Ætla at brúka fimm ár til at finna prógvini

Talan er um einar 350.000 ferkilometrar stórt øki, sum fýra lond og harímillum vit gera krav um. Tað er føroysk hugsan at okkara landgrunnur heldur náturliga fram suður eftir til Rockall og Hatton háslættarnar til man kemur út á djúpt vatn aftur vestan fyri Hatton og sunnan fyri Rockall/Hatton. Maðurin, sum fer at standa fyri arbeiðinum er Martin Heinesen, stjóri á Jarðfrøðissavninum

Mark


Fleiri av londunum hava ratifiserað havrættar-konventiónina, og tí eru tey eisini komin longri við sínum kanningum enn vit føroyingar, nú Danmark ikki fer at ratifisera havrættarsáttmálan fyrr enn í ár.

Martin Heinesen, stjóri á Jarðfrøðissavninum, sum kemur at standa fyri tí føroyska arbeiðinum, heldur ikki, at hetta nýtist at vera ein fyrimunur fyri tey, men vit halda, at tað hevur so mikið nógv av skundi, at vit vilja arbeiða so skjótt sum tað ber til. Hann sigur, at vit ímynda okkum, at vit skulu gera hetta arbeiði ikki í einum 10 ára skeiði men nærri einum fimm ára skeiði. Danmark hevur so eisini Grønland at taka sær av, og har eru trý øki, sum eru uppá tal.

Mest jarðfrøði
Man fer nú at kanna grundarlagið fyri, um man kann gera krøv galdandi. Grundarlagið er mest jarðfrøði og dýpi. Tað er spurningurin um ?Natural prolongation? tvs. náttúrligt framhald av landøkinum. Dokumentatiónin, sum skal liggja við einum kravi, er rættiliga umfatandi, og har er rætningslinjur, sum ein landgrunnskommisión undir Havrættarkonventiónini, sum kravið skal latast til, hevur gjørt.

Í sambandi við at Danmark í fjør gjørdi av at ratifisera sáttmálan í ár so varð eisini gjørt av at fara undir kanningar. Danska stjórnin hevur tí sett pengar, umleið 20 mill. kr. um árið av á ríkisjáttanini til at gera kanningar við Føroyar og Grønland komandi fimm árini.

Ríkið hevur yvirornað sett ein kontaktbólk, ?Kontaktudvalget? , har ráðharrastovan fyri vísind, tøkni og menning hevur samskipandi uppgávuna, og danska játtanin liggur hjá teimum. Í hesi kontaktnevnd sita fólk frá ymsum ráðharrastovum umframt føroyingar og grønlendingar. Sigmund Isfeldt umboðar løgmansskristovuna og Herálvur Joensen, aðalstjóri oljumálaráðið.

Fyri at fáa gjørt konkretu arbeiðini eru tveir stýringsbólkar, har ein er fyri Føroyar og ein fyri Grønland. Føroyingar hava fingið formansskapin í tí eina stýringsbólkinum og verður tað Martin Heinesen, stjóri á Jarðfrøðissavninum, sum situr við borðendan. Løgmansskrivtovan hevur heitt á Jarðfrøðissavnið um at samskipa alt tað tøkniliga arbeiðið Føroya vegna. Tað verður so gjørt í tøttum samstarvi við danskar stovnar.

10 fólk eru í hesum stýringsbólkinum, seks danir og fýra føroyingar. Føroyingarnir eru Martin Heinesen og Claus Andersen frá Jarðfrøðissavninum, Hjalti í Jákupsstovu frá Fiskisrannsóknarstovuni og Hans Pauli Joensen frá Náttúruvísindadeildini. Donsku umboðini eru m.a. frá farvatnsráðnum og kortráðharrastovuni.

Fyrsti stýringsbólkafundurin var í Føroyum beint fyri jól. Næsti fundurin var 28. januar í Keypmannahavn. 6. februar var næsti fundurin í kontaktbólkinum, eisini í Keypmannahavn. Á tí fundinum var allur bygnaðurin og ætlanir fyri 2003 og skitsuporjekt fyri komandi árini góðkent.

So Jarðfrøðissavnið hevur fingið eina hampuliga stóra arbeiðsuppgávu, og tað kann henda at eisini onnur koma við í arbeiðið.

Jarðfrøðissavnið arbeiðir tætt saman við Danmarks Geologiske Undersøgelser. Farvandsvæsenet hevur ábyrgd av uppmátingum og síðani kemur Kort og Martikelstyrelsen. Ætlanin er, at málsøkið, sum Farvandsvæsenet hevur og tað sum hevur við Føroyar at gera, verður flutt til Føroyar.

Av tí at okkara grannalond hava góðtikið havrættarkonventiónina fyri nógvum árum síðani og tí eru komin væl áleiðis við sínum arbeiði og tí vit hava ósvaraðar spurningar um yvirlappandi krøv so meta føroyingar,at tað hevur skund at fáa gjørt okkara arbeiði. Vit satsa tí uppá at fáa gjørt meginpartin av innsavningini í ár og næsta ár soleiðis at man kann arbeiða víðari við data og vera komin væl aleiðis eftir fimm árum sigur Martin Heinesen.

Arbeiða eisini saman við øðrum
Tað verða gjørdar neyvar dýpdarkanningar av skapinum av havbotninum. Síðani jarðfrøðilig kortlegging, tvs. hvussu langt út basaltini røkka, hvussu tjúkk sedimentini ella legugrýtið er bæði norðan og sunnan fyri . Hvussu bygnaðurin av jarðarskopruni er í Føroyum og allan vegin út. Her eru ymsar jarðfrøðiligar kanningar, sum vit skulu brúka til tess at dokumentera, at Føroyar og landgrunnurin halda fram við tí, sum verður kallað fyri natúrligt framhald. Og hetta skal kunna dokumenterast uppá so nógvar mátar sum møguligt. Allar upplýsingar um okkara undirgrund hava týdning. Nógvar kanningar eru longu gjørdar. Eitt nú Føroyar Rockall projektið. Tær upplýsingar vit fingu har kunnu eisini brúkast. Hini londini og vísindaligir stovnar, oljuvinna oo. hava gjørt kanningar. Alt verður brúkt.

Hini londini, sum eisini krevja rættin til økini, hava so gjørt onkrar kanningar. Martin Heinesen sigur, at teir hava samband við tey, hóast vit kunnu gerast mótpartar. Føroyingar hava sum er samband við øll grannalondini. -Vit arbeiða saman so langt tað verður mett at vera skilagott og ráðiligt, og tað verður alla tíðina gjørt í samráð við tann politiska myndugleikan, hvat man kann og ikki. Sambannd er millum londini bæði á tekniskum og á politiskum støði vísir Martin Heinesen á.

Í Føroyum skal byggjast upp ein databasi, har yvirlit verður yvir allar gjørdar kanningar og data. Metast skal so um dygdina av tilfarinum og hvat manglar í. Martin Heinesen sigur, at man veit, hvat man skal fara eftir og roknar við, at tað verður eingin trupulleiki at seta út í kortið skilagóðar verkætlanir.

Talan er um einar 350.000 ferkilometrar stórt øki, sum fýra lond og harímillum vit gera krav um. Tað er føroysk hugsan at okkara landgrunnur heldur náturliga fram suður eftir til Rockall og Hatton háslættarnar til man kemur út á djúpt vatn aftur vestan fyri Hatton og sunnan fyri Rockall/Hatton. Tað er sjálvandi alt ov tíðliga at siga, hvussu fara vit so at standa í einum dysti við grannarnar um hetta stóra økið og harvið rættin til møgulig ráevni.

Árni Olafsson, sum er serkønur í føroyskum viðurskiftum í danska uttanríksiráðnum, og sum áður hevur havt týðandi leiklut í arbeiðinum at vinna Føroyum rættindi úti á landgrunninum, hevur eisini her eina týðandi uppgávu eitt nú í sambandi við samskifti millum londini.

Fyri at gera arbeiðið fullgott frá byrjan av verður eisini neyðugan orkan sett av. Martin Heinesen hevur søkt um og fingið farloyvi frá sínum stjórastarvi á Jarðfrøðissavninum frá 1. apríl, soleiðis at hann kann taka sær av nýggju uppgávuni burturav. Helst verður tað brúk fyri fleiri fólkum á Jarðfrøðissavninum eisini. Nú verður so sett út í kortið av álvara.