tað vísir seg ikki at bera til at seta eina kungerð í gildi, sum verjir fólk. Soleiðis ljóðar tað frá felagnum Heimafriði, sum hevur sum endamál at koma larmi frá skipum til lívs. Heimafriður vísir á eina [...] fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. - Tað er at gleðast um, at ein slík kunngerð er komin í gildi, og at [...] trivnaðinum og "heimafriði" hjá fugli, sigur Heimafriður. Men felagið undrast tó á, hvussu tað kann bera til, at ein kunngerð, sum verjir fólk í Føroyum ímóti larmi frá skipum, ikki er sett í gildi. - Vit hava
innlimanin er ikki altjóða viðurkend. Men Ísrael ætlar sær ikki at uppgeva Golan, haðani til ber at síggja til Damaskus ein kláran dag. Ísrael og Sýria hava stríðst fleiri blóðug stríð undir kríggjunu [...] nýggja búseting í hernaðarliga týdningarmiklu Golanheyggjunum í norðrara parti av Ísrael við markið til Sýria, Libanon og Jordan. Búsetingin eitur Ramat Trump – ella Trump Heyggjarnar – og er kallað upp [...] staðnum við einum siðahaldi at víga hana. Eisini amerikanski sendimaðurin í Ísreal, David Friedmen, var til staðar. Í løtuni er Ramat Trump bert ein lítil búseting, sum ligur fjarskotin. Men Ísrael vónar, at
vøksturin komin niður á 1,3 prosent. Orsøkin til at ferðin er avhæsað, er bæði, at burðaravlopið er minkað eitt vet, og tað er nettotilflytingin eisini. Annars sigur Hagstovan, at høvuðsorsøkin til, at fólkatalið [...] prosent. So er eitt lop niður til Eysturoyar, har fólkatalið vaks 1,5 prosent, í Norðoyggjum vaks tað 1,3 prosent og Havnini vaks tað 1,1 prosent. Og so er aftur eitt lop niður til Suðuroyar, har fólkatalið
broyting í skattalógini í gjøgnum. Uppskotið snýr seg um, at fakfelagslimir kunnu draga limagjald til yrkisfeløg frá í skatti. Men uppskotið fall, tí samgongan ikki var fullamannað í tinginum. Í kjalavørrinum [...] fótum, tí løgmaður lovaði, at uppskotið skuldi leggjast fyri aftur sum skjótast. Tann dagurin er nú komin, tí tá ið tingfundurin byrjar klokkan 10.00 í morgun, so er eitt punkt á skránni júst hetta uppskotið [...] um at broyta skattalógina. Í dag er støðan í skattalógin tann, at arbeiðsgevarar kunnu draga gjald til yrkisfeløg frá í skatti, meðan arbeiðstakarar ikki hava sama rætt. - Føroyski arbeiðsmarknaðurin er
Hvørt ár síðani 2007 átalar landsgrannskoðarin lógina um stuðul til musikkskúlar í Føroyum, men enn er eingin loysn komin, sigur Musikkskúlalærarafelag Føroya. Ein nýggj lóg bleiv samtykt í vár og kom [...] Mentamálaráðið longu brúkt líka nógva tíð uppá at smíða reglugerðir til nýggju musikkskúlalógina, sum alt lógararbeiði frá byrjan til endan hevur tikið. Arbeiðið at smíða lógina byrjaði 4. desembur og bleiv [...] hjá Námsfrøðiliga ráðnum, endurgevur Sámal Petersen úr lógini. - Eg havi fleiri ferðir skrivað mail til viðkomandi partar í hesum málið í Mentamálaráðnum, fyrstu ferð 2. septembur. Havi bert fingið eitt
smálanevnd Løgtingsins. Nevndin er komin til niðurstøðu í málinum, men almannakunngerðingin av hesari niðurstøðu bíðar, so vítt frættist, tí hon er send løgmanni til kunningar. Tað er sera óheppið, at [...] mál nr. 102 til aðru viðgerð. Hetta málið byggir á einvísu tulking og avgerð løgmans um at lýsa stk. 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at vera yvirtikna. Avgerð løgmans varð h. 12. januar kærd til Landsstý
varð fødd, til øll skjølini vóru komin upp á pláss, siga Heidi og Regin Guttesen. Til ber at lesa alla søguna, og um hvussu málið nú verður reist á Fólkatingi, í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í [...] vórðu biologiskt fødd inn í familjuna. Tað kennist órættvíst. Tað siga Heidi og Regin Guttesen, sum til dagliga búgva í Italia, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin. Eftir at hava ættleitt tvær gentur úr
fyri harðskapi í Havn og hann mátti á skaðastovuna til viðgerar. Løgreglan sigur, at tað vóru minst ein, helst tveir gerningsmenn, men teir høvdu tikið til rýmingar, tá ið løgreglan kom á staðið, so tey vita [...] upplýsingar at arbeiða víðari við. Eisini í Suðuroy var ein maður fyri harðskapi eftir at hann var komin til ilnar við ein annan mann, men eisini í hesum føri verður bíðað eftir um maðurin meldar, ella ikki [...] føri var tað akkurát tað, sum hendi. Løgreglan sigur, at nakrir føroyingar og nakrir útlendingar komu til ilnar uttanfyri eitt skeinkistað í Havn beint eftir steingingartíð. Tað var vandi fyri bardaga, men
mentan ella aðra tænastu, kommunan veitir? So er tiltakið ‘Talgilda tín bý’ sum verður í Kongshøll 21. til 22. september nakað fyri teg. Sum nakað nýtt skipa KT deildin og Hugskotið í Tórshavnar kommu, í samstarvi [...] Endamálið er at virka fyri, at Tórshavnar kommuna gerst meiri nýskapandi við fleiri snildloysnum til tænastur, sum kommunan veitir. ‘Talgilda tín bý’ er eitt tiltak fyri allar borgarar, sum brenna fyri [...] slík tiltøk kend sum "Smart City Hack". Endamálið er at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur, sum kommunan veitir, t.d. vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan, undir
vera tveir politistar í Vágum, men so skulu tveir afturat koma úr Havn um dagarnar til eftirlitið á flogvøllinum og til annað løgregluarbeiðið. Men tað verður so bara um dagin. Rósa Samuelsen sigur, at [...] umstøðum skerjast. Tað sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu. Tað er ongin formlig boð komin um, at løgreglan í Vágum skal umskipast, men Rósa Samuelsen sigur, at tað hevur hon frætt frá keldum [...] Hetta er ein avbjóðing, politiið higartil ikki hevur maktað. Men prísurin er, at vit hava mist ungdóm til rúsevnismisnýtslu, og tað er stórur vandi fyri, at vit missa fleiri, sigur hon. Tí kann talan ikki