14. august. Klokkan 1500 verður felagskoyring, og síðan verður tendrað. Fólk verða sjálv biðin um at hava kjøt, salat o. a. gott við sær. Drekkivørur kunnu keypast á staðnum. Tá tiltakið er liðugt, ætla [...] byrjar í hølunum hjá felagnum yviri við Strond 22 í Havn. Ove Ritter úr Føroya Ellisakførum sigur, at øll motorsúkkluáhugað eru vælkomin til. Tiltakið byrjar við móttøku í felagshølinum klokkan 1400 l [...] ætla fyrireikararnir av øll fylgjast til Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalin, sum endar hetta kvøldið.
tað at høvi verður til at viðgera hesar spurningar seinni. Viðareiðissemjan Heini O. Heinesen viðmerkir, at tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap varð broytt frá kvotum til fiskidagar, varð sagt, at sjálv [...] størstu trupulleikarnar av at hava ov lítið av fiskidøgum, eru teir bátarnir í hesum bólki, sum verða væl riknir og ikki hava íslandsloyvi, sum ger, at teir kunnu vera part av árinum uttan fyri skipanina. Bólkurin [...] Fara vit nú at selja fiskidagar frá útróðrarflotanum til stór skip, økja vit munandi um veiðutrýstið. Verða hesi rættindi seld til ognar, er stórur vandi fyri, at útróðrarflotin verður burtur um nøkur fá
ina at umsita longu frá 1. januar. Krav frá kommununum Helena Dam á Neystabø sigur, at tað er eftir kravi frá kommununum sjálvum, at tær nú fáa barnaansingina at umsita, tí tær meta, at tað fer at geva [...] Neystabø sigur, at enn lggur eitt stórt fyrireikingararbeiði fyri stavn, áðrenn tað verður veruleiki, at kommunurnar fáa barnaansingina at umsita. Men ætlanin er at verða liðug í ár, so at kommunurnar kunnu [...] fíggjarlógini til barnaansing, fyri ikki at gera tað heilt ógjørligt hjá kommunum at gera sínar skyldur á hesum øki. ? Men kommunurnar hava gjørt greitt, at tær vilja ikki hava blokkstuðul úr landskassanum til
bløðini eru at fáa hvønn dag. Til 15. aug. hava vit opið frá kl. 14.00-18.00. Býarsavnið hevur myndaframsýning av gomlum myndum í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki [...] kl. 10-12. Frítíðarklubbin hevur ymiskar aktivitetir í kjallaranum hjá Javna. Nærri fæst at vita um hetta, við at venda sær til skrivstovuna. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá [...] »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 93,5 MHZ hvønn leygardag kl. 11.00 og verður endursend kl. 16.00. Nærvarpið LUMI radio í Aalborg Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin
farnir. Ein stórur miðvallari dró frá føroyingunum og skoraði. Um tað ikki sigur alt um spælbýtið, so boðar tað frá, at talan var ikki um spæl til eitt mál, tá føroyingar í 1. hálvleiki høvdu fýra hornaspørk [...] til Ísland, eftir at Føroyar í hálvleikinum høvdu verið á odda 1-0. Mattias Davidsen, venjarin, hevði gjørt av at broyta uppstillingina frá 4-4-2 og til 4-3-3. Hetta varð gjørt fyri at geva álopinum størri [...] Danmark og Svøríki spældu um triðja plássið, og Noreg og Qatar spældu um fimta plássið. Føroyska U-16 landsliðið kemur í Vágar seinnapartin í dag. Umframt spælararnar hava verið í ferðalagnum í Onglandi
kann, at festivalurin hevur uppalandi árin við sær, og tónlistarligi fongur áskoðaranna eisini kann verða hareftir. Dissing og synir Brandur Øssursson sigur, at fyrireikararnir hava lagt seg eftir at býta [...] báðir hava áður arbeitt saman í Nordjass, og teir leggja eisini skránna fyri festivalin í felag. Teimum tónleikarum, sum hava verið bjóðaðir á festivalin, men ikki hava kunnað komið, stendur í boði at koma [...] og tá verður kappast av álvara um at gerast norðurlandameistari í Jassi. Altjóða møguleikarnir, eitt slíkt tiltak kann hava við sær fyri vinnandi orkestrið, verða óivað at kalla óavmarkaðir. Luttakandi
seinna hálvleiki. Ian Højgaard fekk ein bólt inn um B68-verjuna, og hann útplaseraði málverjan og skoraði til 4-0. Tann lítla vónin, sum toftamenn høvdu um at koma innaftur í dystin, reyk við fjórða málinum [...] vandamikið seinna umfarið. Teir komu nærmast at skora, tá Øssur Jacobsen gjørdist leysur, men hann sendi bóltin upp um málverjan og málið. NSÍ hevði aðrar kjansir at gera mál. Jónstein Petersen fekk eitt mál [...] ðin, sum plagar at verða tøtt og spennandi, líktist hesaferð meira einvegis ferðslu, har teir í Runavík fullkomiliga vóru ómaná. Í fyrra hálvleiki var munurin millum liðini so stór, at 3-0 leiðslan hjá
Hellunum, at hugleiða um heimbygd sína. Petur Jensen fer at bera fram egnar yrkingar og Sámal og Ravnsfjall og Karl Martin Samuelsen fara at luttaka við sangi og tónleiki. Høvið verður eisini at bera fram [...] sum Heðin Kambsdal hevur málað, verða at fáa til keyps. Annars er at kalla alt ókeypis at njóta hesar báðar dagarnar. Tó verður møguleiki hjá vælvildarfólki at leggja eitt oyra eftir seg í ein kistil [...] Tá hevur bygdin valt at halda 150-ára føðingardag sín. Hvønn dag í árinum fólk settust niður á Hellunum kann ikki prógvast neyvt við skjølum. Vist er tað tó, at hetta má hava verið um summarið í 1849. Fólkið
hann sigur, at hann fer ikki at lata sær lynda, um løgmaður einaferð enn bara roynir at tosa upp í lag, uttan at gera nakað veruligt við tað. ? Eg fari í hvussu so er at gera mítt til, at málið verður [...] Helmsdal heldur, at Finnbogi Arge skal fara frá, um kanningin vísir, at hann segði landsverkfrøðingin úr starvi av órøttum, uttan at hava løgfrøðiligt grundarlag fyri tí. ? Tí tað ber ikki til at útinna slíkan [...] Men hann heldur, at tað er átaluvert, at tað skal taka 80 dagar at gera eina slíka kanning. Ikki minst tí hann heldur ikki, at kanningin er verd nakað serligt. M.a. vísir hann á, at ein av kanningarstjórunum
Helmsdal heldur, at Finnbogi Arge skal fara frá, um kanningin vísir, at hann segði landsverkfrøðingin úr starvi av órøttum, uttan at hava løgfrøðiligt grundarlag fyri tí. ?Tað ber ikki til at útinna slíkan re [...] ikki siga, at tað var við vilja, at kanningin ikki kom fyrrenn tá. Men hann heldur, at tað er átaluvert, at tað skal taka 80 dagar at gera eina slíka kanning. Ikki minst tí hann heldur ikki, at kanningin [...] hann fer ikki at krevja, at málið verúr viðgjørt av nýggjum. Finnur Helmsdal sigur, at tað er hetta sum órógvar seg, at løgmaður kann skúgva málið til viks ímeðan so nógvir leysir endar eru at fáa greiði á