beinleiðis bangnir fyri trýstinum, sum nú er á teimum. Hóast menn sum Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni hava roynt eitt sindur av hvørjum á fótbóltsvøllinum, so vístu hesir seg als ikki [...] tá árstalsfelagið fekk hol á, var tað ein av lokalu hetjunum, sum var høvuðsmaður. Jákup á Borg snaraði hegnisliga mótstøðumann av sær, tá hann tók ímóti bóltinum stutt inni á KÍ-hálvuni. Næsti maðurin [...] píska trúnna upp á sigurin inn í viðspælararnar, men onkursvegna forplantaði hetta seg ongantíð. Fyrstu løtuna var avrikið hjá B36 kanska heldur ikki so øgiliga sannførandi, men tað sást á øllum brøgdum,
verður pápi mín 70 ár. At halda skil á áratali er ikki nøkur rakett-vísund, men alíkavæl kemur dagurin í dag óvart á meg. Eg síggi fyri mær henda mann, sum er so lættur á fóti og í sinni, og tykist hann heldur [...] minnist aftur á nógv ymisk fólk, sum hava sitið til borðs í heiminum. Kanska varð dekkað eyka upp, tí ein eingil kundi koma á vitjan, sum tikið var til. Men nú eg hugsi um tað, hava nógv verið á vitjan hjá [...] Havnini eftir 2. veraldarbardaga og hevur upplivað broytingarnar øll hesi árini. Av og á sigur hann frá onkrum løtum á leiðini og vísir bíløt, sum hann hevur tikið. Og tú fært eina kenslu av gomlu sjarmerandi
Bárður á Lakjuni var útsettur fyri í 1. hálvleiki), men dysturin útviklaði seg ikki til at vera óhampuligur. Hóast NSÍ flutti Dánial Hansen úr miðverjuni og fram á miðvøllin, tá teir vóru fleiri á vøllinum [...] komu, og tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri síðstu ferð var tað sjónskt, at fuglfirðingar meiri ella minni kendu tað sum um teir høvdu vunnið javnleikin ? hin sjeynda í ár ? meðan teir á heimaliðnum meiri [...] megnaði heldur ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar, men Bárður á Lakjuni, sum aftur hesa ferð var besti maður hjá fuglfirðingum, fer at minnast leingi til møguleikan, sum hann fekk, tá tað
góða lýsing av Paulivari, har hann vísti á henda læraran, ið segði tað honum lá á hjarta á tí rætta staðnum. Sum nýggjur skúlastjóri, hevði Natti funnist at lærara á lærarastovuni fyri eitthvørt. Seinni um [...] í Danmark. Paulivar er ein stillførur maður, ger lítið burtur úr sær, men fær ein hóp nógv á skafti. Lærarayrkið hevur hann røkt væl og virðiliga. Hann hevði tak á sínum næmingum, hevði nógv at geva teimum [...] tú hevði upp á hjarta, og ikki borið tað fram, meðan allir starvsfelagar hansara lýddu á«. Natti, ið vísti stórsinni, gav Paulivari fullan rætt og takkaði fyri ráðini, hann hevði fingið. Á jú, soleiðis
móti Suðuroynni. Á sjúkahúsinum á Tvøroyri varð John kannaður, og morgunin eftir varð hann lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum. Hetta var gjørt fyri at fáa brotini í kjálkunum upp á pláss aftur. ? Eg [...] tí síðuni, sum John stóð, fór skeivur á dekkinum, tí skipið vendi sær eitt sindur í sjónum. ? Eg eigi ikki at fara út á trolbanan, men bíða til veirurin kemur upp á pláss aftur. Tað hevði eg ikki tol til [...] verið farin út á trolbanan. Andlitið á John er framvegis hovið og merkt av ógvusliga stoytinum, og hóast hann fær illa smílst orsaka av nógvu brotunum í kjálkanum, so er hann ein fegin maður. ? Veirurin rakti
hvalbingar vóru, tó uttan at vita av hvørjum øðrum, á veg av Tvøroyri til Hvalbiar, tá ódnarveðrið brast á. Annar, Thomas Pauli Thomsen, Palli á Brekkuni, úr Nesi, bar ikki boð í bý, men hin, Jóan Jacob [...] dugdi væl at skyna á veðri og tók fyrilit fyri umstøðunum, so fiskurin loyptist ongantíð. Hann lat tey ikki breiða á svartari hellu í skarpari sól. Hann brúkti barometrið og roðan á luftini at meta seg [...] Oyndfjarðarbáturin var tá rikin yvir móti Viðareiðishellu, og bert ein maður var eftir á kjøli, og var hetta Hendrik á Kinn. Teir sum umkomust vóru Karl í Hálvmørk, Sofus Rinkustein og Hendrik í
sjálvar. Maðurin fortelur, at hann hevur eisini verið úti á vegnum at tikið ein mann upp, tí hann lá avdottin - hálvur á gongubreytini, hálvur á vegnum. Summir av avdotnu monnunum vóru ikki so lættir at [...] skuldu taka sær av hesum uppgávunum. Settu ágangandi mann inn á Herbergið Magni Højgaard starvaðist í fleiri ár á Bláa krossi sum leiðari á sosialu eindini. Hann sigur, at tað var ikki ein trupulleiki, [...] manninum. Tá vóru fleiri fólk komin aftrat á vegnum, og teirra millum var eisini ein lækni, sum fekk hugt eftir manninum. Helena Heðinsdóttir Jørgensen var á veg til arbeiðis, tá hendingin fór fram. Hon
valevnir Finnboga upp á tjóðveldislistan, og varð hann valdur bert 23 ára gamal. Kaga vit í tingtíðini frá 1966 og árini frameftir, so ansa vit skjótt eftir, at hesin ungi maður hevði nógv upp á hjarta. Uppskotini [...] Í 1970 kom undirritaði á ting og fekk m.a. eitt sera gott samstarv við Finnboga Isaksen, sum hann tá æt. Hann var gløggur og skilagóður, var góður í ráðum. Legði altíð dent á, at teir nýggju tingmenninir [...] andstøðu. Hann var tingmaðurin, ið allir tingmen lýddu á, tá hann tók orðið. Hann hevði orðið í síni makt, var so greiður í orð og talu, at øll, ið lýddu á, skiltu hann. Hann dugdi somuleiðis væl at lurta eftir
gjørdist hon varaálitisfólk. Ingrið kom á Landsbókasavnið at arbeiða í 1990. Fyrstu tíðina var hon á verkstaðnum og hjálpti til við at plasta bøkur og seta floksmerki á tær. Seinni kom hon at arbeiða í av [...] og hendingaríku útferðina á Suðurlandinum í Íslandi í mai 2007, har bæði Ingrið og maður hennara, Jóhan Pauli, vóru við til at gera ferðina til eitt ógloymandi upplivilsi. Á Landsbókasavninum er saknurin [...] evni til at skyna á rættvísum og órættvísum. Hon duldi heldur ongantíð fyri, at hennara samhugur altíð var hjá tí ella teimum, sum ikki við egnari hjálp megna at lívbjarga sær ella á annan hátt eru sperd
ætlað at fingið fatur á fílum og mappum við sera týðandi upplýsingum haðani. Hetta skuldi verða gjørt umvegis ein eksternan harðdisk, sum eitt av starvsfólkunum – ein 17 ára gamal maður – sum arbeiddi í fyritøkuni [...] proseduru millum annað á, at eingin ivi var um, at fyrrverandi stjórin hevði ætlað sær atgongd til upplýsingarnar frá fyritøkuni, - ella »uberettiget adgang« til hesar, sum tað eitur á rættarmáli. Til tess [...] tess at fáa fatur á hesum upplýsingum, hevði hann brúkt tann 17 ára gamla mannin sum eitt »villigt redskab« at seta harðdiskin til servaran á fyritøkuni, soleiðis at hesin kundi kopiera hesar virðismiklu