- Bill kundi brúkt ein samkyndan spindoktara

- Um vit samkyndu duga so væl at ávirka føroysku tíðindafólkini, sum hann vil vera við, átti Bill Justinussen av álvara at umhugsa at fingið sær ein samkyndan spindoktara, sigur Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi tíðindafólk og virkin limur í Friðarboganum

Í samrøðu við Sosialin í gjár segði Bill Justinussen seg hava varhugan av, at fleiri samkynd høvdu tætt tilknýti til føroyska tíðindaheimin, og at hetta hevur havt við sær, at føroysk tíðindafólk m.a. valdu síðu í málinum um grein 266 B.
Sonja Jógvansdóttir er kanska ein teirra, ið løgtingsmaðurin sipar til. Hon er í øllum førum samkynd og starvaðist á júst Dimmalætting fyri tveimum árum síðani. Hon hevur fleiri ferðir verið í fjølmiðlunum og gjørt viðmerkingar um mál, ið viðvíkja samkynd. Í dag arbeiðir hon enntá sum miðlaráðgevi hjá tveimum arbeiðarafeløgum fyri at betra um samskifti millum feløgini og føroysku miðlarnar.
Men fyrrverandi blaðfólkið á Dimmalætting vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til ákærurnar frá miðfloksumboðnum.
- Eg hevði hug at smílast í gjár, tá eg las samrøðuna. Tað er gott at vita, hvørjar bardagar, ið verdir eru at taka. At ákæra føroysku fjølmiðlarnar er ikki ein klókur bardagi, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon leggur speiskliga afturat, at løgtingsmaðurin átti at fingið sær ein samkyndan spindoktara at hjálpa sær.
 - Um vit samkyndu duga so væl at ávirka føroysku tíðindafólkini, sum hann vil vera vera við, átti Bill Justinussen av álvara at umhugsa at fingið sær ein samkyndan spindoktara, heldur Sonja Jógvansdóttir speiskliga fyri.