Leygardagin 15. september skipar Føroya-MC fyri einum felagstúri, har allar motorsúkklur í Føroyum eru vælkomnar.
Nú dagarnir styttast, og summarið má sigast at vera av, eru dagarnir, har møgu leiki er at koyra motorsúkklu vornir færri, og tí skipar felagið fyri einum felagstúri, har øll motorsúkklufólk kunnu møtast og hugna sær, og tosa um, hvussu hetta motorsúkkluárið hevur verið.
Sigast má, at árið í ár hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri tey, sum hava áhuga fyri motorsúkklum, tí óvanliga nógvar motorsúkklur eru komnar til landið í ár - einar 25 - 30 súkklur, harav 2 nýggjar.
Eisini fyri Føroya-MC, sum var stovnað í september í fjør, hevur árið verið sera hendingaríkt.
Felagið hevur fingið nógvar nýggjar limir, og eru nú yvir 100 limir skrásettir, sum má sigast at vera sera nógv. Limirnir hava í ár fingið 3 limabløð, og eitt kemur afturat 15. oktober. Nevndin hevur eisini skipað fyri fleiri tiltøkum í summar, m.a. orienteringskoyring og ymiskum felagstúrum. Og eisini er gjørd ein telefonketa, soleiðis at øll kunnu fáa boð um, nær koyrt verður, tá ein góður dagur er, og hevur ketan verið nógv nýtt. Til dømis hava motorsúkklur vitjað á flest øllum stevnunum, ið hava verið kring landið, og tá góðveður hevur verið, hava flestu fólk ivaleyst møtt motorsúkklum á ferð.
Føroya-MC leggur dent á, at tiltakið leygardagin ikki bert er fyri limir, men øll motorsúkkluáhuga eru vælkomin. Túrurin verður til Tjørnuvíkar,har kaffi og køkur verða at fáa, og um veðrið verður gott, verður væntandi koyrt ein túr til Saksunar eisini.
Føroya-MC vónar at síggja nógvar motorsúkklur leygardagin, sum væntandi verður síðsta tiltakið í ár; og so er bert at vóna, at veðrið verður tilvildar.









