Minningarorð um Ingrið Hammer

Fødd 4. desember 1959 Deyð 30. juli 2009

Tað vóru tung boð at fáa um, at kæri starvsfelagi okkara, Ingrið Hammer, var farin. Væl vistu vit, at Ingrið stríddist ímóti herviligari sjúku, men at tað skuldi ganga so skjótt frá tí, at Ingrið gjørdist sjúk, til hon noyddist at enda sín lívsróður, vardi ongan av okkum. Tað er framvegis so óveruligt og kennist heilt rangvørgt, at Ingrið, álitið í avgreiðsluni, ikki longur er ímillum okkum. Ja, tað gongur ikki dagur uttan, at vit lyfta hornið fyri at ringja til Ingrið í avgreiðsluni at fáa svar um eitthvørt, sum hon beinanvegin hevði svarað, men verða sligin um koll av teirri tungu og sorgarfullu sannroynd, at Ingrið ikki longur er her at svara.


Tí Ingrið visti alt tað, okkum tørvaði at vita. Men umframt hesa stóru vitan, sum Ingrið tók við sær, nú hon alt ov tíðliga fór, fylti hon eisini í aðramátar so ómetaliga nógv á okkara arbeiðsplássi, við sínum lætta lyndi, skemtingarsemi og ótilgjørdu stóru persónligheit.

Ingrið ræddist ikki fyri at siga bart út tað, sum sigast skuldi, og hon hevði eini serliga fín evni til at skyna á rættvísum og órættvísum. Hon duldi heldur ongantíð fyri, at hennara samhugur altíð var hjá tí ella teimum, sum ikki við egnari hjálp megna at lívbjarga sær ella á annan hátt eru sperd. So kundu bøkur vera bøkur og mentan vera mentan, so galið tað vildi. Og júst hetta, hendan eginleika, sum als ikki er so sjálvsagdur, sum hann tóktist at vera, tá ið Ingrið segði sína hugsan, vóru vit mong, sum hámettu hana fyri. Tí var tað eisini so sjálvsagt, at hon í mong ár varð vald sum álitisfólk. Og seinni – tá hon hevði verið í ommufarloyvi hjá ommubarninum – gjørdist hon varaálitisfólk.


Ingrið kom á Landsbókasavnið at arbeiða í 1990. Fyrstu tíðina var hon á verkstaðnum og hjálpti til við at plasta bøkur og seta floksmerki á tær. Seinni kom hon at arbeiða í avgreiðsluni burturav, har hon sum bindilið millum allar funktiónir á stovninum gjørdist miðdepil fyri øll.


Ofta hoyrdist láturin hjá Ingrið um alt bókasavnið. Tað besta, hon visti, var, tá ið hennara børn stukku inn á gólvið, og tað var ikki so sjáldan, tíbetur. Tá fyltist húsið við gleði og kæti, sum beinanvegin smittaði øll, sum vóru í nánd. Ingrið fylgdi væl við í øllum, sum børnini og seinni ommubørnini tókust við, og hon segði ofta okkum starvsfeløgum frá, hvussu nógv hon gleddi seg at fara til eitt nú hondbólt, konsertir og sjónleik við børnunum, ella tá børnini sjálvi framførdu og spældu.


Ingrið var eitt satt familjumenniskja, bæði tá hon var til arbeiðis og heima. Eins og hon fjálgaði um heim sítt og síni kæru, soleiðis fjálgaði hon eisini um okkum, sínar starvsfelagar. Ofta hevði hon heimabakaða køku við, ikki bara aftan á føðingardagar í familjuni, men eisini, tá hon knappliga fekk hug til at fjálga um. Soleiðis var Ingrið. Og eini serlig evni hevði hon at pynta, eitt nú tá jólaborðhald var á skránni; tá pyntaði hon, sum var hon heima hjá sær sjálvari. Sjálvandi stóð Ingrið eisini í fremstu røð, tá ið tær árligu starvfólkaútferðirnar stóðu fyri durum, og serliga væl minnast vit væl eydnaðu og hendingaríku útferðina á Suðurlandinum í Íslandi í mai 2007, har bæði Ingrið og maður hennara, Jóhan Pauli, vóru við til at gera ferðina til eitt ógloymandi upplivilsi. 


Á Landsbókasavninum er saknurin eftir Ingrið stórur, men enn størri kennist hann eyðvitað hjá tykkum, ið stóðu henni nærmast, manninum, børnunum og ommubørnunum. Tit skulu vita, at okkara tankar eru hjá tykkum, og at tit altíð fara at eiga vinir í okkum starvsfeløgum her á Landsbókasavninum.


Hóast sagt verður, at kvinna kemur í kvinnu stað, verður tað sera ringt at fylla aftur rúmið eftir Ingrið Hammer. Friður veri minnið um hana.


Starvsfelagarnir á Føroya Landsbókasavni