PÁSKASTEVNA
Páskirnar eru ein av teimum trimum stóru hátíðunum í kristna heiminum. Í Føroyum sæst hetta aftur í, at nógv verður gjørt burturúr í kirkjum og samkomum.
Vit hava í bløðunum seinastu dagarnar nevnt fleiri av tiltøkunum, sum verða á skránni.
Brøðrasamkomurnar kring Skálafjørðin bjóða til samfelagsstevnu á páskum. Tað eru samkomur á Skála, í Søldarfirði, í Saltangará og á Toftum. Samkomurnar eru felags um at skipa fyri. Skírisdag og langa fríggjadag verða samkomur í Nerija á Skála, og páskaaftan og páskadagarnar fer tað mesta at ganga fyri seg í ítróttarhøllini í Runavík. Har verða fundir leygarkvøldið klokkan átta, páskadag klokkan 18 og 2. páskadag klokkan 16 og 19. 2. páskadag bjóða samkomurnar øllum teimum, sum møta upp, eina máltíð ímillum teir báðar fundirnar. Umframt felagssang verður á øllum fundunum eykasangur. Eitt nú skal sangkórið í Siloa í Fuglafirði, sum hevur manning úr fleiri plássum í Eysturoy, syngja 2. páskadag.
Serlig tiltøk vera fyri børn og ung. Páskaaftan verður barnamøti í høllini, har søga, sangur og drama verður á skránni, og sunnudagsskúli verður í Berøa páskadag. Langa fríggjakvøld og páskakvøld eru serlig tiltøk fyri ung á skránni í Berøa.
Í ítróttarhølini í Runavík verður høvi at keypa góðan kristiligan lesna. Tað er bókasølan Logos í Havn, sum fer at hava eitt bókaborð á stevnuni.
Felagssangurin
Leygarkvøldið klokkan tíggju verður serligt sangtiltak á skránni, sum er ætlað øllum ættarliðunum.
? At tað verður sagt, at summi tiltøk eru fyri børn og onnur fyri ung ber ikki boð um, at øll ikki eru væl komin. Heldur vil tað siga, at skráin serliga er løgd av teimum ungu, og at hon er rættað ímóti hesum bólkunum, men sjálvandi eru øll vælkomin, siga fyrireikararnir.
Fyri tveimum árum síðani var skipað fyri sangløtu við fjølbroyttum sangi og tónleiki páskaaftan í ítróttarhøllini í Runavík.
? Tiltakið varð sera væl fagnað. Fjøldin, sum møtti upp, var rættuliga stór. Tá vóru tað fleiri, sum søgdu seg sakna, at møguleiki var at syngja við. Roknað verður við, at tiltakið, sum verður klokkan tíggju páskaaftan, fer at vera einar tveir tímar, og ætlanin er, at umleið ein hálvur tími skal brúkast til felagssang, siga fyrireikararnir.
Sangúrvalið verður bæði sangir, sum serliga tey ungu plaga at syngja, og so teir góðu gomlu sálmarnir, verður sagt. Bæði ungfólk og meiri tilkomin fara at leiða felagssangin, og nógv verður gjørt burturúr fjølbroyttum undirspæli.
Luttakararnir
Á sangløtuni fara sjey bólkar at luttaka: Salt, kvinnubólkur av Toftum, tveir ungdómsbólkar av Toftum, Tausen systkini av Toftum, Dupult kvartettin í Ebenezer og Tripletrio úr Ebenezer.
Tá ið so nógvir ymiskir bólkar eru við, og tá ið ætlanin er at hava nógvan felagssang og tíðarkarmurin er umleið tveir tímar, so sigur tað seg sjálvt, at íkastið hjá hvørjum einstøkum verður avmarkað. Summir bólkar fara at syngja ein og tveir sangir, og aðrir fara at syngja einar fðra sangir. Ætlanin er, at øll tey, sum skulu luttaka, skulu sita á pallinum og harvið vera við til at stuðla felagssanginum, verður sagt av Skálafjørðinum.
Sangbólkurin Salt er serligur á tann hátt, at tey ofta framføra uttan undirspæl. Soleiðis verður tað eisini leygarkvøldið. Tað kann kanska roknast við, at tey eru hampuliga væl fyri, tí tey fyrireika seg til konsertferð. Um góðar tvær vikur skulu tey til Skotlands at luttaka í stórum sangtiltaki í Fraserburg. Dupult kvartettin og Triple trio í Ebenezer hava áður tikið lut í hesum árliga afturvendandi tiltakinum. Sambandið úr Fraserburg og til Føroya kemst upprunaliga frá tí, tá ið skotar fyri mongum árum síðani fiskaðu við sluppum undir Føroyum og plagdu at vera á møti hjá samkomunum, eitt nú í Vági.
Dupultkvartettin og Tripletrio í Ebenezer eru í holtur við at fyrireika ferð til Onglands. Frá 15. og til 19. mai skulu tey syngja á Gospel Music Convention í Whitby í Yorkshire. Har hava tey sungið tvær ferðir áður. Á stevnuni, sum hvørt kvøldið savnar eini 700 fólk, skulu tey syngja saman við bólkum úr t. d. Onglandi, Írlandi og eisini USA. Í væl umtóktu Bill Gaider sendingunum, sum eru at síggja í sjónvarpinum, luttaka fleiri, sum Dupultkvartettin og Tripletrio hava sungið saman við í Onglandi.
Tausen systkini á Toftum eru Oddmar, Jaspur og Olivia. Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til teirra trio seinnu árini. Men nú eru Jaspur og Oliva flutt úr Danmark og aftur til Toftir, og nú fara tey trð at syngja saman aftur.
Kvinnubólkurin á Toftum hevur sungið tey seinnu árini. Umframt á Toftum hava tær eisini sungið í fleiri øðrum samkomum.
Fyri tveimum árum síðani varð fløgan Vit eru glað útgivin. Oddmar og Anita Tausen vóru útgevarar. Fleiri av sangarunum vóru av Toftum. Talan er um ungdómar, sum eru millum 14 og 20 ára gamlir. Á sangsamkomuni leygarkvøldið fara tey at manna tveir sangbólkar.
? Gleðiboðskapurin fer á samkomuni at verða boðaður ígjøgnum sangin, sum øll ættarliðini kunnu savnast um, siga tey av Skálafjørðinum, sum vænta nógv fólk og ætla at byrja stundisliga.