? Eg haldi ikki, at tað er rímiligt at gera gera hetta til ein trupulleika. Tí enn er onki avgjørt.
Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri biðjur politikarar, bæði kommunalar og løgttingsmenn sláa kaltvatn í blóðið um barnaansingina.
Sum greitt frá í Sosialinum í gjár og í greinini omanfyri, eru harðar atfinningar ímóti ætlanini at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita.
Men heilsumálaráðharrin heldur, at tað ongin orsøk at blæsa málið upp til ein trupulleika longu áðrenn tað er viðgjørt.
? Tað einasta, sum fyriliggur í løtuni er eitt álit, sum einans er at meta sum eitt upplegg til tær samráðingar, sum nú verða við kommunurnar.
Helena Dam á Neystabø sigur, at enn lggur eitt stórt fyrireikingararbeiði fyri stavn, áðrenn tað verður veruleiki, at kommunurnar fáa barnaansingina at umsita. Men ætlanin er at verða liðug í ár, so at kommunurnar kunnu fáa barnaansingina at umsita longu frá 1. januar.
Krav frá kommununum
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað er eftir kravi frá kommununum sjálvum, at tær nú fáa barnaansingina at umsita, tí tær meta, at tað fer at geva teimum fríari ræsur at arbeiða um tæ eru leysar av landsstýrinum í hesum máli.
? Spurningurin er, hvussu tað skal gerast.
Landsstýrið letur 56 milliónir til barnaansing í ár og Landsstýrið fer framyvir eisini at seta pening av á fíggjarlógini til barnaansing, fyri ikki at gera tað heilt ógjørligt hjá kommunum at gera sínar skyldur á hesum øki.
? Men kommunurnar hava gjørt greitt, at tær vilja ikki hava blokkstuðul úr landskassanum til endamálið.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppleggið, heldur tí, at frægasta loysnin er at taka lógina um býtið av almnanna útreiðslum av.
Hetta er lógin sum sigur, hvussu stóran part av ymsum almannaútreiðslum kommunurnar skulu betala landsstýrinum.
Talan er eitt nú um útreiðslur til pensjónir, barnaforsorg, ellis & røktarheim o.s.fr.
Arbeiðsbólkurin heldur, at tað er ein fyrimunur at avtaka hesa lógina, tí hetta er ein tung skipan at umsita.
Tá ið tann lóggávan verður tikin av, kemur landskassin at átaka sær allar hesar útreiðslur einsamallur.
Tvs, at kommunurnar koma so at spara góðar 61 milliónir.
Afturfyri átaka kommunurnar sær so alla barnaansingina.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at bæði Kommunufelagið og Býarfelagið hava verið við í arbeiðsbólkinum og hava tikið undir við tilmælinum.
Tað eru eisini nógv onnur mál, sum kommunur og land eru felags um.
Helena Dam á Neystabø sigur, at verður tað gjørt upp eftir 1998 krónum, førir tað við sær, at Havnin kemur at betala 12 milliónir, men aðrar kommunur fáa pening útgoldnan. Hetta er peningur, sum tær annars betala til landskassanum sum teirra part av ymsum øðrum almannautreiðslum, sum landið nú yvirtekur alla fíggingian av
? Ætlanin er at gera greiðari skilnað ímillum land og kommunur, og so hvørt tað verður gjørt, fer tað at bera til, at útjavna teir ójavnar, sum koma í orsaka av barnaansingini.
Helena Dam á Neystabø sigur, at møguliga endar tað við, at kommunurnar so fáa ein samlaðan blokk at umsita síni málsøki við.