fultriknir. Tvs bólk 5B. Hesir bátar verða eitt stað í millum 400 og 500 í talið í 2019. Siga vit 450 uppí 3000 dagar, ja so eru knapt 7 dagar eftir í part í 2019. Hettar kemur at hava við sær, at eg og nógvir [...] gera ein eyka innsats. Í okkara sosialistiska/komunistiska veldið sum vit nú liva í, er hettar ikki væl dámt, og tí verða nú fótonglar lagdir út fyri at drepa tann hugin, sum enn er í nøkrum av okkum her [...] fiskiloyvi í bólki 5A, sum er bólkur fyri fultriknar útróðrarbátar. Við hesi nýggju kunngerðini læsir skipanin fleiri bátar fastar í bólki 5B, sum hava fiskað fleirfalda tað, ið bátar sum nú fáa rættindi í bólki
tlan løgd fyri skúlan í Fuglafirði í 1997, og fyrsta byggistig varð framt í verki. Framhaldsdeildin hevur tí í dag nøkunlunda umstøður sum er, men barnaskúlin húsast framvegis í einum pjøssaðum”miðaldarligum [...] øllum 9 í býráðnum, men tá Kristina Toftegaard í lesaraskrivi roynir at vaska dusti av herðum sínum og tveita alla sína ábyrgd á hini, sum sitið hava, við tí eina endamáli, at misnýta skriv mítt í lands [...] landspolitiskum stemmufiskaríið, tá haldi eg, at farið er um mark. Kristina tú kanst verja teg við, at tú bert hevur sitið í býráðnum í 13 mánaðir. Til tað er bert at siga - tíbetur so hevur tú bert syndirnar
málmøguleikar til Danmark, men í meiri enn einum føri fingu føroyingar ruddað burtur av málstrikuni. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti Klæmint Andrasson Olsen skiftast út vegna skaða. Í hansara stað kom Dánjal [...] beint við síðuna av. Føroyar hevði enntá møguleika at fáa øll trý stigini í yvirtíðini, tá ið teir aftur komu í yvirtalsstøðu í einum mótálopi. Einki spurdist burturúr hesum, men øll fegnaðust um ein 1 [...] oddaliðnum Serbia nú eitt krav í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Undir og eftir dystin sat tú sum føroyingur bara við kenslu av, at U21-landslið okkara enn einaferð vísir vegin í føroyskum landsliðshøpi
kappingin í valstríðnum í størri mun er blivin millum valevnini í sama flokki enn í millum flokkarnar, hóast flokkarnir enn dominera. Og so plakatspurningurin, virka tær? Tann mest aktivi í Havn hevur [...] um vit hugsa um løgmannsembætið, og ger í heila tikið, at flokkurin stendur veikur í samráðingarstøðu. Gerðin hevði verið skillig, um flokkarnir í Føroyum vóru í blokkum, eins og til seinasta val, tí so [...] flest atkvøður í prosentum, hevði hann eina afturgongd og misti eitt umboð. Javnaðarflokkurin hevði eina lítla framgongd, men framgongdin var ógvuliga jánkaslig, í mun til hvat var í væntu. Veruleikin
at ganga í haganum, spyrja um loyvi at sleppa í land í Koltri, at tú skuldi ígjøgnum eitt portur við kortterminali og dupultum píkatráði fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, ella at hólmurin í Mykinesi var [...] og ferðafólkini. Og tað er enn tá í tráð við ein av hornasteinunum í menningarætlanini hjá Visit Faroe Islands ” góðska heldur enn nøgd ”. 220 mió. ferðafólk í Havnini Í Saksun, har tað búgva 9 fólk, koma [...] hava í dag hvørki lóggávu um bústaðarskyldu, ognarskatt til útlendingar ella lóggávu, ið verjir okkara náttúru og tilfeingi. Hetta merkir, at útlendingar í dag kunnu keypa øll húsini úti á Reyni, í Bø,
heldur enn 8 fólkum í landsstýrinum. Bíðar Árni Olafsson, leiðari í føroysku samráðingar-nevndini,segði annars við útvarpið í eini viðmerking til úttalilsini hjá Paul Nicolopulo í Sosialinum týsdagin, [...] Hann sigur hetta í eini viðmerking til orðini hjá 1. skrivaranum á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn, Paul Nicolopulo í Sosialinum týsdagin um, at marknamálið framvegis kann loysast við samráðingum [...] álit á bretum í hesum máli. -At umboð fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn nú kemur til Føroya er einki annað enn fyri at gera eitt lobbyarbeiði, sum kann tæna bretskum áhugamálum í marknatrætuni
eginleika, at limirnir í Búskaparráðnum vilja verja sín kroysta formann í hes-um tíðum. Men hetta kann vera eitt høvi til at seta nøkur viðurskifti uppá pláss. Tað, sum er avgerandi í øllum hesum máli, er [...] ið. Men hesi eru øll "serfrøðingar" - cand. í einum ella øðrum. Í ráðnum er ikki skuggi av fólki við praktiskum tilknýti til fiskivinnuna. Ein slíkur var í ráðnum fyri nøkrum árum síðani. Hann tók seg [...] als ikki í teirra áhuga at seta fleiri fólk. Hinvegin virkar skipanin á tann hátt, at skiparar, sum eru teir, sum seta fólkið, hava áhuga í at hava fægst møguligar mans við, tí meira verður tá í part uttan
og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá. Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið [...] Ikki eitt einasta av teimum er eftir mínum tykki eitt veikt lag sigur Malan um fløguna, sum í dag verður at fáa í fløguhandlunum Malan smæðist ikki við at kalla nýggju fløguna eina reindyrkaða poppfløgu. [...] hon undir at syngja, og hetta hevur bara vundið uppá seg. Malan verður av teimum flestu sett í samband við Mark No Limits, tað var saman við hesum bólkinum at tað eydnaðist henni at vinna Prix Føroyar kappingina
gransking koma í stóra mun aðra staðir frá – og tá er tað í stóran mun uttan úr heimi. Maria Skaalum Petersen, sum granskar í orsøkum til parkinsonsjúkuna, og Jónrit Halling, sum granskar í autismu og [...] og hava felags skrivstovu í hugnaligu amtslæknahúsunum við Rættará í Havn. 37 ára gamla Maria Skaalum Petersen granskar serliga í genetiskum orsøkum til Parkinsons sjúku í Føroyum. Lutfalsliga nógvir [...] gera sjálvar kanningarnar í meira enn eitt ár í senn, verður upphæddin so høg, at sannlíkindini fyri at fáa játtan ikki eru stór, tí nógv eru um boðið, og upphæddin avmarkað, sigur Maria Skaal-um Petersen
. Fyrsti stýringsbólkafundurin var í Føroyum beint fyri jól. Næsti fundurin var 28. januar í Keypmannahavn. 6. februar var næsti fundurin í kontaktbólkinum, eisini í Keypmannahavn. Á tí fundinum var allur [...] undir Havrættarkonventiónini, sum kravið skal latast til, hevur gjørt. Í sambandi við at Danmark í fjør gjørdi av at ratifisera sáttmálan í ár so varð eisini gjørt av at fara undir kanningar. Danska stjórnin [...] gjørt í tøttum samstarvi við danskar stovnar. 10 fólk eru í hesum stýringsbólkinum, seks danir og fýra føroyingar. Føroyingarnir eru Martin Heinesen og Claus Andersen frá Jarðfrøðissavninum, Hjalti í Jákupsstovu