motorsúkkluáhuga eru vælkomin. Túrurin verður til Tjørnuvíkar,har kaffi og køkur verða at fáa, og um veðrið verður gott, verður væntandi koyrt ein túr til Saksunar eisini. Føroya-MC vónar at síggja nógvar [...] hendingaríkt ár fyri tey, sum hava áhuga fyri motorsúkklum, tí óvanliga nógvar motorsúkklur eru komnar til landið í ár - einar 25 - 30 súkklur, harav 2 nýggjar. Eisini fyri Føroya-MC, sum var stovnað í september [...] at øll kunnu fáa boð um, nær koyrt verður, tá ein góður dagur er, og hevur ketan verið nógv nýtt. Til dømis hava motorsúkklur vitjað á flest øllum stevnunum, ið hava verið kring landið, og tá góðveður
stongt av, sleppur ein avbygdamaður at taka stóran part av gongugøtuni og alt fortovið í miðbýnum til sína sølu. - Eg havi einki í móti, at maðurin selur har, men eg góðtaki ikki á nakran hátt, at hasir [...] her, soleiðis sum tey altíð hava gjørt. - Hatta er ein týdningarmikil partur av okkara mentan. At vegurin bleiv stongdur av Undir Bryggjubakka við pullertum, og at suðuroyingurin selur fisk i gongugøtuni
smásnuddum. Bilførarin á persónbilinum, sum var atvoldin til óhappið, helt ikki at hetta var nøkur góð grund at steðga bilinum og koma okkum til hjálpar, koyrdi bara víðari. Hvar er moralurin? Vit spyrja [...] góðir menn høvdu sett bátin frá okkum, fóru vit eitt ørindi á Statoilstøðina í Skálabotni. Á veg aftur til bátin, kom eg soleiðis fyri á tí smala vegnum, at møta einum persónbili, sum ikki vildi halda av fyri [...] fara út á vegkantin, fyri at umganga samanstoyt. Av tí at vegkanturin er sera veikur har, brotnaði vegurin undan hjólunum, so at lastbilurin fór út av vegnum og í knús. Við lastbilinum vóru umframt meg 3
so heldur einki, skal ein trúgva uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008 sum er til viðgerð í løtuni. Eftir hesum uppskotinum at døma er eingin króna sett av til nakra vegagerð í Skálafirði. Men komandi ár [...] 33 mió krónur. Í viðmerkingunum til uppskotið lýsti vinnumálaráðharrin gongdina í málinum. Vegurin millum bygdina í Skálafirði og Skála varð umbygdur í árunum 1978 til 1981, og var tá komið nakað inn á [...] vísti Bjarni Djurholm á. Vegurin millum Skála og Strendur var bæði smalur og ótíðarhóskandi til vaksandi ferðsluna, og tí varð í 2000 og 2001 játtaðar íalt 2 mió krónur til ábøtur og breiðking av veg
leggja sær bóltin til rættis, áðrenn hann varð tacklaður av Frank Poulsen, sum ikki var heilt á tærnum. Tað var Dánjal Davidsen heldur ikki, tá Rumenia økti til 2-0. Rumenar høvdu longu upp til fleiri ferðir [...] rumenska skúlanum. Hesa ferð kom skifti úr høgru til vinstru, har Gingioveanu hevði rúmar ræsur aftan fyri Pætur Jørgensen, og so kundi hann leggja inn til ein púra blankan Rusescu, sum kundi skjóta sítt [...] eftir steðgin. Ikki minst eydnaðist tað okkara væl at vinna bóltin uppi á vøllinum, soleiðis at vegurin til mótstøðumálið var stuttur. Og við bara eitt lítið sindur av hepni kundu okkara eisini skapt spenning
stigtakararnir báðir hoyra til á hvør sínum politiska útivongi. Men Høgna Hoydal fall hetta initiativið fyri bróstið. Undan stovnandi aðalfundinum gjørdi hann eitt so dygt arbeiði til tess at undirgrava ætlaninar [...] tegnum sínum, til tess at fáa teir at tola allan tann mótgang, sum valdsharrin beyð teimum, oftast tí at hann var ódugnaligur og snævurskygdur ella bara maktsjúkur. Høgni Hoydal roynir at tala til kenslurnar [...] vera neyðuga til tess at geva rúm fyri politiskari menning í Føroyum. Vit vóru báðir á einum máli um, at politiska umhvørvi í Føroyum er óbúgvið, og hevur brúk fyri avbjóðingum og umskipanum til tess at mennast
fyri loysing. Fyrsta reella føroyska fólkaviljan við atliti til realpolitiskan samleika og lívsfrælsi síggja vit í tíðarskeiðnum frá 1996 til 2007, tá yvir 80% av føroyingum valdu sær reytt E.S. pass heldur [...] íslendskum og hissini finn-upp-á-orðum. At føroyskt sum meginregla skal vera komplementert til danskt er púra burturvið og til stóran skaða fyri okkara málsliga samleika. Bókstavarnir: C, Q, W, X, Z áttu at verið [...] tí stutt eftir at greinin hjá Á.D. hevði staðið í bløðunum kollapsaði hansara stóra fyrimynd. Í mun til tað íslendska modellið stendur tað føroyska samstarvs-modellið so mikið væl, at vit hava mett okkum
ganga til prest. Mítt ættarlið skuldi eisini til prest. Hetta var í 1971. Nú var vent í holuni. Undirvisingarcellan var kjallarin í missiónshúsinum á Strondum. Allur leikur var skúgvaður til viks [...] hendir í heimbygdini og fær sjálvdan allan samanhangin við og tí snaraði eg norður til Nesvíkar, tá eg var komin til Streymin hetta fríggjakvøldið ávegis norður á Hellurnar at halda vikuskifti [...] lívinum hitti eg aftur Magnussen prest. Vit hittust omanfyri skýggini á veg til Danmarkar mong ár seinni Hann sá út til at hoyra heima her í hesum meira himmakenda umhvørvi. Vit komu at sita við síðuna
hetta eisini verða ein áheitan til øll, um at lívið ikki endar við gravarbakkan, men sum Jesus sjálvur hevur sagt: »Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til faðirin uttan við mær – og tann [...] kenna Tummas, og ígjøgnum hann at verða leidd til Jesus og frelst í 1981. Í Dávids sálmi 36,10 lesa vit »Í ljósi tínum síggja vit ljós.« Guds ljós kann koma til okkara ígjøgnum menniskju sum veruliga kenna [...] viti fyri okkum øll um, at tað ber til at liva á slíkan hátt, at ein kann gerast ein signing fyri onnur – og ikki hitt øvugta. At enda sendi eg eisini eina heilsan til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt
bróður, Borgar, vóru til arbeiðis á Skála Skipasmiðu og skuldu til døgurða á Strondum. Men tá komu boð, at vegurin var stongdur. Tá var bara eitt at gera og tað var at ringja til ommu og biðja um døgurða [...] hana til Landssjúkrahúsið. Tey kønu á økinum, sóðu hvønn veg hetta bar, men ikki fyrr enn 1. jóladag gekk tað upp fyri okkum, hvussu ring støðan veruliga varð. Vit vildu øll heldur verið samlaði til tann [...] minnum ein sorgardagur, tí tá fór omma heim til Harran. At omma var ein áhugaverd og kend kvinna, kann staðfestast út frá tí stóra skara, ið fylgdi henni til sín síðsta hvíldarstað her á fold. Omma var