segði Tóra, sum heldur ikki fór niður við høvdinum, hóast tað ikki eydnaðist teimum at vinna. ? At vit komu víðari til finaluna var stuttligt, men eg eri als ikki kedd fyri tað, um vit endaðu nummar fimm [...] Prixið var hildið. Tey hava sungið nógv saman áður, men hetta var ein heilt onnur støða. Nú ráddi tað um at syngja fyri tveimum milliónum dønum, sum fylgdu spentir við í sjónvarpinum, og tað var ein stór [...] okkum, segði Tóra, tá kappingin var av leygarkvøldið. ? Eg hugsaði als ikki um, at so nógv lurtaðu og hugdu eftir okkum. Vit sóu tey fólkini, sum sótu úti í salinum, og tað var fyri teimum, at vit fyrstu og
ein vitandi um ætlanirnar at fremja verkætlanina um betri tunnilssamband. Var rætt atborið, skuldi alt hetta kunnað gjør sítt til, at bygdin kundi vaksið aftur. - Eg eri onga løtu í iva um, at tann dagin [...] Enn er ikki avgjørt um ella nær farið verður undir at byggja hesar tríggjar bygningarnar við tveimum íbúðum í hvørjum teirra. Tað fer eftirspurningurin at avgera. - Vit ynskja nú at vita, um fólk eru [...] eru sinnað at keypa hesar íbúðirnar. Gera tey tað, so halda vit fram við ætlanini. Um ikki, so verður hon slept. - Íbúðirnar skulu verða seldar, áðrenn vit fara víðari við ætlanini, slær Atli fast. Av tí
diva Linda Andrews var eisini skotin upp til Planet Awards í ár, har hon var tilnevnd sum uppskot til bestu føroysku songkvinnu. Niels Uni Dam, tónleikaummælari, skrivaði soleiðs um Lindu Andrews sum [...] er búsitandi í Keypmannahavn, er ikki heilt ókend í tónleikahøpi uttanlands. Hon hevur millum annað framført til Danish Music Awards og Melodi Grand Prix, umframt at hon í fjør tók lut í kappingini Talent [...] við heimsstjørnum, hava givið henni eina serstakliga góða fatan av, hvussu hon fær brúkt sína rødd á bestan hátt.« Nú ætlar hon sær aftur at gera ein vørr uttanlands, og útfallið av upptøkuroyndini til
broytingaruppskotið var um, at kommunan gjørdi byggibúningina lidna sjálv til tess at tryggja sær, at hon verður í lagi. Heldur ikki hetta broytingaruppskot vann fram. Úrslitið var tað sama, tríggjar fyri [...] gjørd undir Kongavarða. Tvey broytingaruppskot vóru frá minnilutanum, tá málið var fyri í býráðnum hóskvøldið. Annað var um, at bústaðirnir, sum koma burtur úr ætlanini, verða bodnir teimum, sum standa [...] atkvøður vóru fyri úr Tjóðveldi. Ikki minni enn 9 atkvøður úr samgonguni vóru ímóti, meðan ein ikki greiddi atkvøðu. Okkum fyrikemur hetta at vera eitt týðuligt tekin um, at ein stór høgrasnaring er farin
um eina umbering. Tað var ikki meiriluti í Fólkatinginum fyri uppskotinum. – 28. mars í 2017 endurtók barna- og almannaráðfrúan Mai Mercado, at stjórnin heldur, at staturin ikki skal geva monnunum eina [...] er eitt yvirliti yvir málið um Godhavnsdreingirnar, sum hava stríðst fyri uppreins fyri oyðilagda barndómin á barnaheiminum Godhavn í 1960'unum. – Dreingjaheimi Godhavn var stovnað í 1933 í Tisvildeleje [...] 2015 fríkendi býarrætturin í Keypmannahavn Almannamálaraðið. Býarrættuin staðfesti, at kravið um endurgjald var firnað og skuldi havt verið sett fram í seinasta lagi í 1985. – Dómurin í býarrættinum varð
Veðursjúkur. Siti við gluggan og hyggi at vágni. Hon livir, øll sum hon er. Ikki tað lívið, sum var í summar, tá fuglur og fiskur, kópur og hvalur hvørt um annað vóru regluliga at síggja. Nei, nú eru tað [...] rokanum, sum einki var. Ella eru tær bara býttar? Helst tað. Tí um nakað skil var í teimum, høvdu tær sloppið sær inn um grótkastið hinumegin, meðan veðrið leikar soleiðis í her. Ná, men tær um tað. Men bát [...] man vera í lagi soleiðis. Men eg síggi tað ikki. Tað er so mikið tjúkt. Kanska er tað ikki eitt flogfar kortini. Kanska er tað bara landsynningurin, sum dundrar um rundingarnar har uttan fyri gjónna. Hugnaligt
ber ikki til hjá Strandferðsluno at binda seg til nakað fyrr enn fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt í Løgtinginum einaferð beint upp undir jól, tí ikki fyrr enn tá veit Strandferðslan, hvat hon hevur [...] Samferðslumálaráðið gjørdi eina fimm ára avtalu um fígging, soleiðis at Strandferðslan visti fimm ár fram í tíðina, hvussu stóra játtan hon fekk. Tað hevði gingið okkum betri, og heilt aðrar møguleikar at lagt [...] hóskandi avloysaraskipi, tí skipini, sum lúka treytirnar fyri at sigla her um okkara leiðir, fækkast alsamt. Fyri tveimum árum síðani var Galaxy avloysaraskip og tað hepnaðist væl, uttan tað, at tað gekk ill
at verkafólk fingu betri sømdir í ALS. Hvalbingar hugsa um tey, sum ikki fáa fulla arbeiðsviku fyri veður, men kanska bara tveir, tríggjar dagar um vikuna. ?Hesi eiga at fáa tað, sum manglar í fulla viku [...] Arbeiðarafelag. Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, varð einmælt samtykt at arbeiða fyri, at arbeiðsfólk fingu betri sømdir frá ALS. Tað var Arbeiðsmannafelagið Roynd í Hvalba, sum legði fyri [...] eru nógv arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá byggivirkjum, hjá kommunum og øðrum, sum ofta ikki fáa arbeitt fyri veður, helst um veturin. Og teir halda, at lógin hjá AlS eigur at verða broytt soleiðis, at teir kunnu
Soleiðis var september 2003 við miðalhitanum 11,1 stig tann heitasti mánaðurin, vit vita um á landgrunninum, sigur hon. Men, leggur hon aftrat: - Hetta tíðarskeiðið, vit eru í nú, er tó ikki tað heitasta [...] Fyribils eru tað tó bara trý ár, ið hava verið óvanliga heit, og tí ber ikki til at staðfesta enn, um talan er um alheimsupphiting ella um hesi árini bara eru náttúrlig frávik frá miðalheitum árum. Í øllum [...] Oyrargjógv og luftmátingarnar í Havn. Um veturin er hitin í luftini minni enn í sjónum, men um summarið er hitin í luftini hægri. Hetta merkir, at longu tíðliga um summarið, tá ið luftin er vorðin heitari
okkara fólkavaldu mugu hugsa um. Ta ferðina var tað Richard Nixon, ið fekk frammaná av vakra og væl klædda John F. Kennedy. Nixon skilti ikki týdningin hjá miðlunum, og tá hann var boðin sminku til eina valsending [...] ráð um klæði og hár. Helena Dam av Nestabø Umdømi um stílin: Helena er ein snøgg og vøkur dama. Hon er oftani klassiskt klødd og klæðini hjá henni eru rólig og vælbalanserað - eitt sindur sum hon sjálv [...] Men Texas-inspireraða bandið um hálsin er ein farin tíð. Kann betrast: Kári skal skifta bandið um hálsin út við eitt slips - ella hví ikki eina sloyfu. Reyð skjúrta passar ikki so væl til húðina hjá Kára