Stórur spenningur um páskirnar

Tað stendur nógv á hjá fleiri feløgnum, nú seinastu umførini í bólkaspælinum verða leikt. Undan dystunum um páskirnar eru níggju feløg um boðið til tey átta fjórðingfinaluplássini.

Eins og undanfarin ár er nógvur fótbóltur á skránni um páskirnar. Tvey tey seinastu umførini í í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið verða leikt um høgtíðina. Dystir eru bæði skírisdag og annan páskadag.
Undan seinastu dystunum í bólkaspælinum er stórur spenningur um hvørji lið fara at vinna seg víðari í kappingini. Fleiri óvæntaði úrslit hava verið, og tí eru fleiri av feløgunum, ið góðar vónir vórðu settar til undan kappingin, í trongum skóm, áðrenn seinastu tvey umførini.
Leikluturin hjá TB, AB og Skála er av í steypakappingini á hesum sinni, og eftir eru níggju feløg, sum kappast um átta fjórðingspláss.

Alt opið
Í bólki eitt er stórur spenningur um, hvussu trý tey fremstu liðini fara liggja eftir páskirnar. Vágamenn liggja í løtuni á triðja plássi í bólkinum, men halda teir á við spælinum seinastu umførini, er als ikki óhugsandi, at vágaliðið vinnur seg longur fram.
FS Vágar møtir B68 skírisdag, og dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini, tí vinnarin av tí dystinum kemur at standa væl, áðrenn dystirnar annan páskadag.
Steypavinnararnir úr Runavík liggja á odda í bólkinum í løtuni, og tað skal ganga rættiliga teimum illa, um teir ikki megna at koma víðari úr bólkaspælinum.
NSÍ fær vitjan av TB skírisdag, og tað er ein dystur, ið runavíkingar skulu vinna. Ger teir tað, eru teir víðari, og kunnu taka sær av løttum seinasta dystin ímóti arvafíggindum av Toftum annan páskadag

Trýstið framvegis á KÍ
Størsta vónbrotið higartil í steypakappingini hevur verið KÍ. Teir eru undir rættiliga stórum trýsti undan dystunum um páskirnar. Kravið til klaksvíkingar er full úrtøka úr báðum dystunum, um teir skulu vinna seg víðari í kappingini.
Dysturin í Klaksvík skírisdag millum KÍ og VB er lykladysturin, og har skal KÍ fáa fulla úrtøku. Kappingin um tveir teir bestu trýararnar, sum eisini sleppa víðari í kappingini, er hørð. Undan seinastu umførunum, stendur KÍ veikast í tí kappingini, men hetta kann skjótt broytast.

EB/Streymur hevur verið rættiliga sannførandi í ár, og illa skal ganga felagnum úr sundalagnum, um teir ikki vinna seg víðari. Fyri at vera heilt vísir í tí, skal EB/Streymur vinna sær eitt stig afturat, og hetta tykist ikki ein ómøgulig uppgáva.

EB/Streymur møtir AB skírisdag á Mølini, har teir kunnu tryggja sær luttøku í fjóðringsfinaluni, undan seinasta umfarinum.

Stórur spenningur
Eftir, at B36 vant burturúr gøtumonnum seinasta vikuskiftið, er stórur spenningurin komin í aftur bólk trý. Eftir dystirnar um páskirnar er ein møguleiki fyri, at GÍ, HB og B36 øll enda á tólv stigum, og so verður tað bert málmunurin, ið fer at skilja liðini.

Um hetta verður endaliga støðan, so sleppa øll trý liðini víðari til fjórðingsfinalurnar. HB og GÍ hittast í Gundadali skírisdag, og verður ein vinnari av tí dystinum, so sleppur tað liðið víðari, meðan taparin skal hava úrtøku annan páskadag.

Kravið hjá B36 er einfalt, teir skulu í minsta lagi hava trý stig- helst fýra, fyri at við vissu at sleppa víðari. Teir skulu inn á Skála skírisdag, og tað er ongin lættur dystur. Í fjør endaði dysturin millum Skála og B36 á Skála við javnleiki, og hesum ynskja havnarmenninir neyvan eina endurtøku av.

Annan páskadag er aftur grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36, og har kann alt henda.