Fótbóltur
Stóra søgan undan dystinum sunnudagin var, at Christian Restorff Mouritsen loksins kundi rópa seg B36’ara. Ein søga, sum eisini er at lesa aðra staðni á hesum síðum.
Men dysturin sjálvur snúði seg um meira enn bert tann eina spælaran. Hóast talan »bara« var um sjeynda seinasta umfarið av ársins Vodafone-útgávu, so var talan næstan um eina finalu í niðurflytingarstríðnum.
Stolta søgan hjá B36 og KÍ hevur munað lítið í ár, og bæði liðini hava seinastu vikurnar kappast um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuni.
Í tí dystinum hevur B36 alla tíðina hildið seg omanfyri, og tað gjørdu teir eisini sunnudagin. Og veruleikin var, at KÍ ongan tíð av álvara tóktist at vera í nær námind eini bjargingarætlan í botnbrakinum.
Bangnir gestir
Fremsta orsøkin til hetta var, at bláu spælararnir tóktust beinleiðis bangnir fyri trýstinum, sum nú er á teimum. Hóast menn sum Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni hava roynt eitt sindur av hvørjum á fótbóltsvøllinum, so vístu hesir seg als ikki sum menninir, ið skuldu draga KÍ upp um niðurflytingarstrikuna.
Todi Jónsson sýndi hinvegin nakrar ferðirnar, at hann framvegis er ein hóttan fyri flestu føroysku verjurnar. Og eisini royndi hann at vera maðurin, sum kundi píska trúnna upp á sigurin inn í viðspælararnar, men onkursvegna forplantaði hetta seg ongantíð.
Fyrstu løtuna var avrikið hjá B36 kanska heldur ikki so øgiliga sannførandi, men tað sást á øllum brøgdum, at teir høvdu viljan til at vinna dystin. Mest sum allir 50/50 bóltar endaðu hjá teimum hvítu, og í vinstra borði var fleiri ferðir nær við, at Christian Mouritsen skapti vandastøður.
Men tá árstalsfelagið fekk hol á, var tað ein av lokalu hetjunum, sum var høvuðsmaður. Jákup á Borg snaraði hegnisliga mótstøðumann av sær, tá hann tók ímóti bóltinum stutt inni á KÍ-hálvuni. Næsti maðurin var skjótt sneiddur av, og tá triði verjuspælarin bakkaði, sparkaði Jákup eitt kontrollerað ristspark yvir í handara síðunet uttan at navnin í KÍ-málinum hevði nakran møguleika at gera nakað sum helst.
Bíðaðu eftir Toda
Og so var tað mest sum liðugt við KÍ.
Hóast 1-0 helt sær í góðar 40 minuttir, so var tað alla tíðina rættiliga ósannlíkt, at klaksvíkingarnir skuldu vinna seg upp á javnt. Næst vóru teir við, tá Kristoffur Jakobsen hálvfluktaði úr 20 metrum, eftir at Páll Klettskarð sera hegnisliga hevði snýtt seg ígjøgnum í høgru, men í aðrar mátar tóktist tað, sum bíðaðu 10 KÍ’arar eftir, at veteranurin við 11-talinum í álopinum skuldi taka sær av paragraffunum.
B36 økti til 2-0 á tímanum, tá frísparksroynd frá Róaldi Jacobsen varð avrættað og sníkti seg inn um stólparótina, og tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at KÍ aftur kom við.
Tá fluttu gestirnir nógv fólk fram, men framvegis var tað Todi Jónsson, sum var nærmast við at skora. Men hann var hálvan annan sentimetur ov stuttur, tá hann skuldi stýri innleggi úr høgru í kassan, og tríggjar minuttir leiklok brast bólturin í stólpan, tá hann var fyrstur á leysum bólti eftir miseydnaða frísparksroynd inni í B36-brotsteiginum.
Og so kundi Bergur Midjord staðfesta sigurin, tá hann varð spældur púrasta blankur av Jákupi á Borg, sum helst var dagsins maður á vøllinum.
Bara Todi er ov lítið
Fagnaðurin var stórur hjá B36, sum vann sær nakað av luft í niðurflytingarstríðnum.
Hjá KÍ dragast myrkju skýggini hinvegin alt meira saman. Tað varð sagt í summar, at Todi skuldi heim at bjarga KÍ. Tað hevur veteranurin ikki megnað enn, men sunnudagin var tað so ikki, tí at hansara partur lá eftir. Men skal KÍ vinna á vandanum, er alneyðugt, at allir hinir eisini vísa sama vilja at stríðast.