Dimmulingarnir hjá Sambandsflokkinum hava hevjað uggafjarðarnar, eftir at hava líkst meiningsleysa manninum mitt í eini meining síðani 1. apríl. Dimma hevur onga støðu havt til nakað mál yvirhøvur síðani blaðstýraraskiftið í vár, undantakið er kanska konkurrerandi festivalurin í Klaksvík, hóast Árni Gregersen gjørdi greitt frá byrjan, at oddagreinin framvegis var propaganda-kvørnin hjá Kaj Leo, Lisbeth, Marjus & Co.
Hevur tú einaferð valt, at gerast partur av heimsins skitnasta handverki, so mást tú rokna við at dálka tær fingrarnar - so av og á. Soleiðis tók Finnbogi einaferð til, táið vit hugleiddu um hetta merkiliga fyribrigdið, sum politikkur er. Sum sjálvvald skotskiva, eigur ein at vera fyrireikaður til teir fúlastu tøðleyparnar, sum kunnu verða syftir úr ymsum heraðshornum, til eina og hvørja tíð, áðrenn tú varir tað.
Eftir øllum at døma byrjaði valstríðið á Dimmu ígjárkvøldið. Árni hevur hvest sær skutilin á fyrsta sinni, og roynir sum frægast at flensa hvøljuna upp á eysturoyartingmanninum hjá Tjóðveldinum. Tað er hann hjartaliga vælkomin til, men tó skal meira megi til, enn hasin dukkufreturin, at skala armeringini, eftir tíggju baldrut ár í hesum meldrinum. Ivaleyst fer Árni einaferð at ásanna orðini um, at vøddarnir styrkna og herðast mest í mótráki, táið róð verður til miðis.
Nú kann hendan greinin lesast við ymsum glareygum. Somikið kann sigast, men táið bara ein politikkari er nevndur í greinini, so halda tey flestu, sum hava gjørt vart við seg, í hvussu er, at eg eigi alla bukkuspannuna í oddagreinini. Er tað so, lat meg so staðfesta við sjeytummaseymi, at eg ongantíð havi skírt Dimmalætting fyri at vera eina gøluelskandi brølapu, ongantíð havi skírt hana at vera ótrúverduga, tí hon hevur dittað sær at grava í málum, við úrsliti, sum ikki er vorðið júst tað, sum onkur upprunaliga hevði væntað, at eg ongantíð, ongantíð, havi vent mær til Dimmalætting fyri at vera spurdur um nakað sum helst, hvørki lítið ella stórt, heldur aldri havi eg sett krav fram um at rudda forsíðuna á blaðnum og heldur ongantíð havi eg skírt hesa gomlu tantuna fyri at vera í lummanum á ávísum áhugamálum. Rokni við at blaðstýrarin er somikið at sær komin, at hann kann vátta hesa sannroynd.
Síðani hevur Árni Gregersen fingið ilt í afturpartin av einum fyrispurningi, ið eg loyvdi mær at seta landsstýrismanninum í mentamálum, í spurnartímanum á tingi, í dag. Hetta verður sagt í somu øðini og ferðini sum alt hitt omanfyri nevnda. Lat meg beinanvegin vegin staðfesta, einaferð fyri allar, at Árni Gregersen kemur ongantíð, aldri, at taka avgerðir um, tíansheldur at ávirka, hvat ið undirritaði skal taka sær fyri, soleingi eg eri ein partur av politisku skipanini. Líka so lítið sum eg ætli mær at vera redaktiónsovasti ella at pilka við hvørt einstakt val í tíðindaflutninginum hjá úrvalda liði hansara, honum og Dimmu.
Nú setir hann fyrispurningin upp ímóti fíggjarlógini. Og metir, at hesin í mun til hana er óviðkomandi, og ikki átti at verið settur, ikki nú, men einaferð táið tað hóskar betri í krammið hjá dimmulingunum hjá Sambandinum. Teir sita jú við valdinum, oddagreinin er hvassi ørvurin á politiska hermóti Sambandsins, tí ræður um at verja borg sum longst og frægast. Eitt stjórnarblað hevur serligar skyldur at røkja í valdssferuni.
Fíggjarlógaruppskotið fær ongin viðgjørt í løtuni, tí tað verður ikki lagt fram á ting, fyrrenn fríggjadagin í vikuni. Viðgerðin verður at fara fram í komandi viku. Tó ómakaðu vit báðir Høgni okkum at fara til tíðindafundin úti í Albert Hall seinasta fríggjadag, og eru higartil teir einastu í skipanini, sum í greinum hava gjørt vart við okkara støðu, um tað sindrið sum higartil er likið út um hetta stóra mál. Tí kennist eisini tann ákæran rættiliga órímilig. Helst hava vit verið ov bersøgnir um fatalu metamorfosuna hjá sambandsmanninum Magna Laksáfoss í fíggjar- og búskaparpolitikkinum, tí kennir Árni seg kallaðan at flyta focus, í hesi tungu tíð, táið tað byrjar at ríða undan retorikkinum síðani 15. mai, - og lekin ímillum teori og praksis hjá fíggjarmálaráðharranum setir øll føroysk met.
Síðani er bara málið viðvíkjandi Pálli Ismarssyni eftir. Tað er rætt at málið var frammi fyri tveimum árum síðani, men málið tekur seg uppaftur í almenninginum nú um dagarnar, táið hann sum borgari sáar iva um føroyska fyrisiting í einum rættiliga hvassorðaðum lesarabrævi. Málið snýr seg millum annað um, at Jógvan á Lakjuni hevur biðið Páll um at koma til fundar um eitt mál, sum liggur í Mentamálaráðnum honum viðvíkjandi. Har verður málið viðgjørt, og innan fyri Varmakeldueiðið lesur landsstýrismaðurin enntá upp úr skjølum í málinum, á privatari grund, og ongi embætisfólk er hjástødd. Nakað eftir tað verður kallað inn til fundar – ein sokallaður non existing fundur, í Mentamálaráðnum, har Jógvan á Lakjuni, Eyðbjørn Poulsen, Hans Johannes á Brúgv og Páll sjálvur taka lut. Fyrsta aktin á fundinum er ein fráboðan um, at táið fundurin er lokin hevur hann ongantíð verið hildin. Ongi notatir, ongi skjøl, onki nakað. Fundurin er ein non-fundur. Um Dimmalætting heldur, at hetta er røtt mannagongd samsvarandi fyrisitingarreglum og siðvenjum, so hevur onkur ella fleiri drukkið eddike á hasi redaktiónini. Sleppur útinnandi valdið avstað við hesum arbeiðslagnum, so verða heldur ongi skjøl at fáa alment innlit í, í tíðini sum kemur. Heldur ikki hjá Dimmu. Hvør skal tá vera eftiransari og røktingarmaður í føroyska fólkaræðinum?
Eg kenni ikki Páll Ismarsson, men eg kenni fleiri av hansara næmingum, ígjøgnum mong ár. Allir geva honum hitt besta skotsmálið. Sera gløggur, óvanliga arbeiðssamur og hann mundi eiga størsta heiðurin av, at tað í heila taki varð farið undir víðkaða maskinmeistaraprógvið í Føroyum.
Páll hevur sjálvur gjørt málið alment aftur. Mín áhugi er ikki persónligur. Fyrispurningurin varð settur, tí at mangt bendir á, at fyrisitingin í Mentamála-ráðnum hevur klokkað so gevaldiga í tí. Og er ein møguligur órættur gjørdur ímóti einum borgara í einum demokratiskum samfelag, so skal órætturin rættast aftur til rætt. Kunna aðrar skipanir ikki gera tað, fjølmiðlar sum eitt nú Dimma millum annað, so eigur onkur tingmaður at gera tað. Hetta snýr seg eittans um at verja demokratiið og fólkaræðisligu rættindini hjá øllum, uttan undantak. At Dimmalætting so er farin í part við politiska valdinum í landinum, ja, tað er so tykkara val, men lítið virðiligt fyri eitt blað, sum heldur so nógv um seg standa. Annars er tað heldur ikki rætt, sum Árni skrivar í oddagreinini, at málið er tvey ára gamalt. Sambært Pálli er tað ongantíð avgreitt endaliga, og nú fer hann at lata løgmanni málið. Samstundis var tað latið landsstýrismálanevndini á tingfundinum í dag.
Havi ikki runnið upp á dyrnar hjá Dimmalætting, ætli mær tað heldur ikki. Havi ongantíð tosað í telefon við Dimmalætting, uttan so, at hon ella tey hava ringt til mín. Einasta samskiftið eg havi havt við hetta nú so sjónliga sambandsorganið er, at eg so hissini havi telduvarpað teimum okkurt lesarabrævið, og so hevur tað verið upp til blaðstýraran, um hann hevur prentað tað í blaðnum ella ikki. Er hetta somikið lítið áhugaverdur lestur, og verða innsendar greinar mettar sum eitt slag av hóttan mótvegis blaðnum og blaðstýraranum, at tit velja at sortera tað frá, at lúka burturúr, so gjarna fyri mína skuld. Sosialurin, Norðlýsið og Oyggjatíðindir liva enn sítt fríska og sáliga lív, og tey bløðini plaga nú ikki at vera pírin, táið tað ræður um at røkja demokratiska orðaskiftið í landinum. So frægir demokratar eru Jan, Oliver, John William og Dan hóast alt.
Annars, Árni, halt bara fram í sama stíli. Hvøljan er tjúkk, og eg missi á ongan hátt náttarsvøvnin av hesi bukkuspannini. Til tað skal tøðrúgvan vera væl størri í vavi. Vælsignað allíkavæl, at tit so tíðliga í valstríðnum gjørdu okkum varug við, at tykkara lodd eru løgd í vágskálina hjá valdinum, samgonguni og Sambandinum.
Geispandi neandertalarar valdast!










