læru. Men tá er spurningurin, um vit skulu halda okkum til tey greiðu orðini sum standa í einum versi, ella skulu vit halda okkum til ta greiðu læruna sum kemur fram í heildini? Latið okkum vita hvat hendir [...] ikki mugu tala í samkomuni, ella í hvussu so er, ikki læra í samkomuni. Her eru tríggir mátar ein kann royna at halda kvinnurnar uttanfyri, ella í tað minsta, at avmarka teirra leiklut í at boða evangeliinum [...] rumbul í samkomuhúsinum, fleiri talaðu í senn, og Paulus vildi hava lóg og landaskil, so samkoman ikki gjørdist fyri skommum úteftir. Hann vísir enntá til at Gud er ikki óskils, men friðar Gud, og so kemur
Hann var í mínum eygum heimsins besti fótbóltsspælari, og tað var ein stór løta hjá mær, minnist Óli aftur á. Óli spælur ikki bara fótbólt, hann er útbúgvin lærari og er í arbeiði sum einalærari í Hovs Skúla [...] leingi feløgini í oynni vóru í næstbestu deildini, var ongin trupuleiki við at spæla helvtina av dystunum á Tvøroyri og hina helvtina í Vági. Men um so er at liðið (oyggjaliðið) flytir upp í bestu deildina [...] Sevmýri er og verður ikki góðkendur til fótbólt í bestu deildini. Tvøráfólk flest vilja helst síggja sítt felag spæla á heimstaðnum, eins væl og vágbingar helst vilja síggja sítt felag spæla í Vági. Og her liggur
hanga til prýðis, og tungi torvburðurin er tíbetur av, leyparnir standa sum fornlutir, og hugnaligi torvroykurin er broyttur til royksprænin upp úr stóru dieselmotorunum á Sundi og í Suðri og úr teim smáu á [...] ikki vera við, og gjørdist úrslitið tí tað dýrari fyri allar partar enn neyðugt. Tíbetur er samstarvið tó rættiliga gott teirra millum. SEV og privatir íleggjarar tykjast hava funnið saman, og eiga allar kreftir [...] Eins og arbeiðsfólkið skulu akførini í øllum veðri kunna taka seg fram til ábøtur; men við hvørt haldi eg SEV-merktu bilarnar hjá yvirmonnum SEV’s síggja í so milliónakendar út, har teir ein og ein koyra
hyggja, lurta og læra og fyri at skilja føroyska mentan, politikk og søgu - og ikki fyri at prædikka ella siga, hvussu tit eiga at gera sigur Gordon R. Taylor, geofysikkkari hjá Shell og við í bólkinum, sum [...] umhvørvi - tá og um talan verður um leiting og seinni framleiðslu á føroyskum øki. Sosialurin skilur, at tað er í sátt og semju, at BP og Shell hava gjørt av, at Shell skal vera operatørur í eini komandi [...] miðvíst til verka. Bæði feløgini arbeiða saman vestan fyri Hetland og eru við í báðum teimum fyrstu oljufeltunum, sum byrja framleiðslu í næstum, nevniliga Foinaven og Schiehallion. Hesi feltini liggja skamt
knýtt at samfelagnum og tíðini ein livir í. Vísindalig vitan verður bara til vitan. Og vitan verður til meiningar og hugsjónir. Og harvið verður samanbering eitt meiningsleyst arbeiði, og ei heldur er gjørligt [...] fjølmiðlum, og tosað verður dúgliga um granskingarpolitikk og samfelagsgagnliga gransking. Eg fari ikki at tosa um politikkin, men um gransking í samfelagsligum og vísindaligum høpi. Fyrst, hvat er í veruleikanum [...] boltur í motorinum, sum heldur samfelagshjólunum ígongd. Koyrt verður spakuliga, viðhvørt skjótt, men altíð í ring. Og um hini koyra fram, so stendur ein sjálvur ikki í stað, men verður eftirbátur. Og at enda
honum til góðar í framtíðini – í útbúgvingini og í familju- og arbeiðslívinum. Eg gleðist um drongin og hinar yvir 130 ungu føroyingarnar, ið fáa somu góðu uppliving á donskum eftirskúlum hvørt ár. Men [...] evnum, í djúpdina við hesum fakum. Lærararnir eru lærdir innan sítt fak, sum umfatar myndlist og undirvísing í skriving. Tónleikur og drama er eisini partur av breytini, og verkevni og sangleikir [...] m upplivingum. Saman við kveikjandi lærarum og nýggjum vinum tekur hann eitt avgerandi stig frá barndóminum og inn í vaksna lívið hetta árið. Hann hevur fingið fult av andaligum og kropsligum avbjóðingum
verða fittur og bráður, og um at biða um umbering, tá ið tað er neyðugt. Hørð byrjan Kaj Leo Holm Johannesen gjørdist løgmaður í september mánaði í 2008, tá ið heimsbúskapurin var í kreppu, og avleiðingarnar [...] Alta P. Dam og Kristian Djurhuus. - Eg havi verið formaður í Sambandsflokkinum síðani 2004, og eg havi sitið við ábyrgd síðani. Tað eru onnur, sum hava valt meg inn í politikk og til leiðara, og orsøkin til [...] málunum og situr við evstu ábyrgd í samgonguni. - Eg royni tó at seta mær dagar og løtur av til familjuna, og eg royni at brúka tíð til børnini um vikuskiftini. Og tær løturnar, sum eg fái saman við familjuni
liðini í bestu føroysku deildini er tað ein stór uppgáva at standa fyri fótbóltsundrhaldinum aftaná, at áskoðararnir hava havt møguleika at síggja Portugal og Rumenia, og frammanundan at Ongland og Týskaland [...] Veteranurin var í síni tíð skjótur og snildur álopsmaður. Í seinna umfarinum var Eli Hentze á miðvøllinum. Eli setti av álvara dám á spælið, og avrikið boðaði frá, at tað eru bóltførleikin og taktisku evnini [...] Hetta vóru treytirnar hjá NSÍ og B71. Tí er tað væl hugsandi, at dómurin yvir stevnuavrikið hjá teimum í Runavík og teimum á Sandi verður ivaleysa harður. At munurin í málum alla tíðina var so tepur,
motorurin, og ein ein høvuðsmotor má ikki steðga.« Við einari viðmerking sum kom aftan á at fleiri fiskimenn høvdu úttalað seg og givið fiskifrøðingum rætt í at gróðurin í sjónum saman við streymi og øðrum [...] streymgeneratori í hesum streykutíðum, varð tikin í nýtslu ístaðin fyri Norðurlandahúsið sum annars ætlað, og var væl pakkað við fólki úr fiskivinnuni, Fiskimálaráð-num og ymiskum stovnum og fyritøkum. Meðan [...] á Landgrunninum og Føroya Banka ; Petur Steingrund og Eilif Gaard greiddu síðani frá um gróður og fiskiskap; kanadiarin J. J. Maguire segði frá um Regluna um fyrivarni í fiskiskapi og vistfrøðilig atlit
ávirkan og "mat-mentan", hevur rákið í norðurlondum - og nú eisini í Føroyum - kortini verið, at fólk eru vend aftur til tær upprunaligu rávørurnar. Johan Mortensen heldur, at tað eru teir ungu og góðu kokkarnir [...] Nýggju kokkarnir í norðurlondum hava sæð, hvussu góð rávøran er, sum londini eiga, bæði á sjógvi og landi. Johan veit um kendar matstovur í Danmark, eitt nú matstovuna á Bryggjuni, sum í stóran mun matger [...] soleiðis millum tær bestu og dýrastu matstovurnar í Danmark, sigur hann. Fiskur og grøði - Í Føroyum eru vit so vælsignaði við Guðs gávu. Vit hava eitt stórt fiskameingi, og umframt vanligu fiskasløgini