Fótbóltur
Áskoðarafjøldin var lutfalsliga stór niðanfyri vøllin, meðan hon ofta hevur verið størri omanfyri, enn hon var tað hesa ferð. Kanska gjørdu kuldin og vindurin sítt. Men tað er neyvan nakað at ivast í, at vánaliga NSÍ gongdin fyrsta partin av kappingini bar við sær, at summi skjótari settust aftur, enn tey høvdu havt gjørt, um úrtøkan hevði havt verið betri.
Lagið var betri millum tey omanfyri, meðan tað serliga eftir steðgin ikki hoyrdist so nógv til tey niðanfyri vøllin við Løkin.
Í 2. hálvleiki vóru áskoðararnir eygnavitni til, at EB/Streymur undan fríska lotinum royndi og royndi at søkja at málinum hjá Jens Martini Knudsen, uttan at tað gjørdist stórvegis vandamikið. Um teir á oddaliðnum høvdu havt fingið hol á, so kundi tað so skjótt dottið tann vegin, at teir rættuliga fingu luft undir veingirnar. Men teir fingu einki mál.
Næst við var Hans Pauli Samuelsen. Tvær ferðir rakti hann í tvørtræið. Serliga í fyrra førinum var skotroyndin úr 21 metra fjarstøðu góð, men bólturin fór ikki í málið. Tættast við var Hans Pauli, tá ið hann úr vinstru lyfti móti handara síðunetinum. Jens Martin Knudsen, sum var sera tryggur í NSÍ málinum, rakk akkurát upp og fekk beint bóltinum til horna.
EB/Streymur hevði fleiri hornaspørk, men tað kom einki burturúr. At Sorin Anghel tíðliga í 2. hálvleiki noyddist av vøllinum við koyktum fóti, gjørdi ikki fyritreytirnar betri. Avloysarin, Leif Niclasen, var eina ferð tætt við. Arnbjørn Hansen, sum frá fyrsta bríksli var undir liðini á Sorini Anghel, varð eina ferð spældur leysur mitt fyri, men skotroyndin var kiksað, og veteranurin í NSÍ málinum hevði ongar trupulleikar.
Egil á Bø endaði sum fremsti maður, men tað hjálpti heldur ikki at seta gamla málrevin fram í fremstu røð.
Síðsta stóra tíman vóru teir í EB/Streymi fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir. Tað átti at havt fyritreytir fyri møguleikum og málum. EB/Streymur hevði bóltin nógv størsta partin av 2. hálvleiki, men teir dumpaðu. Flytingarnar vóru ov fáar, og tað gekk illa at nýta breiddina og dýpdina. Tað átti mótstøðuliðið stóran heiður av. Teir dugdu sera væl at avmarka økið, sum tað varð spælt á. Manningarliga yvirvágin hjá EB/Streymi gjørdist harvið ongantíð til fyrimun. At økið var lítið bar nógvar nærdystir við sær, og í teimum smæddust heimamenninir ikki burtur.
Sveinastykkið
NSÍ vann 2-0, og tvær deyðbóltsstøður vóru avgerandi. Størri parturin av áskoðarafjøldini var ikki komin, tá ið Christian Høgni Jacobsen setti hol á. Andy Olsen royndi at sneiða framvið Gert Hansen, bólturin kom í hondina á verjuspælaranum, dómarin peikaði á ellivu metra blettin, og Christian Høgni skoraði.
Seinna málið kom átta minuttir undan steðginum. Andy Olsen sendi horna úr høgru, vindurin hjálpti til, og bólturin dalaði dygst inn við handaru samankomingini.
Tá ið 20 minuttir vóru farnir, sá miðverjin Óli Hansen reytt, eftir at hann hevði brúkt neyðbremsuna móti Arnbirni Hansen, sum var á veg móti brotsteiginum. Eitt korter í 1. hálvleiki hekk EB/Streyma spælið væl saman, men skjótt eftir útvísingina dovnaði tað.
NSÍ broytti liðið. Bogi Løkin noyddist á beinkin, tí Viggo Johannesen varð settur í miðverjuna. So var talan um at halda tørn, og tað greiddi NSÍ sera skilagott.
Fyri javnvágina hevði tað stóran týdning, at Jústinus R. Hansen eftir langan skaðasteðg var komin aftur á miðvøllin. Pól Thorsteinsson og Viggo Johannesen í miðverjuni og Brynjolvur Nielsen og Jónstein Petersen í borðunum arbeiddu nógv og skilagott, og tá ið tað onkra ferðina eydnaðist miðvallarunum at senda bóltin fram til sera sprelska Christian Høgna Jacobsen, so tóktist tað sum um, at møguleikin fyri máli var størri, enn hann var alla ta tíðina, sum EB/Streymur royndi og royndi.
Einki mál kom eftir steðgin, men tað var eingin trupulleiki fyri NSÍ leguna at liva við tí veruleikanum. Tann veruleikin, at fyrsti heimasigurin var komin til høldar, taldi sjálvandi mest!