løgmaður sín egna persón í fokus. Tað var nú ikki ein spurningur um at brúka tíðina eftir var av valskeiðinum at fáa hesar avtalur uppá pláss. Tað var meira ein spurningur um at fáa seg sjálvan uppá pláss í [...] EIN av teimum fyri Føroyar mest týðandi spurningunum, ásetan av landgrunnsmarki millum Føroyar og Bretland, tykist bráddliga at hava áhuga í valstríðnum. Vit hava víst á, at spurningurin eigur at fáa [...] sammett týdningin av honum við onnur stórmál sum bankamálið. Veruleikin er heldur tann, at markið er kanska tann spurningur, sum hevur størst týdning fyri Føroyar av øllum stórmálum. Nú hava valevni tikið
finnast at viðurskiftum her, men tað tú uppdagar, tá tú hyggur nærri eftir úttalilsum hennara, er ein so niðurgerandi tóni, at tær kemur til hugs tí, ið nærkast rasismu. VIT halda okkum hvørki vera erkvisin [...] hevði als ikki sett seg inn í føroysk viðurskifti, tá hon gjørdi álop henda vegin. Og hetta er helst ein stórur partur av frágreiðingini til nógv av niðursetandi álopunum á føroyingar. Hon veit bart út ikki [...] blaðið og sigur niðurlátandi, at einki nýval skal vera orsakað av einum føroyingi. Álvaratos - hví skal ein føroyskur fólkatingsmaður, sum ynskir at hava sína egnu støðu í danska fólkatinginum, revsast og h
valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka evnið almanna- og heilsumál í eini evnissending. Hetta er eitt tað málsøkið, sum kanska viðvíkur hvørjum einstøkum av okkum allarmest [...] framleiðslu og krónum og oyrum. Hvussu var stætt við vinnununi, um ikki tað fanst ein góð samferðsla? Eitt gott sjúkrahúsverk, ein góð almenn tænasta á øllum økjum, góður útbúgvingarstovnar osfr.? VIT seta ikki [...] bløðunum og so valfundir kring landið. TAÐ er eingin ivi um, at hetta verður eitt sera spennandi val. Kanska serstakliga tí at her eru so mong stórmál, sum eru evni í valstríðnum - frá viðurskiftunum við Danmark
uppí sum ein minst líka týdningarmiklan spurning. Eins og hini fyrrnevndu eigur mark og oljuleiting at fáa fyrsta prioritet hjá tí nýggja landsstýrinum. Um tað so verður tásitandi løgmaður ella ein av la [...] tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt eins týðandi stórmál sum bæði bankamálið og uttanlandsskuldin. EINS og við hinum báðum umrøddu málunum kann eisini sigast um marknatrætuna [...] hvussu er greitt, at hesi málsøkini verða kanska tey mest týðandi í nýggja komandi landsstýrinum. Og eftir okkara tykki fer tað ikki at tæna søk Føroya, um ein borgarlig samgonga framhaldandi skal umsita
var kanska eisini júst ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist tjóðveldisflokkinum til síðsta val at sleppa undan at verða skýrdur sum flokkurin, ið vildi koyra landið út av tromini. Sum so má ein siga [...] til og latið í ein tjóðveldisham. HÓAST tað sær so stabilt og gott út - samgonguskjalið - so trúgva vit ikki eina løtu uppá, at fólkaflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin fara at vaða eins djúpt og tjóðv [...] fer uppá bakbeinini, tí hon kennir seg svikna og ikki tikna við uppá ráð í nøkrum. MEN hinvegin má ein siga, at eitt nú tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin og fyri tað eisini sjálvstýrisflokkurin, hava
FÓLKAFLOKKURIN hevur altíð havt ein trupulleika, nevniliga Óla Breckmann. Nú Óli Breckmann sjálvur hevur fingið ein nýggjan trupulleika á fólkatingi, má sigast, at trupulleikin hjá fólkaflokkinum er vorðin [...] er søga. Nú má ÓB gera eins og hin føroyski fólkatingsmaðurin: nevniliga lata vera við at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. IKKI bert Óli Breckmann hevur fingið enn ein trupulleika. Allur fól [...] - hóast húðflettur og niðurgjørdur av mongum - víst seg sum ein mann, tá hann tordi at standa við sítt. Vit ivast heldur onga løtu í, at ein av orsøkunum til góðu avtaluna við danir er nettup leikluturin
Norðurlondunum ein nýggjan íblastur til økt norrønt samstarv. Tí hóast vit eru fá, so halda vit avgjørt, at Føroyar og føroyingar hava nakað at geva tí norrøna felagsskapinum, nakað dýrmett, sum kanska ikki finst [...] einum samstarvi millum lond, ið leggja seg eftir at varðveita og menna eina serstaka mentan. Ein kann kanska siga, at Føroyar eru eitt bolverk móti tí stóra og fremmanda ES, og at hini Norðurlondini, sum [...] fyri at vera í Føroyum og saman við føroyingum fyri harvið at verða mint á felags norrønu røturnar. Ein kann loyva sær at siga, at Føroyar og fyri tað eisini Grønland og Ísland, eru katalysatorar og brú
N hevði bygt upp ein nýtt ferðamynstur - eina farleið, sum - hóast hon gav undirskot - tó mentist fyri hvønn dag. Siglingin millum Føroyar og Skotland alt árið var einki minni enn ein kollveltandi roynd [...] fyri at hyggja í aðrar ættir. Og her var Skotlandssiglingin ein so avbera góður møguleiki. NÚ er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera ?umsonst? at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast [...] hetta okkara so vakra grannaland. Hinvegin bar hon eisini í sær, at føroyskir fiskaútflytarnar høvdu ein einastandandi møguleika alt árið at kunna flyta feskan fisk til stóra bretska marknaðin og inn á m
vansar við sær. Tá ein fór at byggja fiskiskip, fóru fleiri tað. Tá ein fór at gera flakavirki, fóru aðrir tað eisini. Tá ein fór til Grønlands at fiska, fóru aðrir sama veg. Tá ein fór til New Foundlands [...] vit fúsir at fara í gongd. Og altíð hevur ein hug at fara undir nakað, sum ein annar er byrjaður uppá. Tað nýtist ikki at liggja nakað ringt og skeivt í tí. Kanska tvørturímóti. Soleiðis hevur tað verið í [...] framsøkni verið í okkum føroyingum. Og spurningurin er, um ikki júst hetta eigur lívið í okkum í dag. Ein kann so venda tí og siga, at nettup hesir eginleikar okkara hava koyrt okkum á heysin fleiri ferðir
til andøvsgul av suðri og landsynningi, seinni av vestri. Fyrst sólglottar og okkurt æli, seinni kanska regn. Hitin um 8 stig. Veðrið fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og regn [...] 5 til 8 stig. Í gjár: Eitt stormlágtrýst norðanfyri Ísland hvørvur spakuliga í landnyrðing norðan. Ein hátrýstryggur kemur av útsynningi móti Bretsku Oyggjunum og mennist eitt skifti, tí minkar útsynni