Andstøðan við áheitan á løgmann

Teir fýra andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin, heita nú á løgmann um at almannakunngerða niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini skjótast gjørligt.

Niðurstøðan, sum landsstýrismálanevndin hevur gjørt í kæruni um yvirtøkuna av stk. 2 í grein 14 av hjúnabandslógini, er givin løgmanni, men enn er einki, sum bendir á, at løgmaður fer at hava gjørt sínar viðmerkingar áðrenn fríggjadagin, tá málið um yvirtøkuna av persóns- og arvarætti, kemur fyri í løgtinginum.

Les eisini: Hjúnabandslógin og lógin um sjófeingin viðgerast í dag

Í áheitanini siga flokkarnir, at kæran frá Miðflokkinum er beinleiðis tengd at viðgerini av málinum og tí vilja teir hava tað avgreitt áðrenn málið kemur fyri á tingi fríggjadagin.

Áheitanin er niðanfyri:

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Aksel Johannesen
Løgmaður
Tinganes


Havnin h. 16. mei 2017


Sambart skránni fyri løgtingsfundin komandi fríggjadag kemur mál nr. 102 til aðru viðgerð. Hetta málið byggir á einvísu tulking og avgerð løgmans um at lýsa stk. 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at vera yvirtikna.

Avgerð løgmans varð h. 12. januar kærd til Landsstýrismálanevnd Løgtingsins. Nevndin er komin til niðurstøðu í málinum, men almannakunngerðingin av hesari niðurstøðu bíðar, so vítt frættist, tí hon er send løgmanni til kunningar.

Tað er sera óheppið, at nevnda niðurstøða ikki er løgtingslimum kunnug áðrenn aðru viðgerð av málinum! Tí heita undirritaðu Floksformenn á løgman um, sum skjótast, at gera seg lidnan við- og senda Løgtinginum kæruniðurstøðuna aftur, so eisini løgtingsmenn fáa høvið at kunna seg um hana áðrenn viðgerðina fríggjadagin.



Bárður á Steig Nielsen, form. Sambandsfloksins

Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins

Kári Højgaard, næstform. Sjálvsstýrisfloksins

Jenis av Rana, form. Miðfloksins