Má kannast út í æsir fyri at vita um tað er ílagi

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, heldur, at tað hevur so stóran og grundleggjandi týdning at málið um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður kannað út í æsir, at hann vil ikki lata málið sleppa at sovna burtur

?Tað er neyðugt, at hetta málið verður kannað til botns.

? Tí ikki fyrrenn vit vita, um tað er fyristingarliga í lagi, kunnu vit gera okkum eina meting um, antin tað eisini er politiskt ílagi, ella ikki.

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, er ikki sinnaður at sleppa málinum um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum.

Tvørturímóti er hann sinnaður til at grava í málinum til hann er komin til botns í, hvat veruliga fór fram, tá ið Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur, brádliga varð uppsagdur á jólum.

Løgtingsmaðurin hjá tjóðveldisflokkinum heldur, at tað hevur alstóran týdning fyri rættartrygdina hjá almennum leiðarum í Føroyum, at málið um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður kannað til botns.

Og hann ivast ikki í, at vísir ein slík kanning, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum sendi Henning Jacobsen til hús, hevur gjørt nakað skeivt, eigur tað at fáa avleiðingar fyri hann.

Tað vil við øðrum orðum siga, at Finnur Helmsdal heldur, at Finnbogi Arge skal fara frá, um kanningin vísir, at hann segði landsverkfrøðingin úr starvi av órøttum, uttan at hava løgfrøðiligt grundarlag fyri tí.

? Tí tað ber ikki til at útinna slíkan revolvarapolitikk mótvegis almennum leiðarum, um tað altso vísir seg, at uppsøgnin var ógrundað sigur Finnur Helmsdal.

Men hann leggur afturat, at vil Løgmaður ikki kanna málið til botns, eigur tað eisini at fáa avleiðingar fyri samgonguna.

Men hvørjar avleiðingar, hann hugsar um, vil hann ikki siga nakað um enn.

Tá ið landsverkfrøðingurin varð uppsagdur, var samgongufundur, har semja varð um at løgmaður og landsstýrismaðurin, Finnbogi Arge, skuldi skriva tinginum eina frágreiðing um fyristingarligu gongdina í málinum.

Hendan kanningin kom 4. mai, eina viku eftir at tingið varð farið í summarfrí.

Finnur Helmsdal vil ikki siga, at tað var við vilja, at kanningin ikki kom fyrrenn tá.

Men hann heldur, at tað er átaluvert, at tað skal taka 80 dagar at gera eina slíka kanning.

Ikki minst tí hann heldur ikki, at kanningin er verd nakað serligt.

M.a. vísir hann á, at ein av kanningarstjórunum viðgekk í útvarpinum, at kanningin kundi verið meiri fullfíggjað.

Men løgmaður tykist ikki sinnaður at gera meiri við málið. Tvørturímóti hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at krevja, at málið verður viðgjørt av nýggjum.

Finnur Helmsdal sigur, at tað er hetta sum órógvar seg, at løgmaður kann skúgva málið til viks ímeðan so nógvir leysir endar eru at fáa greiði á.

Tí vil hann hava eina nýggja, óhefta kanning av málinum.

Og hann sigur, at hann fer ikki at lata sær lynda, um løgmaður einaferð enn bara roynir at tosa upp í lag, uttan at gera nakað veruligt við tað.

? Eg fari í hvussu so er at gera mítt til, at málið verður nágreiniliga lýst.

Hann vísir m.a til, at í fyrstuni varð tað sagt, at tað vóru bygnaðarbroytingar, sum gjørdu, at Henning Jacobsen mátti sigast úr starvi.

Men seinni kom fram, at orsøkin var samstarvstrupulleikar.


Styggir fólk burtur

Finnur Helmsdal sigur, at hann leggur sera stóran dent á at fáa hetta málið kannað til botns.

? Men vit kunnu ikki fara at tosa um politiskar avleiðingar, fyrrenn vit vita, um málið er løgfrøðiliga og fyrisitingarliga í lagi.

Tí er hann ikki sinnaður at lata málið sovna burtur, men vil gera sítt til, at tað verður kannað til botns.

Fyribils hevur hann sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning í seks pørtum um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum.

Spurningunum hava vit greitt frá á síðu 9.

? Er landsverkfrøðingurin uppsagdur av órøttum, og vreður beindur av vegnum, bara tí tað hóvar einum landsstýrismanni, er tað eitt álvarsligt bakkast fyri rættartrygdina hjá øllum almennum leiðarum og øllum almennum starvsfólki og almennari fyrisiting sum heild.

? Ber tað til at siga almennum leiðarum úr starvi, uttan lógfrøðiligt grndarlag er fyri tí, fær tað at fáa fleiri óhepnar avleiðingar.

? Í fyrstu atløgu fer tað at styggja vælskikkað fólk frá at søkja almenn leiðarastørv.

? Í øðrum lagið ferð hetta at gera almennar leiðarar nógv veikari mótvegis politiska valdinum, enn teir eiga at verða. Tí kunnu teir væntað at verða uppsagdir, bara teir eru ósamdir við avvarandi landsstýrismann, fara teir at aftra seg við at taka avgerðir, sum ganga politikarum ímóti. Tað fer at skapa ótryggleika hjá øllum, sum taka avgerðir í almennu fyristingini.

? Og í triðja lagi er avleiðingin av øllum hesum, at alt fyrisitingarligt vald verður miðsavnað á einum stað, hjá landsstýrismonnunum og ikki minst, hjá aðalstjórunum.

? Í síðsta enda fer hetta eisini at køva allar fakligar avbjóðingar, og vælskikkaðir leiðarar fara ikki at arbeiða undir slíkum umstøðum, sigur Finnur Helmsdal.

Er so kravið at Henning Jacobsen fær starvið aftur?

? Tað er ómøguligt at siga nakað um, fyrrenn málið er lýst út í æsir, sigur Finnur Helmsdal.