Jóhan Heri Joensen
--------
Fyrr í hesum mánaðinum hevði eg eitt skriv um Fuglafjarðar býráð, har eg gav teimum av grovfíluni. Satt at siga so roknaði eg við, at eg fór at fáa afturmeldingar til sera hørðu ábreiðslurnar, men eg var onga løtu bangin fyri atfinningum, tí hvørt eitt orð í skrivi mínum varð satt, og eg vil til einhvørja tíð taka ábyrgd av hvørjum orði sum skrivað er.
Eg ætlaði, at persónarnir skuldu verða neutralir, teir vóru býráðslimir, og meiningin varð ongantíð at taka nakran einstakan persón burturúr, tí ábreiðslan varð vend móti øllum 9 í býráðnum, men tá Kristina Toftegaard í lesaraskrivi roynir at vaska dusti av herðum sínum og tveita alla sína ábyrgd á hini, sum sitið hava, við tí eina endamáli, at misnýta skriv mítt í landspolitiskum stemmufiskaríið, tá haldi eg, at farið er um mark.
Kristina tú kanst verja teg við, at tú bert hevur sitið í býráðnum í 13 mánaðir. Til tað er bert at siga - tíbetur so hevur tú bert syndirnar fyri seinastu 13 mánaðirnar at bera á tínum herðum – men tað er skeivt at tveita tína ábyrgd á herðarnar hjá hinum 8 býráðslimunum. (Og legg tær í geyma, at Kvinnuflokkurin hevur sera tyngjandi ábyrgd av øllum 5 ólukkuárunum).
Tað er ikki neyðugt at vera serfrøðingur á nøkrum øki fyri at síggja, at endamálið við skrivingini, har ábyrgdin verður slett av egnum herðum, er fyri at seta eina landspolittiska goggulínu.
Teir 13 mánaðirnir geva tær so avgjørt onga gloriu á høvdið.
Skeiðið byrjaði við, at tú gavst tilboðið um at gerast borgmeistari frá tær, tí tú heldur vildi røkja títt borgarliga starv. Í mínari verð er hettar ein beinleiðis háðan av borgaranum, sum gav tær atkvøðuna og álit sítt. (Einhvør onnur samgonga kundi bert verið betri, enn sitandi samgonga, tí hon er stórt sæð tann sama sum undanfarna, einasti munur er – Kristina Toftegaard er komin fyri Jón Nolsoe Olsen).
Tú lovaði opinleika og gjøgnumskygni. Hvar er tað blivið av?
Tú lovaði at arbeiða fyri teimum bleytu virðunum. Eisini her – skralltóm orð.
Tú hevur (sum samgongulimur) góðtikið, at kontoin til Ellisheim bleiv neyðtikin.
Tú hevur góðtikið, at tað eina prosentið framvegis verður misnýtt.
Tú góðtók, at bilarnir hildu áfram at flyta Lambareiðið inn í bládýpi í Fuglafirði – (tað varð fíggjarkreppan, sum steðgaði hesum ørskapi).
Tú góðtekur at selja ognirnar hjá kommununi fyri dumpingprís.
Tú ert við til at skrotta tað langtíðarætlan sum løgd varð fyri Fuglafjarðar skúla.
Tú góðtók nógvar sparingar – á bleyta virðisøkinum - á fíggjarætlanini, samstundis sum samsýningarnar til býráðslimirnar er hækkað, og kommunala umsitingin hevur fingið meira pening um hendi, sjálvt um fleiri eru søgd úr starvi, og onnur eru farin niður í løn.
Tú ønti ikki aftur táið eg, bað teg ”face to face” um at svara uppá fyrispurning mín um sølu av tunnlunum.
Ongantíð áður hevur opinleikin verið so innistongdur sum nú.
Kunningin er, vist eisini, ein býur í Kina. Hetta er hent, meðan tú hevur sitið við ábyrgd. Eg spyrji bara. Hevur tú góða samvitsku av hesum ábreiðslum???
Nú skúlin verður nevndur, í tínum skrivi, so má eg lýsa tað málið eitt sindur betur.
Tann skjótt 30 ára gamla ætlanin at flyta framhaldsdeildina út á Kambsdal vísti seg ikki at bera á mál, tí varð ein langtíðarætlan løgd fyri skúlan í Fuglafirði í 1997, og fyrsta byggistig varð framt í verki. Framhaldsdeildin hevur tí í dag nøkunlunda umstøður sum er, men barnaskúlin húsast framvegis í einum pjøssaðum”miðaldarligum umhvørvi.”
Trupulleikin, í Fuglafirði, er ikki framhaldsdeildin men barnaskúlin.
Eg tími ikki at greina út trupulleikarnar í tí gamla bygninginum. Eg haldi, at eg bert endurtaki meg sjálvan. Men tann, sum ynskir tað, skal fáa vegleiðing frá mær persónliga Tlf 737810.
Tað verður einki bygt á Kambsdali fyrrenn Gøtu og Leirvík eru við. Vit hava (í umleið 30 ár) bíðað, og bíða framvegis eftir útmelding frá Eysturkommunu. At teir eru áhugaðir einaferð í framtíðini, tað kann barnaskúlin ikki bíða eftir. Eg skilji eisini væl Eysturkommunu! Hví skullu teir nýta eina ørkymlandi milliónaupphædd til ein skúlabygning á Kambsdali. Teirra næmingar hava tað gott sum er í Fuglafirði, og tað skal eisini verða teimum væl unt.
Eg havi persónliga einki ímóti at flyta framhaldsdeildina út á Kambsdal, um tað verður gjørt her og nú, men ein ætlan, sum liggur onkustaðni í framtíðartokuni – Gloymið tað. Tað er í dag okkara barnaskúli hevur brúk fyri eini loysn.
Valsignaði. – Skrottið innihaldsleysa tosið um frammhaldsdeild einaferð í frammtíðini
Takið verðuleikan og nútíðina til viðgerðar.
Komið til verka og avtaki einkisigandi nevndir.
Fleiri av byráðslimunum havi eg persónliga virðing fyri hóast harðar politiskar ábreiðslur, ábreiðslurnar eru politiskar og ikki persónligar. Eg havi altíð verið kontantur, eisini í mínum býráðsarbeiðið.
Kristina:
Tú endar skriv títt við at siga :” Vit hava næstu árini tørv á at hugsa meira jaligt, og at standa meira saman”. Meinar tú verðuliga, at borgarin bert skal nikka og sita ”jaligur” og trilla tumlar, samstundis sum skattapeningurin verður so illa umsitin, sum prógv er fyri í Fuglafjarðar kommunu seinastu 5 árini. Nei, Kristina. Tað eru tíverri alt ov fá, sum lamma nevan í borðið. Um tú við hesum meinar, at vit skulu gevast við kritikki og føstum meiningum. So situr tú í skeivum stóli. Ullintar og hálar meiningar byggja einki upp. Erligur kritikkur og fastar meiningar kunnu saktans flyta fjøll.
Eg haldi best hevði verið at tú dregur innaftur landspolitisku gággulínuna og setur hana aftur í frystaríið. Tú kanst taka hana fram aftur, táið løgtingsvalið nærkast.
NB:
Nevndir flyta eingi mørk.
Tað er politikarin, sum stendur aftanfyri, sum er drívmegin.