Eg ynski at festa nøkur orð á blað um okkara kæra vin Tummas Krog, men tað er ikki so lætt, tí hvat skal eg draga fram av øllum teimum góðu minnum, sum koma fram, tá ið ein skal lýsa eitt menniskja við so fjølbroyttum dygdum, sum Tummas átti. Hann var klókur og evnaligur, ærligur og trúfastur, umhugsin og vælmeintur.
Jákup Andrias og eg kendu hann í ár so mong, alt síðani eg kom til Føroya at búgva í 1956. Tummas var múrari og í hesum ørindum kom hann at arbeiða hjá okkum. Hann múraði og eg tapetseraði. Meðan hann arbeiddi hjá okkum legðist hann ikki á boðini, men vitnaði fyri okkum um Jesus.
Einaferð norski evangelisturin, Aril Edvardsen, vitjaði í Føroyum og hevði møti í ítróttarhøllini í Havn, bað Tummas okkum koma á møti. Tað var meðan eg var á einum av hesum møtum, at eg varð fødd av nýggjum við trúgv á Jesus Kristus. So eg kann siga, at tað størsta av øllum var, at Tummas leiddi meg inn á andaliga vegin, so at eg kom at kenna Jesus.
Eg má takka Jesusi fyri, at hann unti okkum sum húski at kenna Tummas, og ígjøgnum hann at verða leidd til Jesus og frelst í 1981. Í Dávids sálmi 36,10 lesa vit »Í ljósi tínum síggja vit ljós.«
Guds ljós kann koma til okkara ígjøgnum menniskju sum veruliga kenna Gud, og hetta kann gera, at vit kunnu koma at síggja eitthvørt, ið vit als ikki hava sæð áður. Ein slíkur persónur var Tummas, sum stutt síðani flutti úr hesum lívi og heim til Frelsara sín.
Eg hugsi altíð um hann sum ein lýsandi kristnan mann. Bert við at tosa við hann og síggja hann, kundi tú merkja nærveru Guds, tí hann livdi fyri Gudi eina, í øllum, sum hann segði og gjørdi. Eitt slíkt menniskja er sveipað í Guds ljósi, sum lýsur upp fyri onnur.
Einaferð, ið eg hevði bjóðað Jákup Andriasi og Tummasi á eitt Aglow-møti í Havn í 1996, talaði ein donsk kvinna við profetiskari gávu. Við Tummas segði hon:
»Í sambandi við teg síggi eg eina mynd av einum róðrarbáti, ið rør við seigum tøkum, men tað løgna við hesi sjón er, at eg síggi at fiskur av sær sjálvum loypur upp í bátin.«
Tummas var ein andaligur fiskimaður. Eg kom at hugsa um hesa profetisku sjón, tá ið Tummas kendi kallið at fara við bíblium út til russisku skipini, sum lógu í nólsoyarfirði. Hetta gjørdi hann ferð eftir ferð í mong ár, ja, so leingi orkan rakk.
Tummas stendur sum ein viti fyri øllum húsi mínum, sum ein blaktrandi viti fyri okkum øll um, at tað ber til at liva á slíkan hátt, at ein kann gerast ein signing fyri onnur – og ikki hitt øvugta.
At enda sendi eg eisini eina heilsan til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt, hava kent Tummas – bæði fjar og nær – og sum nú kenna saknin eftir henda merkismann. Men samstundis skal hetta eisini verða ein áheitan til øll, um at lívið ikki endar við gravarbakkan, men sum Jesus sjálvur hevur sagt:
»Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til faðirin uttan við mær – og tann, ið trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.« (Jóh. 14,6 og 11,25).
Við tøkk og stórari virðing
-------
Solveig Arge
Solveig Arge










