Føroya Rættur: Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku viðgjørdi rætturin eitt mál um vinnustuldur.
Sambært ákæruritinum, hevur ein fyrrverandi stjóri í lýsingarfyritøkuni Team 85 ætlað at fingið fatur á fílum og mappum við sera týðandi upplýsingum haðani.
Hetta skuldi verða gjørt umvegis ein eksternan harðdisk, sum eitt av starvsfólkunum – ein 17 ára gamal maður – sum arbeiddi í fyritøkuni skuldi seta til servara teirra. Gerðin varð avdúkað, og báðir menninir nú skuldsettir fyri vinnustuldur.
Fyrrverandi stjórin vísti á, at hann hevði keypt henda harðdiskin, men hann hevði ongatíð ætlað at stjala upplýsingar frá Team 85. Hann hevði hinvegin biðið unga mannin um at kopiera filmar fyri seg heima við hús, og altso ikki virðismiklar fílur og mappur frá fyritøkuni.
Eftir drúgvu avhoyringarnar var proseduran fyrrapartin fríggjadagin, og tá hon var liðug boðaði dómarin frá, at dómurin í málinum verður feldur komandi fríggjadag.
»Uberettiget adgang«
Ákærin vísti í síni proseduru millum annað á, at eingin ivi var um, at fyrrverandi stjórin hevði ætlað sær atgongd til upplýsingarnar frá fyritøkuni, - ella »uberettiget adgang« til hesar, sum tað eitur á rættarmáli.
Til tess at fáa fatur á hesum upplýsingum, hevði hann brúkt tann 17 ára gamla mannin sum eitt »villigt redskab« at seta harðdiskin til servaran á fyritøkuni, soleiðis at hesin kundi kopiera hesar virðismiklu upplýsingarnar um framleiðslur, kundar og ætlanir hjá fyritøkuni.
Hann vísti á, at endamálið og motivið var at gera tað lættari hjá fyrrverandi stjóranum at kunna byrja nýtt virksemi aftur innan hesa vinnugreinina. Men, sum greitt varð frá í blaðnum fríggjadagin, varð ætlanin avdúkað og maðurin ákærdur fyri ídnaðarnjósning.
- Fyrrverandi stjórin var greiður yvir, hvar upplýsingarnir lógu, men tá hann ikki longur hevði nakað við fyritøkuna at gera, má hetta roknast sum »uberettiget adgang«, segði ákærin.
Hann vísti til tvær greinar í donsku revsilógini, har spurningurin um revsingina fyri vinnustuldur verður umrøddur.
Hvørja grein, ið dómur skal fellast eftir, verður upp til dómarin at avgera hesar komandi dagarnar, men hann kann fáa upp í seks mánaðar treytaða fongsulsrevsing. Ákærin metti eisini, at tann ungi maðurin skuldi fáa linastu revsing – tað er: treytaðan dóm uttan nakra ávísa revsing.
Eingin gangstari
Danski verjin hjá fyrrverandi stjóranum vísti í sínum innleggi hinvegin á, at her vóru ikki nóg góð prógv fyri teim skuldsetingum, sum ákærin hevði ført fram. Í øllum førum var hetta ikki nóg mikið til at fáa hann dømdan fyri vinnustuldur.
At fyrrverandi stjórin skuldi havt áhuga í hesum upplýsingum bygdi, eftir hansara meting uppá gitingar og uttan haldgóð prógv. Hann vísti á, at fyrrverandi stjórin, tá stuldurin fór fram, var í ferð við at fyrireika seg til eina útbúgving sum flogskipari. Tí var einki sum bendi á, at hann yvirhøvur hevði nakran áhuga í at fáa hendur á fílunum og mappunum hjá Team 85.
Av øðrum týðandi viðurskiftum í verjuni av tí ákærda varð víst á, at upplýsingar um ætlanina við vinnustuldrinum vóru bert komnir frá fólki við tilknýti til fyritøkuna. Dentur varð lagdur á, at ein slík hugsan, at ogna sær upplýsingar frá fyrrverandi arbeiðsplássi sínum, lá rættiliga langt burtur frá natúru hansara.
Hann kravdi tí frídøming fyri fyrrverandi stjóran, og tað gjørdi verjin hjá unga manninum eisini, tí, sum hann vísti á: - Ákæran er bæði ógreið, tvítýdd og óviss.
Tann tá 17 ára gamli maðurin hevði ikki hugsað um avleiðingarnar av gerð síni, og var heldur ikki vitandi um at tað var galið. Hann var eingin »hårdhudet gangster«, og tí var rættast at ákæran fall burtur, eins og núverandi stjórin í fyritøkuni hevði ynskt.
Verjarnir hjá fyrrverandi stjóranum og unga manninum kravdu frídøming. Og báðir teir ákærdu nokta seg eisini sekar í ákæruni.