siga, sum er við meg. Hini eru ræðslusligin. Eg veit ikki um allir danskir stjórar líða av ótta fyri at missa teirra pensión. Tey kunnu ikki seriøst meina, at ein sjónvarpssending ella filmur, sum er hálvan [...] veinginum av tí vit í dag kalla fyri ultraliberalistar. Eg haldi, at tað er umráðandi at halda fast um, at hetta eisini er støðið undir mínum filmi. Tað er ikki so langt frá mær og filminum, sum nógv halda [...] lfar á CD-ROM fyri børn. Fólk eru bangin Sjálvur sigur Morten Hartz Kaplers í samrøðu við Sosialin um filmin, at politikarar kenna seg kanska misbrúktar. - Men eg haldi, at tað er neyðugt at provokera
Tað finnast filmar um fótbólt, um basketball, golf, ja, um stórt sæð hvørja ítrottagrein uttan kanska dart og konufólkacurling. Nú er so komin ein, ið snýr seg um mannligar listaskoyturennarar og skoy [...] hendurs og missa tí rættin at kappast til alla tíð. Blades og Glory minti meg eina løtu um bowlingfilmin Kingpin frá 1996, og um eitt slag av ”spoof” filmi, ið heldur sær á gaman við at vísa okkum svakligar [...] skoytuumhvørvið. Blades of Glory er ein heldur lákomiskur – amerikanarar vildu sagt ”cheesy”- filmur um tveir menn, sum við byrjan hata hvønn annan so illa, at teir oyðileggja alt fyri seg sjálvar. Teir vinna
v1 Ein sálmur av Dávidi; til minnisofrið. v2 Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni; v3 tí ørvar tínar hava meg rakt, tungt liggur hond tín á mær! v4 Í mínum holdi er einki heilt fyri [...] langt burtur standa. v13 Teir, ið vilja deyða mín, leggja fyri meg snerrur; teir, ið ætla mín undirgang, um ólukku tala; allan dagin teir um ilskuráð hugsa. v14 Og eg eri sum ein deyvur, ið einki hoyrir [...] stendur mín vón, tú vilt mær andsvar veita, Harri mín, Guð mín; v17 tí eg sigi: »Lat teir ikki gleðast um meg, ei sær halda at gaman, tá mín fótur snávar!« v18 Tí eg nærkomin eri til fals, aldri mín sársaki
tíðir samfelagsrevsandi Teitur, sum eftir nógv ár í útlandinum hugleiðir um okkara samfelag, sína støðu sum útiseti, og um dreymin um at venda heimaftur. Við Káta Horninum hevur Teitur latið eina fløgu úr [...] hugsi eg ikki bert um, at fløgan er á føroyskum, men eisini um at kompositiónirnar eru í ætt hvør við aðra. Í lagnum »Útisetin« syngur Teitur soleiðis. »hvat skal í mítt kuffert um eg flyti heimaftur? [...] “móðursmáli”, sum hann kallar tað. Og dømini um býttisligan málburð eru fleiri, eitt nú »...tey vóru ikki blíð móti mær« heldur enn »...tey vóru ikki blíð við meg«, og »...mitt í hesum hurlivasinum« í staðin
hetta er um - fyri meg segði hetta mær einki. Spurningurin er, um fólk, sum vóru smádeingir og smágentur í 80’unum, hava eitt so nostalgiskt forhold til hesar leikur, at tey tíma í biograf? Sjálvt um tað tekur [...] her er um bilar, sum enda sum robottar, og um tvey sløg av robottum, ið hava barst í øldir. Tá eg hoyrdi, at allur filmurin byggir á 80’ara robotleikur, mundi eg avskriva allan filmin. Søgan er so um hendan [...] fólk við í filminum, so sum John Turturro og Jon Voight, men tó er hetta ein løgin og pretensiøsur filmur, sum er flott gjørdur, men søgan er so løgin, at tað telur álvarsliga nógv niður. 2 stjørnur av 6
hjá Frelsunarherinum og eg lærdi Palla at spæla, men hann fór skjótt framum meg. Men hann slapp eisini at sita og venja. Um eg hevði sitið so, hevði eg verið hildin at verið ein ónytta. Tað heila var eitt [...] komin, at eg fari at hvessa mær vitið aftur. Eg gleði meg at standa og skera ella pakka fisk, meðan eg lurti eftir útvarpinum. So leggi eg ikki petti í, um eg fari niður í løn, sigur ein glað og fløguaktuell [...] og sjálvtryggari enn nakrantíð. Smæðin, men spelkin, kemur hon inn á redaktiónina í Miðlahúsinum. - Halt ....., tað var gott tú ringdi, sigur hon , tá eg klokkan 8:30 ringi fyri at útseta ætlaðu samrøðuna
Salka Valka er kend millum føroyingar, tí við hesum farinum sigldi Durita Holm um heimshøvini. Filmur og bók eru gjørd um ferðina, sum tískil er fest í huga føroyinga. Salka Valka hevur í hesum døgum ligið [...] Østborg er kendur í Føroyum og hevur vitjað her fimm ferðir, men tá við øðrum bátum. Í dag fegnast hann um, at hann kann koma við søguríka farinum til Føroya. Broytt - Durita seldi bátin í Oslo, men tá eg keypti [...] Noreg og í gerandisdegnum er hann byggiharri. Robert vísir fegin skipið fram og hann hevur dreymar um, at Salka Valka kann nýtast at sigla við føroyingum í norska skergarðnum, tí sum hann sigur, so eru
fyri at hildi um teg og sagt tær, hvussu góð eg eri við teg. Fortalt tær, hvussu stóran týdning tú hevði og hevur fyri meg og míni. Tú lærdi meg nógv í tínum alt ov stutta lívi. Lærdi meg at góðtaka, at [...] fór deyðin við tær og tú við honum, einans 27 ára gomul. Sjálvt um tú ert farin, so ert tú í mínum tonkum hvønn einasta dag. Alt minnir meg um teg – hvat eg enn geri, og hvar eg fari, so síggi og hoyri eg [...] tað gongur øllum væl. Halt teg nær okkum. Vit gloyma teg aldrin. Eg kundi hildi áfram í 1001 nátt, bara fyri ikki at sleppa tær. Men við hesum fari eg at lýsa frið yvir minnini um teg og siga tær eitt seinasta
almenninginum nú um dagarnar, táið hann sum borgari sáar iva um føroyska fyrisiting í einum rættiliga hvassorðaðum lesarabrævi. Málið snýr seg millum annað um, at Jógvan á Lakjuni hevur biðið Páll um at koma til [...] gjørt vart við okkara støðu, um tað sindrið sum higartil er likið út um hetta stóra mál. Tí kennist eisini tann ákæran rættiliga órímilig. Helst hava vit verið ov bersøgnir um fatalu metamorfosuna hjá s [...] ongantíð, havi vent mær til Dimmalætting fyri at vera spurdur um nakað sum helst, hvørki lítið ella stórt, heldur aldri havi eg sett krav fram um at rudda forsíðuna á blaðnum og heldur ongantíð havi eg skírt
tankan um, at hetta kanska var hetta við vilja, fyri at sleppa undan at noyðast longu leiðina til Ukreina, ikki var serliga fjarur. Og vóru gapandi tómu setrini á Tórsvølli eitt ávaringartekin um, at sjálvt [...] liðin, síðani vit gjørdu bragdið á Landskrona móti Eysturríki. Úrslitið var fantastiskt, men minnist meg rætt, vóru vit trýstir í botn stórt sæð allan dystin Anyway, tað er úrslitið, sum telur. Seinnu árini [...] miðlinjuna í høgru síðu. Nakað, sum hann sjálvandi ikki megnaði, og ein...tvær avleveringar, so stóð 0-1. Halt kj...., tað var irriterandi at síggja. Hvat ger forrestin hasin maðurin so aftarlaga á vøllinum? Nú