Fólkatalið veksur ikki so nógv longur

Fólkatalið í Føroyum veksur alsamt, men ferðin er ikki tann sama, sum hon hevur verið

Tann fyrsta november búðu 50.358 fólk í Føroyum. Ein uppgerð hjá Hagstovuni, vísir, at hetta seinasta árið er fólkatalið vaksið 662 fólk ella 1,3%. Hagstovan sigur, at fólkatalið veksur í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er enn tað sama, sum tað hevur verið seinastu árini, nevniliga, at fólkatalið veksur mest í Vágum og í Norðurstreymoy, samstundis sum at tað veksur minst í Sandoy og í Suðuroy.

 

Men Hagstovan sigur, at fólkatalið veksur ikki longur líka skjótt, sum tað hevur gjørt, tó í summar vaks fólkatalið 1,5 prosent, men nú er vøksturin komin niður á 1,3 prosent. Orsøkin til at ferðin er avhæsað, er bæði, at burðaravlopið er minkað eitt vet, og tað er nettotilflytingin eisini.

 

Annars sigur Hagstovan, at høvuðsorsøkin til, at fólkatalið veksur, er at hesi seinastu trý árini er fráflytingin nógv minkað, samstundis sum at tilflytingin eisini er vaksin. Hetta síðsta árið eru 1166 fólk flutt av landinum, og tað er tað lægsta talið síðani 1980, samstundis sum at tilflytingin er tann størsta síðani 2002.

 

Hagstovan sigur, at hesar seinastu 12 mánaðirnar er fólkatalið vaksið í øllum høvuðsøkjum. Men í Vágum er vøksturin nógv størst, tí fólkatalið í Vágum vaks 2,6 prosent, men og Norðurstreymoy vaks tað 2,3 prosent.

 

So er eitt lop niður til Eysturoyar, har fólkatalið vaks 1,5 prosent, í  Norðoyggjum vaks tað 1,3 prosent og Havnini vaks tað 1,1 prosent. Og so er aftur eitt lop niður til Suðuroyar, har fólkatalið bara er vaksið 0,5 prosent í Sandoy er tað vaksið 0,2 prosent.