starvsfeløgum. Tað er við hjálp frá teimum, at tað hevur gingist so væl, sigur hann. Hann heldur, at strævnasta tíðin var uppgangstíðin í áttatiárunum, tá arbeiðsbyrðan varð alt ov stór í mun til úrtøkuna. [...] og er so hjartansfegin, tá teir eru loystir. - Jákup er einastandandi til tað tekniska og enn, hóast hann er 70 ára gamal, er tað hann, teir yngru sveinarnir vilja tosa við, tá okkurt er, sum skal loysast [...] - Burtursæð frá uppsagnum fyrst í nítiárunum, hava tað ikki verið teir stóru sjógvarnir. Vit hava havt einastandandi rakst fólk, sum hava verið støðug og trivist væl í fyritøkuni, sigur Jákup. Nú er best
varð hon burtur, tá Lea saman við familjuni var á veg til Kina! - - Hetta var ikki so gott, tí eg longdist so illa eftir henni. Tí var tað ordiliga gott at fáa hana aftur, sigur Lea Rasmussen. Lea gongur [...] Tá tey komu aftur til Føroyar, kundu tey bara staðfesta, at bamsan heldur ikki var heima við hús. Hon mátti tí vera umborð á onkrum flogfari. Tey gjørdu ikki mætari enn at ringja til Atlantsflog. Og hagani [...] sambandinum. Vit sendu so faksið, hóast vit, heilt erliga, ikki væntaðu at tað fór at geva nakað úrslit, greiðir mamman frá. Men tað ótrúliga hendi. Teir funnu bamsuna aftur, og varð hon send Leu, sum var
Dimmalætting vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til ákærurnar frá miðfloksumboðnum. - Eg hevði hug at smílast í gjár, tá eg las samrøðuna. Tað er gott at vita, hvørjar bardagar, ið verdir eru at taka [...] Sosialin í gjár segði Bill Justinussen seg hava varhugan av, at fleiri samkynd høvdu tætt tilknýti til føroyska tíðindaheimin, og at hetta hevur havt við sær, at føroysk tíðindafólk m.a. valdu síðu í málinum [...] málinum um grein 266 B. Sonja Jógvansdóttir er kanska ein teirra, ið løgtingsmaðurin sipar til. Hon er í øllum førum samkynd og starvaðist á júst Dimmalætting fyri tveimum árum síðani. Hon hevur fleiri
Brandur H. Olsen var í kvøld við til at skjóta FCK í hálvfinaluna í donsku steypakappingini, tá ið tað eydnaðist teimum at vinna ímóti Randers eftir brotssparkskapping. Dysturin endaði annars 0-0. Brandur [...] hevur eina ótrúliga psyku. Hann veit rætt og slætt ikki hvat ótti er, og so hevur hann eitt sera, sera gott skot, sigur Ståle Solbakken í kvøld við DR og leggur afturat: - Hatta var einasta skotið, har eg var
Vanligt er, at nógv fólk kemur av bygd til Havnar á ólavsøku. Teir báðir vinmenninir Jóhan Hendrik Lydersen og Torbjørn Eli Jacobsen úr Skopun vóru eisini komnir ein túr til Havnar at hátíðarhalda okkara tj [...] tjóðarhøgtíð. "Hjá okkum er tað mest kappróðurin, sum hevur áhuga. Fleiri av okkara vinmonnum rógva við Sandinginum, eitt 5 mannafar, so tað økir sjálvsagt um áhugan" sigur Jóhan Hendrik. "Eg skuldi rógva [...] tríggjar ryggjargeislar, tá eg var í eini ferðsluvanlukku fyrr upp á árið. Eftir umstøðunum havi eg tað gott, men eg fái sjálvsagt ikki róð," sigur Torbjørn Eli, sum í ár er á síni fyrstu ólavsøku í lívinum
hava tey bíðað, men tað hevur loyst seg, tí nú hava tey fingið bonus, sum Dia tekur til. - Hetta er heilt fantastiskt og eg skilji tað ikki rættiliga enn. Hetta er bønarsvar so tað forslær, nógv hava biðið [...] Allir eru teir uppkallaðir, eftir báðum ommunum og eina abbanum. - Tað gekk væl hjá Jónfríð at eiga, og hon og dreingirnir hava tað gott, sigur ein sera glaður pápi, Símun Andreas, vanliga nevndur Dia. Jónfríð [...] nú. Hinvegin verður tað ikki so galið at verða heima í eina tíð, tá ið vit fáa dreingirnar heim. Tað verður ein stór kollvelting í lívinum hjá okkum frá eingi børn at hava átt og til at eiga trý. Eg dugi
Carlsen og amerikanarin Fabiano Caruana enn einaferð tóku til takka við remi, tá teir hittust til 8. talvi í HM-dystinum. Tólv klassisk talv eru sett av til at finna út av um Fabiano Caruana megnar at vinna [...] vinnur, so er tað ræðuliga tætt við at vera avgreitt. Tí um annar bara spælir fyri at fáa remi, so er ringt at vinna. Grundin til at summi talv vera spennadi, er tí báðir tveir vilja tað. Men um annar [...] vinnur næsta talvið, so er tað 90 prosent avgjørt, sigur Helgi Dam Ziska. Um so er, at tað stendur á jøvnum, tá øll tólv klassisku talvini eru avgreidd, verður farið víðari til snar- og kviktalv og har hevur
seg víðari í kvøld, um væl vildi til. Hann viðgongur, at seinasti parturin av taktikkinum kanska lá eftir. Hann greiðir soleiðis frá um taktikkin í dystinum í kvøld: - Tað var at halda tætt so leingi sum [...] sum møguligt og trúgva upp á, at vit fingu eitt mál. Tað haldi eg vit gjørdu til UG – vit lótu øgiligt upp ímóti endanum, har vit royndu at oysa bóltar í feltið og skapa panikk. Vit fingu tó ikki bóltarnar [...] fótbólt at taka sær av. Stundum er gott við einum steðgi, men Albert heldur, at teir hava gagnnýtt summarsteðgin væl. - Sum eg síggi okkara lið í løtuni, so haldi eg tað er ein fyrimunur at vit hava spælt
í slow-motion o.s.fr., Men sjálvandi er tað einki við lívinum um alt gongur ov lætt. Haldi ikki, at hetta altíð er ein serliga stuttligur filmur. Onkuntíð gott undirhald. At enda er onkur moralsk fløkja [...] Hann fer at keypa sær eina sum kann alt, eina heildarloysn og eina universalfjarstýring. Hann fer til løgna mad scientist typuna og sølumannin Morty. Hesin eigur eina fjarstýring, ið kann meiri enn man [...] fløkja, men sum heild er hetta bara gott undirhald. 3 stjørnur av 6. Click Leikandi: Adam Sandler Kate Beckinsale Christopher Walken David Hasselhoff Leikstjóri Frank Coraci. Sýndur í Havnar Bio frá 29. september
verjuleikari seinasta árið. Vincent Kompany, aftur ein verjuleikari og liðskipari, sum hevur gjørt tað ótrúliga gott við Manchester City, sum vunnu PL og Capital One Cup, og á Belgiska landsliðnum. Eisini eru [...] er einigur við Símuni Samuelsen og Teiti Joensen um, at Luis Suarez manglar millum teir tilnevndu til Ballon D'or. Og so væntar Ólavur, eins og Teitur, at Cristiano Ronaldo stendur sum eftir sum vinnari [...] Ballon D'or Hvør leikari manglar á listanum? Luis Suarez manglar heilt sikkurt á listanum, sjálvt um tað nokk er ein góð grundgeving fyri hví hann ikki er har. Hann var so mikið eyðsýndur, at hann eigur at