Mánadagin 21. apríl, sum er 2. páskadagur, hava Elin og Otto Joensen í Klaksvík verið gift í 50 ár. Tey eru bæði úr Klaksvík, og saman við so mongum øðrum hava tey verið við til at sett dám á býin í mong ár. Nú hava tey lagt formligu ábyrgdirnar frá sær, men innihaldið í gerandisdegnum er framvegis nógv og gott. Tey eru løtt upp á sporið, og tey síggjast ofta ganga túrar. Heimið hevur verið eyðkent av gestablídni og gudsótta, og tey eru mong, sum dagliga detta inn á gólvið, og njóta ein góðan drekkamunn frá Elini. Otto hevur altíð verið íðin í urtagarðinum, og tað tað sást væl í garðinum kring húsini, sum tey lótu byggja á Vágsheygnum, og sum tey hava búð í øll hesi fimmti árini.
Elin og Otto eiga tvær døtrar. Lydia, sum er frisør og litráðgevi, er gift við Meinhardi Petersen, sum er annar av skiparunum á Norrønu. Hann er klaksvíkingur. Tey eiga fýra børn og búgva í Klaksvík. Lena, sum er læraralærd, er gift við Tryggva Neshamar, sum er ættaður úr Fuglafirði og er útlærdur radiomekanikari. Tey eiga trý børn, og tey búgva í Paamiut í Grønlandi, har tey eru virkin í trúboðanarverki. Nú foreldrini halda gullbrúdleyp, eru Lena og familjan heima í Klaksvík. Elin, sum er fødd í 1929, er dóttur Jógvan Edvard Lydersen, sum var av Viðareiði, og Lenu, fødd Steffensen, úr Árnafirði. Tey giftust í 1925 og fluttu árið eftir úr Árnafirði og til Klaksvíkar, har tey settu búgv á Stongunum. Tey fingu trý børn ? Elina og Óla, sum býr í barnaheiminum. Lydia var elst. Hon doyði av sjúku bara nítjan ára gomul.
Elin var heimaarbeiðandi húsmóður, inntil døtrarnar vóru tilkomnar. Um somu tíð fóru tær tríggjar at arbeiða á Sjómansheiminum í Klaksvík, og har var Elin, inntil hon fyri fáum árum síðani legði frá sær.
Otto, sum er føddur í 1928, er sonur Armgarð og Dávur Joensen. Hon var úr Trøllagili, og hann var úr Gerðum, Har yviri, sum gerðafólk nevndu húsini, ið vóru sunnanfyri Gerðagarð. Húsini áttu Elsa Maria, sum var ættað úr Hoygarðinum á Toftum, og Ólavur Joensen ella Óli Klokkari, sum hann varð nevndur. Tey fingu seks børn. Elstur var Jógvan, sum seinni fekk sær eftirnavnið Kjølbro, og næstur var Dávur. Armgarð vaks upp hjá abba og ommu síni, Armgarð og Karl á Vágsheygnum, og tað var har, Armgarð og Dávur búsettust. Hann varð altíð nevndur Dávur úr Gerðum.
Armgarð og Dávur fingu tíggju børn: Kalla, Óli, Emma, Jóannes, Maria, John William, Hans Jákup, Assa, Otto og Levi. Emma lærdi til lækna og var í mong ár lækni í Fuglafirði. Hini búsettust øll í Klaksvík, og allir dreingirnir vórðu skipsmenn uttan Otto. Óli, Jóannes og Maria eru farin foldum frá.
Saman við beiggjanum Jógvani Kjølbro átti Dávur Stórubeding, og har fór Otto at læra jarnsmíð. Hann var blaðungur, tá ið hann gjørdist stjóri, og hann var á bedingini í næstan fjøruti ár. Síðstu árini, áðrenn hann varð pensioneraður, var Otto lærari á tekniska skúlanum í Klaksvík.
At Otto tíðliga tók við ábyrgd sást eisini í politisku leiðini hjá honum. Í 1959 kom hann í sóknarstýrið fyri Fólkaflokkin, og har var hann inntil í 1970, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Otto var formaður í sóknarstýrinum í 1962 og 1963. Tá ið kongur varð í Klaksvík í sambandi við vígsluna av Christians-kirkjuni í 1963, varð Otto heiðraður við riddarakrossinum.
Sum nevnt, so gjørdist Otto gjørdist ikki skipsmaður, men harvið er ikki sagt, at hann ikki hevur havt góðan hug og hevur góðan hug til sjógvin. Neyvan nakar man hava flotið so nógv á og út frá Borðoyarvík sum Otto umborð á Kallanesi. Hann hevur verið óførur at skjóta fugl og nísur, hann hevur verið íðin grindamaður, og hann kennir hvønn blink og hvørt mið. Í nógvum av fiskikappingunum, sum hava verið fyriskipaðar í Klaksvík, hevur Otto verið fiskikongur.
Seinast í níti árunum lutaði hann sína vitan og sítt innlit um fiskimið á kendu leiðunum við hini í bókini Søgusmettan.
2. páskadag halda Elin og Otto stóra dagin á sjómansheiminum í Klaksvík.