Stílurin hevur týdning

Sunneva Thorsteinsson og Petrina Berg á Lag fylgja væl við innan móta og stíl, og vit hava sett tær saman við myndum av nøkrum av okkara kendastu politikarum og biði tær sagt sína hjartans meining um klæði, hár og stíl.

Líka síðani amerikanska forsetavalið í 1960, ið vanliga verður kallað fyrsta "massmedia election", er stílur nakað, sum okkara fólkavaldu mugu hugsa um. Ta ferðina var tað Richard Nixon, ið fekk frammaná av vakra og væl klædda John F. Kennedy. Nixon skilti ikki týdningin hjá miðlunum, og tá hann var boðin sminku til eina valsending, segði hann nei takk. Dagin eftir vísti tað seg í meiningakanningum, at tey, sum høvðu hugt eftir sjónvarpi, hildu, at Kennedy hevði klárað seg nógv betri, meðan tey, sum høvdu lurtað í útvarpi hildu uppá Nixon. Kennedy endaði við at vinna valið og gerast nýggjur forseti.


Sjónvarp og bløð spæla stóran leiklut, tá avgerast skal, hvør fær krossin á valdegnum. Ein persónur, sum sær gott út og hevur gjørt sær ómak við klæðum og hárið, hevur størri møguleika at fáa okkara álit enn ein, ið er kloddutur og skitin. Tað vit siga við okkara klæðum og stíli - og ikki minst kropsmálið - er oftani viktigari enn tað, sum kemur út gjøgnum munnin.


Politikararnir í Føroyum standa seg væl í altjóða kapping, meta tær báðar Sunneva Thorsteinsson, deildarleiðar á Stíl og Snið hjá Tekniska skúla og stylecoach, og Petrina Berg á Lag, stylecoach.


Sunneva eftirlýsir meira tilvitaðan stíl og heldur, at á sama hátt, sum flestu politikarar fara til lýsingarstovur at gera lýsingatilfar uppundir val, burdu teir eisini farið til ein stílserfrøðing og fingið ráð um klæði og hár.



Helena Dam av Nestabø

Umdømi um stílin: Helena er ein snøgg og vøkur dama. Hon er oftani klassiskt klødd og klæðini hjá henni eru rólig og vælbalanserað - eitt sindur sum hon sjálv eisini er. Hárið og húðin eru vælansað.


Kann betrast uppá: Helena hevði kunnað verið betri til, at fylgt rákinum innan litir, og eisini valt eitt sindur nýggjari og modernaði klæði. Hon hevur í so oftani eitt turkis hálsband.



Annika Olsen

Stílur: Annika er ein flottur politikar, sum kann bera tættari snið. Hon er ofta í klædningsjakka, sum signalerar autoritet.


Kann betrast: Annika er ein gimsteinur, sum trongir til fínpussing. Hon kundi gjarna brúkt meiri tíð uppá sminku og klæði, enn hon ger nú. Hárið kundi verið styttri og í hæddum. Eygnabrýrnar trongja til at nippast og litast. Annika passar væl at ganga í kjólum og meira femininum klæðum.




Kári Á Rógvi

Stílur: Klædningur er altíð gott hjá einum mannligum politikara. Men Texas-inspireraða bandið um hálsin er ein farin tíð.


Kann betrast: Kári skal skifta bandið um hálsin út við eitt slips - ella hví ikki eina sloyfu. Reyð skjúrta passar ikki so væl til húðina hjá Kára, hann skal heldur velja mildari litir. Klædningurin sær eisini út at vera eitt nummar ov stórur.




Kaj Leo Johannesen

Stílur: Kaj Leo er ein favorittur. Hann er altíð sera væl klæddur og væl uppdateraður í rákinum. Blátt er ein sera góður litur til hansara.


Kann betrast: Tað mesta er í lagi við stílinum hjá Kaj Leo, men kanska hann onkuntíð vísur seg á myndum og í sjónvarpi uttan slips og skjúrtu, so at hyggarin sær aðrar síður av honum.



Poul Mikkelsen

Stílur: Poul er ein vakur maður, sum dugur hetta við klæðum. Hann velur eitt reytt slips, sum er eitt útmerkað val uppundir eitt valstríð, tí tað signalerar styrki.


Kann betrast: Klædningurin hjá honum sær í so stórur út, hevði kunnað verið eina stødd minni.



Jenis av Rana

Stílur: Jenis vísir á hesi myndini ein avslappaðan stíl og ungdómligt look, sum nógvir høvdu kunnað brúkt eisini. Tað er nevniliga flott at hava ein klassiskan jakka saman við einari einklari t-troyggju.


Kann betrast: Jenis burdi trimma sær brýdnar og klipt hárið eitt sindur modernari.


Høgni Hoydal

Stílur: Høgni er konservativur og tjóðskaparligur í stínum stíli. Hann útrykkir aftirhaldni.


Kann betrast: Høgni hevur brúk fyri at uppdatera sín stíl. Kotið hjá honum er alt ov stórt og hví ikki skifta tað út við ein vælsitandi klædning? Brýdnar hava brúk fyri at nippast, og vínreytt slips til bláa skjúrtu riggar ikki.


Hans Pauli Strøm

Stílur: Stílurin hjá Hans Paula er øðrvísi. Ringurin í oyranum og hatturin týða uppá, at hann vil halda fast við tað ungdómliga. Lillafarvaða skjúrtan passar væl til hansara eygu.


Kann betrast: Nú sæst ringurin í oyranum ikki á hesi myndini, men hann skuldi verið tikin burtur. Hatturin er eitt image. Vesturin sær eitt sindur ov stórur út.