Megnar bókaverk um Trónd Patursson

Ein hin mest fjølbroytti og kendi føroyski listamaðurin gjøgnum allar tíðir man vera Tróndur Patursson. Hann hevur verið sínum verkum og sínum virksemi verið við til at seta Føroyar á heimskortið og gera oyggjarnar úti í Atlantshavi kendar úti í stóru verð. Nú er gjørt stórt bókaverk um listina og listamannin. Tað er danin, Finn Terman Fredriksen, sum hevur skrivað bókina. Hann er leiðari á Randers Kunstmuseum og høvundur at rúgvu av bókum um list.

Bøkur



Bókin er 259 blaðsíður við ikki færri enn 159 myndum. Gunnar Hoydal hevur týtt bókina til føroyskt. Útgevari er Randers Kunstmuseums Forlag. Bókin verður m.a. stuðlað av Mentunnargrunni Landsins og Føroya Sparikassa.

Bókin er ein rættiligur tungvektari og lýsir Trónd bæði sum listarmann og sum menniskja. Hon fylgir Tróndi frá tí at hann byrjaði sum listarmaður og fram til dagin í dag. Hon viðger fyrst og fremst listina men fer eisini afturum persónin og nógv av tí hann hevur tikið við, her m.a. mongu ferðirnar saman við kenda írska rithøvundanum Tim Severin.

Í sambandi við bókaútgávuna bjóðar Listasavn Føroya almenninginum inn á gólvið í dag millum kl. 18 og 20. Tróndur fer tá at signera bókina. Listasavnið bjóðar henda dagin bókina til ein serprís, 325 kr. Vanligi útsøluprísurin er 375 kr.

Bókin er longu útkomin í Danmark og hevur hon fingið mong sera positiv ummæli. ?Det er en flot opsat bog, der understreger Tróndur Paturssons storladne og unikke kunst, det berettiger ham til denne særlige opmærksomhed? skrivar listaummælarinm hjá Amtsavisen, Lisbeth Stryhn.