Tóra fegin um at tað gekk væl

? Alt gekk, sum tað skuldi, og tað eri eg sera glað fyri, sigur Tóra við Keldu, sum gav beiggja sínum eina hjálpandi rødd í Grand Prixnum

Keypmannahavn: Leygarkvøldið stóðu Pætur og Tóra við Keldu á pallinum í Cirkusbygninginum, har danska Grand Prixið var hildið. Tey hava sungið nógv saman áður, men hetta var ein heilt onnur støða.
Nú ráddi tað um at syngja fyri tveimum milliónum dønum, sum fylgdu spentir við í sjónvarpinum, og tað var ein stór uppgáva
? Eg eri sera glað fyri, at tað gekk so væl hjá okkum. Eg helt, at serliga seinnu ferðina riggaði tað væl hjá okkum, segði Tóra, tá kappingin var av leygarkvøldið.
? Eg hugsaði als ikki um, at so nógv lurtaðu og hugdu eftir okkum. Vit sóu tey fólkini, sum sótu úti í salinum, og tað var fyri teimum, at vit fyrstu og fremst royndu at syngja.
Einki vónbrot
Tóra sang eina av kórrøddunum í sanginum. Hon er von við at syngja saman við Pæturi, og hesaferð riggaði tað eisini sera væl hjá teimum. Musikalsku systkini svingaðu væl saman.
? Tað var stuttligt at vera við í Grand Prixnum, og eg kláraði at njóta hvørja løtu, tað vardi, segði Tóra, sum heldur ikki fór niður við høvdinum, hóast tað ikki eydnaðist teimum at vinna.
? At vit komu víðari til finaluna var stuttligt, men eg eri als ikki kedd fyri tað, um vit endaðu nummar fimm. Alt riggaði væl hjá okkum, og tað var tað týdningarmesta, helt Tóra.