snýr seg um at týða dreymar. Sum grafiskur sniðgevi hevur hon, hóast sín unga aldur, longu avrikað nógv ymiskt, og hava vit nokk allarflest sæð hennara grafiska arbeiði uttan at vitað, at tað er hennara [...] fær ein at hugsa um, og kenna aftur ymiskt, ið man viðhvørt kann ræðast at siga hart. Á hendan hátt nertir Mia við nakað sera inniligt, ið samstundis er ein uppgerð um, hvat man ikki noyðist at tiga burtur [...] illbrýnta. At byrja við gjørdi eg smáar teknirøðir um kynsligan harðskap og líknandi. ##med3## – Onkuntíð eri eg troytt av Ullu. Eg haldi tó ikki, hon fer nakran veg, tí eg klári ikki at lata vera við at tekna
2. hálvleiki vóru áskoðararnir eygnavitni til, at EB/Streymur undan fríska lotinum royndi og royndi at søkja at málinum hjá Jens Martini Knudsen, uttan at tað gjørdist stórvegis vandamikið. Um teir á oddaliðnum [...] Kanska gjørdu kuldin og vindurin sítt. Men tað er neyvan nakað at ivast í, at vánaliga NSÍ gongdin fyrsta partin av kappingini bar við sær, at summi skjótari settust aftur, enn tey høvdu havt gjørt, um úrtøkan [...] maður, men tað hjálpti heldur ikki at seta gamla málrevin fram í fremstu røð. Síðsta stóra tíman vóru teir í EB/Streymi fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir. Tað átti at havt fyritreytir fyri møguleikum
innan í, eins og litirnir á merkinum. Sigert hevði fyri vana, til tess at leita upp føroyskar sjómenn og at frætta nýtt heiman, at vitja umborð á norðurlendskum skipum, har hann kom fram. Komin til Svøríkis [...] Turið Sigurðardóttir sigur, at tað als ikki er ósannlíkt at søgan hjá Justa er sonn, tí Sigert millum annað var staddur í Finnlandi og Svøríki í árunum 1913-15, umframt at hann hevði nógvar tankar um tjóðina [...] eini 9 ár eftir, at Merkið varð góðkent. Føðingardagurin var hildin í Gamla Danmark, og har vóru nógv fólk hjástødd, tá eg hoyrdi teir gomlu práta um flaggið. Og teir vildu allir vera við, at tað var Sigert
burturúr tí her, annað enn at staðfesta, at stríðið førdi til drúgvar og kostnaðarmiklar kanningar. Niðurstøðan var, at skilabesta loysnin, bæði tekniskt og búskaparliga, var at fremja ætlanina hjá SEV. [...] Viðvíkjandi spurninginum um at brúka vetni, framleitt við vindorku, er at siga, at gransking og royndir við vetni fara fram ymsastaðni, og verður nógvur peningur brúktur til hetta. SEV fylgir við hesum [...] bíligari streymi til hitapumpur er at siga, at tað eru nógvar vinnugreinar, ið kundu hugsað sær lægri elprís. Men lægri elprísur til onkran, merkir hægri prís til onkran annan. At veita hitapumpum serprís má
ikki verður pláss fyri í skýlinum, at fylgja við. Løgreglan fer at hjálpa til at stýra ferðsluni. Sagt verður frá góðum veðri, so tað verður lag á manni hjá klaksvíkingum at lata bilarnar vera eftir við hús [...] sunnudagin verður fyrsta felagið, ið fer at ferðast undir Leirvíksfjørð við tí fyri eyga at takast um stigini. KÍ er framvegis ósigrað, og fyri HB hevur tað stóran týdning, at teir ikki tapa og harvið smokkað [...] Nú hava teir fingið høvi at vísa, hvør dugur er í teimum, og teir hava tikið av. Hetta sigur HB venjarin, Krzystof Popczynski, sum roknar við, at nógv HB viðhaldsfólk fara at fylgja sínum liði norður til
læra nógv av søguni, og eg haldi, at man er illa rustaður at møta framtíðini, um man ikki er tilvitaður um fortíðina. - Tað er eisini ein sonn fragd at fáa okkurt nýtt at vita um fortíðina, sum man ikki [...] men tann besti mátin hjá mær er at fara inn í ein bókhandil og ganga og mala og keypa tær bøkur, ið fella mær inn at keypa. Nú eri eg so heppin, at eg ofta havi høvi til at støkka inn á gólvið á størsta [...] lærdi meg at lesa við Anders And, men fyrstu veruligu barnabøkur, ið eg minnist at hava lisið, vóru Emil úr Lønnebergi og harafturat Nils Holgarsson, sum lærarin hjá mær í fyrsta flokki gav mær at lesa. Eg
ætlað mær at finna eina ávísa bók um hestar, men hon var ikki har. Eg royni bara at finna mær onkra aðra, sigur hon. Eiga bøkur, men ongan hest Eyðrið hinvegin var meiri heppin. Hon ynskti at fáa fatur [...] fatur á einari bók, sum hevði við fyl at gera. Hon hevði lisið hana áður, men hon var helst so mikið góð, at hon toldi at verða lisin einaferð enn. - Annars lesi eg beint nú eina tjúkka bók um hestar. Har stendur [...] systir hennara hestar, ikki bara ein, men tveir. - Eg slapp onkutíð at ríða, og tað var ordiliga skeg. Eg ætli mær at fáa ein hest, aftaná at eg eri konfirmerað, sigur hon. Hon er onkutíð yviri á Oyrareingjum
Trupult er at finna út av hvør eigur skipini, og hvørki einstøk lond ella NEAFC hava tey tól og møguleikar sum skulu til fyri at finna røttu eigararnar. Truls Gulowsen sigur at tey hava roynt at seta bitarnar [...] londunum sum kundu havt gjørt nakað. - Men eg eri sera væl nøgdur at vitn ú við egnum eygum hava sæð at trolararnir ongantíð aftur koma at fiska ólógliga eftir hóttum fiskastovnum, sier Gulowsen. Endin [...] Fishing, sigur Truls Gulowsen. Hann sigur at tey hava fylgt trolarunum í meir enn tvey ár. - Vit vóna at nýggju NEAFC-reglurnar um eftirlit í havnunum gera at vit sleppa undan slíkum piratvirksemi framyvir
hjá mær soleiðis at kunna navngeva hvønn einstakan málning í hesi framsýningini. - Málningurin sjálvur er jú bert at meta sum eitt frímerki í einum stórum panorama. Tí valdi eg bara at kalla tær allar fyri [...] fyrimun, framum so mangar aðrar listarmenn, at honum dámar sera væl at ganga í haganum. - Eg eri bóndi á Myrkjanoyri, og tí er tað í roynd og veru eisini mítt arbeiði at ganga í haganum. - Tá eg soleiðis fara [...] sum at enda gerast til listarverk. Tí, sum hann sigur: - Eg plagi at sortera skitsurnar í leypi av vetrinum! Lærir frá sær Umframt starv sítt sum bóndi, hevur Archibald eisini stóran áhuga í at geva øðrum
ikki fyrr enn eftir steðgin, at vestmenningarnir veruliga fóru at gera um seg. Kanska tí strandingarnir nú eisini spældu meira kontrollerað. Tað tóktist tó ganga striltið at fáa samband við mótstøðuna aftur [...] framvegis møguleika at spæla seg í FM-finaluna, har teir í løtuni kappast við VÍF og Kyndil um annað plássið á talvuni. Og megna teir at spæla seg upp millum tey bæði fremstu, so er væl sannlíkt, at teir eisini [...] manshondbólt staðfesta, at tað er sera trupult hjá einum liði at vinna sær greipuna. Ein staðfesting, sum kanska man vera størsta troystin hjá VÍF, sum nú bara hevur FM-stríðið at hugsa um. Fakta um dystin