hvønn einstakan, hvat honum dámar betri, sigur Jacob Sparre Andersen, sum er edv-maður á kjarnorkuroyndarstøðini í Risø á Sjællandi, har Linux eisini verður brúkt. Nógv brúkt Linux er eitt nógv brúkt forrit [...] eisini ætlanir um at gera eitt Linux laboratorium á skúlanum, sum næmingarnir kunnu arbeiða við. Føroyskt brúkarafelag Í dag verður eitt Linux brúkarafelag sett á stovn í Føroyum, og endamálið er at geva fleiri [...] trupulleikum. Jacob Sparre Andersen skal verða við á stovnandi fundinum í dag, sum verður fyri innboðin, og hann er limur í einum Linux brúkarafelag á Sjællandi, ið er eitt tað størsta brúkarafelagið í
verður settur aftur á vongverjan, at Pól Thorsteinsson verður settur inn í miðverjuna (síðst røkti hann seruppgávu í høgra borði), og at Jens Kristian Hansen verður fluttur fram á verjukenda miðvallaraplássi [...] settur í hetta plássið. Síðst var Uni Arge fremsti maður, meðan John Petersen var aftanfyri hann. Báðir arbeiddu sum úlvar. John Petersen verður heilt víst á liðnum, og tað er ikki sannlíkt, at Uni Arge verður [...] Danmark. Allan Simonsen hevur hugt at tí dystinum, og sjálvt um hann veit, at Kekkia ikki fer at spæla á sama hátt móti Føroyum, sum teir spældu móti Danmark, so heldur hann, at avrikið í venjingardystinum
at vit høvdu líka góða gardering á øllum hinum tíggju plássunum á liðnum, sum vit hava á málverjuplássinum, sigur landsliðsvenjarin, sum ikki ætlar at seta liðið fyrrenn á taktikkfundinum. ? Men áður hevur [...] at vera millum teir bestu málverjarnar, og í steypafinaluni síðsta sunnudag var hann kosin besti maður á vølli. Jákup Mikkelsen verður av teimum, sum fylgja væl við í donskum fótbólti, mettur at teljast [...] Russland vitjaði á Svangaskarði fyri trimum árum síðani, var stórur spenningur um, hvør fór at verja málið. Jákup Mikkelsen var stutt frammanundan kosin besti málverji í Danmark trý vikuskifti á rað, men tá
heimaliðið seg á odda. Eftir nakað av trunkaspæli endaði bólturin hjá Áslakki Petersen, sum var knappur og skeyt bóltin í málið hjá Dejan Milanovic. Áslakkur var ein av teimum frægastu spælarunum á ÍF-liðnum [...] hvørjari takkling. Serliga var tað samanspælið millum hann og Bárð á Lakjuni, sum riggaði sera væl í fyrra hálvleiki. Áslakkur vann fleiri bóltar á miðjuni og sendi teir skilagott frá sær, men Bárður hevði ikki [...] hjá NSÍ. Í Fuglafirði sást eisini, at hvørjaferð Jónstein fór fram við bóltinum, var vandi á ferð, og ólag kom á ÍF-verjuna. Rættvíst úrslit 1-1 endaði dysturin, og hóast fuglfirðingar vóru misnøgdir við
Gullak Madsen úr Kvívík, Sólrun, gift við Levi á Roykheyggi úr Runavík, Bjørga, gift við Inga Jacobsen úr Svínoy, Bogi, sum doyði í ferðsluóhappi uppi á Oyggjarvegnum 9. apríl í 1974, og Ása, gift við [...] teir: Øssur Berghamar, Finnleif Durhuus, Páll á Lakjuni og Árni sjálvur. Hetta var í sekstiárunum og inn í sjeytiárini, at teir sungu seg inn í hjørtuni á mongum føroyingi. Hvør minnist ikki sangin: »Eg [...] umbyggingar. Í apríl 2000 fór Árni við konu óg dóttrini, Erlu, yvir til Manila á Filipsoyggjunum, fyri har at fara umborð á Doulos. Tey ætlaðu at vera um borð í fýra mánaðir, men tíðarskeiðið varð longt
har løgmaður, landstýrismenn, embætisfólk og umboð fyri Landsverk vóru møtt. Lítil ivi man verða um, at fólkið á eystara armi ynskir at kunna koyra beinleiðis til Havnar uttan at fara yvir á Strendur [...] Heiðar fyrst. Ein Salomonisk loysn á hesum spurningi varð eisini nevnd, tað var ein trýsporaður vegur til Havnar við tveysporaðari uppkoyring til eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. Hendan loysn minkar [...] flótandi eindir inn á fjørðin. Síðst men ikki minst kemur ein brúgv at verða áloypandi í umhvørvinum og skemma náttúrumyndina við fjarðarmunnan. Tað er týdningarmikið at fáa greiði á, um útmeldingar la
hvørt heim einaferð í ár 2000, vórðu álvarsligar frásagnir serliga á síðu 25 og 26 um blokkstuðulin, sum ikki høvdu hald í sannleikanum. - Á einum politiskum flokstingi í Hósvík fyri tveimum árum síðani varð [...] av blokkinum nýtt. (Á sama tingi varð kunngjørt, at tað eru "tey klókastu, tey best lærdu og stinnastu, ið velja Tjóðveldisflokkin"). - Og nú ein dagin fingu vit at vita frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingslimi [...] blokkurin í sama tíðarskeiði hevur innihildið umleið 280 milliónir til viðgerðir á nevnda sjúkrahúsi. Her er ein munur upp á umleið 133 milliónir, sum landskassin onkursvegna hevur lagt út! Men hvussu við
hann, varð føddur á Tvøroyri í 1932. Foreldrini vóru Ragnhild og Petur Mohr Dam, ið tvær ferðir var Føroya løgmaður. Atli vaks soleiðis upp í einum sera virknum politiskum umhvørvi á Tvøroyri ? javnað [...] valdur á Fólkating. Borgarliga starv hansara var at vera stjóri í Føroya Realkreditstovni. Hugsjónarliga var Atli sosialdemokratur um ein háls. Hansara fremsta mál var Føroyar sum vælferðarsamfelag - á sama [...] Eingin einstakur politikari í nýggjari tíð hevur sum Atli sett sín dám á okkara samfelag. Atli var tiltikin samráðingarleiðari. Hann stóð á odda í samráðingunum við ES og mongu fiskiveiðuavtalunum í 70?árunum
hugtakið, sum hann kanska ikki kendi navnið á - saman við nærlagni, hevði hann altíð fyri eyga í sínum starvi. Á henda hátt vann hann sær nógvar góðar vinir á arbeiðsplássinum – eisini millum leiðslu, keyparar [...] vinsælur maður, sum hóast spakførur er rættiliga skemtingasamur og dugur væl at síggja umheimin frá tí skemtiliga horninum, heldur enn tí køvandi. Ítróttur og alt sum hevur við fótbólt at gera - á skýggjanum [...] at flotið við hesum báti á Borðoyarvík og væl suður frá, síðani tá – Ja, hann flýtur enn, um hann bara sleppur. Og ungir menn vilja fegnir sleppa við, tí Leivur er fróðarmaður á sjónum. Er áhugaverdur og
hevur gjørt sær hárið á salongini hjá Jacobu á Viðareiði, og skal nú gjalda fyri viðgerðina. Í einum øðrum stóli situr ein ungur maður úr bygdini við einum løgnum plastikk-skapi á høvdinum. Hann er í ferð [...] Hvannasundi at fáa sær hárið gjørt á Viðareiði. Annars so koma familja og vinir úr Klaksvík til Jacobu at gera sær hárið, eins og onnur sum hava eitthvørt tilknýti til bygdini. Á Viðareiði búgva eini 350 fólk [...] ferð við at lita sær hárið. Og á kalendaranum fyri henda fríggjadagin í farnu viku standa tveir kundar aftrat, tveir brøður av Viðareiði. - Teir skuldu verið her hvørja løtu, sigur Jacoba, meðan hon tekur