Tað var mikið rok áðrenn løgtingið fór í jólafrí í fjør, tí samgongan hevði lovað Sonju Jógvansdóttir at atkvøða eitt uppskot um broyting í skattalógini í gjøgnum. Uppskotið snýr seg um, at fakfelagslimir kunnu draga limagjald til yrkisfeløg frá í skatti. Men uppskotið fall, tí samgongan ikki var fullamannað í tinginum.
Í kjalavørrinum av tí óvæntaðu hendingini gjørdist eina løtu ógreitt, um Sonja Jógvansdóttir fór at revsa samgonguflokkarnar við at atkvøða ímóti fiskivinnunýskipanini. Men samgongan var skjót á fótum, tí løgmaður lovaði, at uppskotið skuldi leggjast fyri aftur sum skjótast.
Tann dagurin er nú komin, tí tá ið tingfundurin byrjar klokkan 10.00 í morgun, so er eitt punkt á skránni júst hetta uppskotið um at broyta skattalógina. Í dag er støðan í skattalógin tann, at arbeiðsgevarar kunnu draga gjald til yrkisfeløg frá í skatti, meðan arbeiðstakarar ikki hava sama rætt.
- Føroyski arbeiðsmarknaðurin er ein hin best skipaði í heiminum, har oman fyri 80% av øllum løntakarum eru limir í yrkisfelag, eins og arbeiðsgevarar eru skipaðir í Vinnuhúsinum og í reiðarafelagnum. At arbeiðsmarknaðurin er sera væl skipaður sæst eisini aftur, og samfelags- vinningurin av hesum kann ikki gerast upp. Limaskapurin í yrkisfelag merkir, at flestu løntakarar hava lívstryggingar, tryggingar fyri hættisliga sjúku og eru partur av onkrum slagi av eftirlønar- skipan. Við at fremja lógarbroytingina og harvið loyva limum í yrkisfeløgum at draga limagjaldið til yrkisfeløgini frá í skatti, verða partarnir á arbeiðsmarknaðinum javnsettir, tí arbeiðsgevarar á sjógvi og landi draga síni limagjøld frá, skrivar Sonja Jógvansdóttir, uppskotstillaðir í almennu viðmerkingunum til lógarbroytingina.