Staturin ger mannamun á okkara børnum

- Tað kennist sum mannamunur verður gjørdur á okkara børnum, tá tvey teirra skulu gjøgnum hetta, tí tey verða mett sum flóttafólk ella tilflytara, meðan hini børnini ikki skuldu, tí tey vórðu biologiskt fødd inn í familjuna. Tað kennist órættvíst.


Tað siga Heidi og Regin Guttesen, sum til dagliga búgva í Italia, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.


Eftir at hava ættleitt tvær gentur úr Filipsoyggjunum, 12 ára gomlu Megan og 5 ára gomlu Trishu, eru tey endað í eini støðu, har tey føla, at danskir myndugleikar gera mun á teirra børnum.


Tí hóast danskir myndugleikar hava góðkent sjálva ættleiðingina, so sýta tey fyri at veita døtrunum automatiskan borgaraskap.


- Brádliga fingu vit at vita, at tær ikki soleiðis uttan víðari kundi fáa danskan statsborgaraskap, tí at vit búðu uttanlands, tá ættleiðingin varð framd. Um vit búðu í Danmark, so høvdu tær fingu statsborgaraskap automatiskt, men av tí, at vit vóru í Italia, so vórðu tær settar í somu bíðirøð sum tilflytarar og flóttafólk, greiða Heidi og Regin Guttesen frá, og vísa á, at tað vanliga einans tekur tvær vikur.


- Tá elsti sonurin Noah varð føddur í 2002, búðu vit í Onglandi. Hann fekk danskan statsborgaraskap og pass innan tvær vikur. Tá yngsta dóttirin Emma varð fødd í Italia í 2016 gingu tað eisini bara tvær vikur frá tí, at hon varð fødd, til øll skjølini vóru komin upp á pláss, siga Heidi og Regin Guttesen.


Til ber at lesa alla søguna, og um hvussu málið nú verður reist á Fólkatingi, í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.