Smyril í dokk: Hava einki avloysaraskip enn

Tað verður alsamt truplari at fáa fatur á einum avloysaraskipi, staðfestur stjórin á Strandferðsluni

Sum skipanin er nú, ber ikki til at leita eftir avloysaraskipi fyrr enn eftir nýggjár. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Smyril skal nevniliga aftur í dokk í nakrar vikur næsta heyst, men enn er óvist, hvat fyri skip skal loysa hann av.

 

Hilmar Eliasen sigur, at í roynd og veru ber ikki til hjá Strandferðsluno at binda seg til nakað fyrr enn fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt í Løgtinginum einaferð beint upp undir jól, tí ikki fyrr enn tá veit Strandferðslan, hvat hon hevur at húsast fyri. Og tí ber heldur ikki til at gera nakra bindandi avtalur fyrr enn tá.

 

Tískil endurtekur hann tað, hann hevur sagt áður, at tann besta skipanin hevði verið at Strandferðslan og Samferðslumálaráðið gjørdi eina fimm ára avtalu um fígging, soleiðis at Strandferðslan visti fimm ár fram í tíðina, hvussu stóra játtan hon fekk.

 

Tað hevði gingið okkum betri, og heilt aðrar møguleikar at lagt okkara virksemi til rættis, og at gjørt langtíðaravtalur, sigur Hilmar Eliasen.

 

Hann ásannar eisini at tað verður alsamt truplari at fáa fatur á hóskandi avloysaraskipi, tí skipini, sum lúka treytirnar fyri at sigla her um okkara leiðir, fækkast alsamt.

 

Fyri tveimum árum síðani var Galaxy avloysaraskip og tað hepnaðist væl, uttan tað, at tað gekk ill at halda ferðaætlanina. Og Strandferðslan hevur hvat í huganum at fáa Galaxy aftur, men enn er einki greitt, og sum sagt ber ikki til at gera nakra beinleiðis avtalu fyrrenn næsta ár.

 

Og stjórin ásannar, at tað er als ongin vissa fyri, at tey fáa fatur á Galaxy yvirhøvur, tí hon kann verða seld, ella leiga øðrum, og so verður Strandferðslan við sviðusoð, hvat henni viðvíkur.

 

Hann sigur, at einasti máti, Strandferðslan við vissu kann tryggja sær eitt avloysaraskip, er at fáa eitt skip afturat, sum kann kann brúkast til endamálið. Tað hava tey á Strandferðsluni eisini gjørt sær nakrar tankar um.

Tað kanst tú lesa meiri um her: Suðuroyarsiglingin: Vit mugu hugsa stórt