Tinghellan: Valið - hvat so?

Nú er valið av og í skrivandi stund er spenningur um, hvør samgongan verður. Vit á Tinghelluni hava roynt at fylgt við í dystinum upp undir val og gjørt okkara viðmerkingar, og Kári hevði eina góða lýsing av valinum í hósdagsblaðnum. Og rætt hevur hann, eg havi víst á í eini Tinghellu, at Tann Stuttligi Flokkurin hevur verið sunnur fyri okkara demokrati, og einki rakar betur enn hansara lýsing av flokkunum sum hamstarahjól.

Bogi Eliasen

Úrslitið
Úrslitið av valinum varð sera óvæntað. Serliga um hugsað verður um, at forsagnirnar í stóran mun spáddu andstøðuni stóra framgongd, har serliga Sambandsflokkurin skuldi fáa størsta ágóðan av hesum. Tað var lagt upp til, at valið fór at geva fráfarandi samgongu eina ordiliga afturgongd.
Men so varð ikki. Sjálvt um valið gav Sambandsflokkinum flest atkvøður í prosentum, hevði hann eina afturgongd og misti eitt umboð. Javnaðarflokkurin hevði eina lítla framgongd, men framgongdin var ógvuliga jánkaslig, í mun til hvat var í væntu.
Veruleikin er, at fráfarandi samgongu fekk ein tinglim afturat. So um løgtingsvalið 2004 eisini var ein uppgerð um ríkisrættarligu støðuna, so kann ikki sigast at fólkið er ímóti tí leisti, sum førdur hevur verið í seks ár. Men kanska er úrslitið so líkt seinasta vali, tí tað er ikki so langt síðani seinast.

Er skipanin órættvís?
Nógv hevur verið sagt um, at okkara valskipanin er órættvís, tí tann triðstørsti flokkurin á tingið fær flest tingmenn. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at býtið av tingmonnum ikki fylgir prosentvísa býtinum. Og hetta tykist órættvíst, um vit hugsa um Føroyar sum eina heild. Hinvegin hava vit valt at hava eina skipan, við bæði valdømum og at minni økini er yvirumboðaði. Aftrat hesum er eitt mark fyri, hvussu nógvir eykamenn kunna setast fyri at rættvísgera møguligar skeivleikar. Soleiðis má niðurstøðan verða, at um vit ynskja ein skipan, sum tekur so nógva hædd fyri teim minnu økinum, mugu vit liva við sovorðnum skeivleikum. Mín meting er greið. Ein broyting til eitt valdømi, hevði eisini loyst henda trupulleikan.

Andstøðupolitikkur.
Fráfarandi samgonga hevur buldrað so illani innanhýsis, at tað ikki hevur verið neyðugt hjá andstøðuni at vísa á teirra veikleikar. Og kanska sást hetta seinastu vikuna í valstríðnum. Serliga Sambandsflokkurin hevði einki at bjóða. Vit hava her í Tinghelluni víst á, at tað ikki ber til at hava eitt loyniligt skattauppskot, men í heila tikið virkaði flokkurin sum um hann longu hevði vunnið og royndi at fáa tann 11. tingmannin, sum onkur veljaraknning segði, at hann var nær við at fáa.

At leggja frá sær
Eg skilji væl, at Lisbeth L. Petersen leggur frá sær. Hon hevði eitt vánaligt persónligt val, serliga um samanborið verður við valið í 2002. Men flokkurin hevur enn størsta prosentpart av veljarunum og ein reellan møguleika at koma í samgongu. Við at leggja frá sær her, letur hon í veruleikanum øll kort frá sær, um vit hugsa um løgmannsembætið, og ger í heila tikið, at flokkurin stendur veikur í samráðingarstøðu. Gerðin hevði verið skillig, um flokkarnir í Føroyum vóru í blokkum, eins og til seinasta val, tí so visti Lisbeth, at hon hevði skula í andstøðu. Soleiðis er støðan ikki nú. Støðan er tann, at allir flokkar hava møguleika at koma í samgongu, eins og møguleikarnir eru fyri bæði smølum og breiðum samstarvið. Hinvegin er tað gleðiligt at síggja ein floksleiðara sum tekur í egnan barm.

Hvør tekur við?
Men hvør skal taka við. Fyribils er næstformaðurin, Alfred Olsen settur, og tað er jú nátturligt, at næstformaðurin tekur við, tá formaðurin leggur frá sær í úrtíð. Men hann er ikki nøkur varandi loysn, um flokkurin ætlar at endurnýggja seg. Hann er partur av gamla ættarliðnum og stendur ikki fyri nakrari nýhugsan ella broyting.

Men hvør kann taka við. Fram til valið hevur ofta verið ført fram, at Sambandsflokkinum tørvar leiðarar og løgmannsevni. Um vit fara at leita eftir boðum upp á nýggjan formann í nýggju tingmanningini, er fyrrverandi formaðurin og løgmaðurin Edmund Joensen, men hann er partur av tí gamla ættarliðnum. Marjus Dam kann ikki hugsast at verða evni. Jóhan Dahl er kanska eitt gott boð. Hann er ikki millum teir yngstu, men heldur ikki ov ungur til at verða formaður og hevur víst á, at hann ynskir broytingar og at gera Sambandsflokkin betri. Hitt upplagda evni er Bárður Nielsen. Hann hevur havt eitt gott val og kann vera við til at endurnýggja flokkin. Men hann er kanska ov ungur til at sita sum formaður í flokkinum og verða løgmannsevni, sjálvt um hann hevur bjóðað seg fram.

Men, sum skilst á fjølmiðlunum, er ein uppgerð á veg í Sambandsflokkinum. Men tað undrar meg, at uppgerðin skal verða meðan samgongusamráðingar fara fram, og stjórn ikki er skipað og harvið avmarkar møguleikarnar hjá flokkinum í skipanini av nýggjari stjórn. Ella stendur tað veruliga so illa til, at flokkurin er við at detta sundur.

Nýggja stjórnin
Møguleikarnir eru nógvir og mest spennandi er at vita, um vit fáa eina breiða samgongu við minst 21 ella 22 tinglimum. Tí tað krevur meira kompromis flokkanna ímillum.
Stóru flokkarnir hava allir lagt upp til breiðar samgongur, og tað merkir helst, at tríggir av hesum flokkum fara saman, um ikki freistingin verður ov stór til at skipa eina smala samgongu. Men eitt er greitt, Jóannes Eidesgaard, situr við bestu møguleikunum, tí hann kann samráðat við allar flokkar og er sjálvur eitt gott boð til løgmann. Tað verður somuleiðis spennandi at vita, um bert Tjóðveldið ella hinir flokkarnir eisini halda fast um, at Anfinn ikki skal í Landsstýrið.


Annað um valið

Plakatteoriin.
Serliga Havnin var á tremur við plakatum. Tað eyðmerkta hevur verið, at plakatirnar hava í stóran mun verið persónligar, heldur enn fyri flokkarnar. Tað sama var galdandi við valtilfari, sum bleiv borið til húsini, tað var alt persónligt. Hetta vísir tvey ting. Fyri tað fyrsta hvussu óskipaðir flokkarnir eru, og at kappingin í valstríðnum í størri mun er blivin millum valevnini í sama flokki enn í millum flokkarnar, hóast flokkarnir enn dominera.
Og so plakatspurningurin, virka tær? Tann mest aktivi í Havn hevur verið Heðin Mortensen, og hann kom ikki inn aftur. Ein annar, sum kanska er nummar tvey á tí listanum, Poul Michelsen, er fyribils eykavaldur, uttan at sita tryggur í sessinum, tí alt stendur á hvussu vallógin verður tulkað. So plakatir eina er ikki nokk.
Enn er mest umráðandi parturin í føroyska valstríðnum at reka.