Vanligt er, at nógv fólk kemur av bygd til Havnar á ólavsøku. Teir báðir vinmenninir Jóhan Hendrik Lydersen og Torbjørn Eli Jacobsen úr Skopun vóru eisini komnir ein túr til Havnar at hátíðarhalda okkara tjóðarhøgtíð.
"Hjá okkum er tað mest kappróðurin, sum hevur áhuga. Fleiri av okkara vinmonnum rógva við Sandinginum, eitt 5 mannafar, so tað økir sjálvsagt um áhugan" sigur Jóhan Hendrik.
"Eg skuldi rógva við, men eg var so óheppin at bróta mær tríggjar ryggjargeislar, tá eg var í eini ferðsluvanlukku fyrr upp á árið. Eftir umstøðunum havi eg tað gott, men eg fái sjálvsagt ikki róð," sigur Torbjørn Eli, sum í ár er á síni fyrstu ólavsøku í lívinum.
"Nú kappróðurin er liðugur, gleði eg meg bara at brúka restina av degnum upp á at ganga oman og niðan og heilsa upp á vinfólk. Tað plagar at vera stuttligt," sigur Jóhan Hendrik, sum tó hevur verið á nøkrum fleiri ólavsøkum enn vinmaðurin.
"Tíverri fann eg einki logi her í Havn, so eg verði nokk noyddur at fara heim aftur til Skopunar í kvøld," sigur Torbjørn Eli, "men tað kundi meira enn so hent seg, at eg komi norður aftur ein túr í morgin."