan er um ungdómar, sum eru millum 14 og 20 ára gamlir. Á sangsamkomuni leygarkvøldið fara [...] eru ein av teimum trimum stóru hátíðunum í kristna heiminum. Í Føroyum sæst hetta aftur í, at nógv verður gjørt burturúr í kirkjum og samkomum. Vit hava í bløðunum seinastu dagarnar nevnt fleiri av tiltøkunum
10. apríl Ingibjørg Nielsen, fødd Kruse, Tórshavn, ættað av Eiði, 84 ár. Nanna Elisabeth Olsen, fødd Højgaard, á Hellu á Toftum, 86 ár. 11. apríl Jørgin Hansen, Glyvrar, 64 ár. 12. apríl Simona Johanna
nógv og gott. Tey eru løtt upp á sporið, og tey síggjast ofta ganga túrar. Heimið hevur verið eyðkent av gestablídni og gudsótta, og tey eru mong, sum dagliga detta inn á gólvið, og njóta ein góðan drekkamunn [...] eiga tvær døtrar. Lydia, sum er frisør og litráðgevi, er gift við Meinhardi Petersen, sum er annar av skiparunum á Norrønu. Hann er klaksvíkingur. Tey eiga fýra børn og búgva í Klaksvík. Lena, sum er [...] Lena og familjan heima í Klaksvík. Elin, sum er fødd í 1929, er dóttur Jógvan Edvard Lydersen, sum var av Viðareiði, og Lenu, fødd Steffensen, úr Árnafirði. Tey giftust í 1925 og fluttu árið eftir úr Árnafirði
trúboðara, og streingjakórið av Tvøroyri luttekur. 2. páskadag kl. 18.00 verður møti við Niels J. Nielsen, trúboðara, og kór úr Porkeri luttekur. Frelsunarherurin, Vági Vitjan av majorunum Knut og Inger Ytterdal [...] verður máltíð í høllini. Páskastevnan hjá Heimamissiónini fyri Eysturoynna verður í missiónshúsinum á Toftum frá 17-21 apríl. Skírisdag 17. apríl kl. 20.00: Møti við Niels Jacob Nielsen. Glyvra streingjakór [...] Høgnesen. Effata syngur. Annan páskadag 21. apríl kl.18.00: Møti við Torleif Johannesen. Taborkórið á Toftum syngur. Innsavnan. Páskastevnan á Skála byrjar skíriskvøld kl. 18.00 og varðar øll páskini. Barnamøtir
sum eingin roknaði nakað serligt av, og hetta skuldi fyri tað mesta vísa seg at halda. Verður sæð burtur frá fyrsta dystinum, har teir gjørdu ein vørr móti B68, fekk TB av at vita mest sum hvørja ferð. Eisini [...] tryggjaðu sær fremsta plássið í bólkinum, og soleiðis kundu teir taka sær av løttum, tá teir leiktu seinasta dystin á Toftum. Tað kundu hinvegin hvørki B86 ella FS Vágar, eftir at tey høvdu leikt málleysan [...] um málverjan, men Bjarni Prior hevði helst ikki ánilsi av, hvussu góða tíð hann í veruleikanum hevði, og ístaðin smekkaði hann til við síðuna av málinum. Vóru toftamenn hepnir við einum stigi her, vóru
hevur týtt bókina til føroyskt. Útgevari er Randers Kunstmuseums Forlag. Bókin verður m.a. stuðlað av Mentunnargrunni Landsins og Føroya Sparikassa. Bókin er ein rættiligur tungvektari og lýsir Trónd bæði [...] og fram til dagin í dag. Hon viðger fyrst og fremst listina men fer eisini afturum persónin og nógv av tí hann hevur tikið við, her m.a. mongu ferðirnar saman við kenda írska rithøvundanum Tim Severin. [...] 375 kr. Bókin er longu útkomin í Danmark og hevur hon fingið mong sera positiv ummæli. ?Det er en flot opsat bog, der understreger Tróndur Paturssons storladne og unikke kunst, det berettiger ham til denne
toftakvinnur, ið drógu longsta strái. Dysturin endaði 3-2 til B68, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til GÍ. Av Toftum verður sagt, at dysturin var rótutur, og lítið skipað spæl var at síggja . Tveir útsettir dyst Eins [...] heldur óvæntað endaði dysturin við málleysum javnleiki. Úr Vágum verður sagt, at dysturin ikki var ein av teimum betru, og at langt var millum málmøguleikarnar. B36 var tættast við at ogna sær tey trý stigini [...] hevði við sær, at dysturin endaði við javnleiki. KÍ sannførandi Á Krossinum í Sumba, hevði Sumba vitjan av greipuvinnarunum úr Klaksvík. KÍ vann heili 9-0, og hevur í teimum fyrstu umførunum ikki skotið færri
Fía í Túni av Toftum er nýggjur formaður í Lymfødemfelagnum. Á aðalfundi felagsins 29. mars stóðu 2 nevndarlimir, Henny Biskopstø og Ásla Stenberg, og tiltakslimurin Minna á Hædd, fyri vali. Henny Biskopstø
gongutúrur Sunnudagin 27. apríl verður kommunumark gingið: Hundsarábotnur-Leynavatn. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.30. Gingið verður uml. 3 tímar. Havið heit og góð gonguklæði og matpakka við [...] Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. [...] Tórhild, e-mail: torhildm@post.olivant.fo Hildebjørg, tlf. 313897, e-mail: jwimport@post.olivant.fo Nakað av bókum eru til láns hjá felagnum. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn T-post: gikt@gikt