Jákup Dahl Olsen er yngstur av 6 systkjum, sonur Honnu Dahl og Gunnar Dahl Olsen, bæði úr Vági.
Hóast foreldur Jákups bæði eru suðuroyingar, so roknar hann seg sum vestmenning, tí har vaks hann upp ? og vestmannadialektina krógvar hann ikki.
Kona Jákup er Randi Nolsøe av Tvøroyri; tey eiga 2 døtur og ein son. Ommu- og abbabørnini eru 10 í tali. Tá Jákup tosar um abbabørnini, hoyrist, hvussu góður hann er við tey.
Farvæl eftir 33 ár
Fyrr í vikuni sendi P/f Leif Mohr út tíðindaskriv, har teir boða frá, at Jákup nú leggur frá sær, eftir 33 ár í starvi.
- Eg eri ógvuliga takksamur fyri mítt arbeiðslív, og at eg kann hava verið í starvi so leingi. Eg havi alt at takka mínum starvsfeløgum. Tað er við hjálp frá teimum, at tað hevur gingist so væl, sigur hann.
Hann heldur, at strævnasta tíðin var uppgangstíðin í áttatiárunum, tá arbeiðsbyrðan varð alt ov stór í mun til úrtøkuna.
- Burtursæð frá uppsagnum fyrst í nítiárunum, hava tað ikki verið teir stóru sjógvarnir. Vit hava havt einastandandi rakst fólk, sum hava verið støðug og trivist væl í fyritøkuni, sigur Jákup.
Nú er best, at eg fari, meðan eg enn finni hurðina, sigur hann skemtandi.
Tekniskur snillingur
Jákup fær eitt avbera gott skoðsmál frá Leivur Mohr, stjóra, hjá Leif Mohr.
Hann sigur, at Jákup er ein lívsglaður maður, sum altíð er positivur. Hann er ein persónur, sum fólk vilja hitta aftur. Trupulleikar tekur hann sum eina avbjóðing og er so hjartansfegin, tá teir eru loystir.
- Jákup er einastandandi til tað tekniska og enn, hóast hann er 70 ára gamal, er tað hann, teir yngru sveinarnir vilja tosa við, tá okkurt er, sum skal loysast, sigur Leivur.
Eisini er Jákup selskapsmaður burturav. Hann bæði syngur og spælir klaver.
Leivur sigur, at hjá Jákupi hevur arbeiðs- og privatlívið verið ein eind. Við sínum positiva og glaða lyndi, hevur hann havt stóran týdning fyri trivnaðin í fyritøkuni. Eisini hevur hann havt stóran týdning fyri samskifti í fyritøkuni, bæði her heima og uttanlands.
Starvsfólkini hjá leif Mohr siga, at tey fara at sakna Jákup serstakliga nógv. Tey siga, at hann altíð er líka við øll, og at hann ikki ger mismun á nøkrum. Hann er ungur í sinni, og aldurin merkist ikki.
- Jákup eigur at vera her, siga tey.