Hetta má ikki henda

- Tað hevði endaliga meldað okkum inn í danska ríkið, sigur Høgni Hoydal

 

 

Tað er av avgerandi týdning at vit tvíhalda um okkara sjálvsavgerðarrætt.

Tað staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

Í hóskvøldið kjakaðust hann og Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin um loysing og samband, og har komu teir eisini inn á sjálvsavgerðarrættin.

 

Í hesum sambandi staðfesti Høgni Hoydal, at føroyingar hava altíð hildið fast um sín sjálvsavgerðarrætt, tó at hann er ikki viðurkendur.

 

- Men tað er akkurát hetta, sum hevur flutt okkum framá í øllum málum, at vit alla tíðina hava tvíhildið um, at vit okkara sjálvsavgerðarrætt.

 

Hann ávaraði eisini fólk í sambandi við arbeiðið at gera eina føroyska grundlóg, sum skal til fólkaatkvøðu næsta ár.

 

Hendir tað, sum nógv vilja, at Føroya fólk skal atkvøða um eina føroyska stjórnarskipan, sum viðurkennir donsku grundlógina, hava vit endaliga meldað okkum inn í danska ríkið, og so missa vit ta amboðið, sum alla tíðina hevur flutt okkum framá sum tjóð, sigur Høgni Hoydal.

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er spell, at Tjóðveldi ikki vil viðurkenna veruleikan, og hann er, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi. Men hann staðfestir kortini, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrættin og kunnu taka loysing tá ið vit vilja.

 

Annars skal fólkaatkvøða vera í Føroyum næsta ár um eina nýggja, føroyska stjórnarskipan og Høgni Hoydal endurtekur sostatt enn einaferð, at talan skal vera um eina stjórnarskipan, sum staðfestir okkara sjálvsavgerðarrætt.

 

Hinvegin hevur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, aftur og aftur ávarað føroyingar, tí hann hevur staðfest, at samtykkja føroyingar eina grundlóg, sum ikki er viðurkennur, at danska grundlógin er galdandi í Føroyum, merkir hetta tað sama sum at føroyingar melda seg úr danska ríkinum, tí eitt ríki kann bara hava eina grundlóg.