Hanus Vang
Vatnorka kann fremjast skilagott við lítlari umhvørvisávirkan. Hon kann eisini í ólukkumát gerast minni skilagott. Dømi um tað seinna er útbyggingin við Eiðisvatn. Framhaldandi verður drivið á eftir sama leisti, og ikki verður helmað í fyrrenn vestara síða av Skálafjørðinum eisini er turrløgd og vatnið ført norður til Eiðis við 100 metra hæddarmissi á vegnum.
Men vatnið eigur sjálvandi at renna út á Breiðásandi sum tað altíð hevur gjørt.
SEV, landsmyndugleikin, Yvirfriðingarnevndin og allar kommunur í
landinum hava til fánýtis roynt at uppheva tyngdarlógina á Eiði, tí nærum dupult so nógv orka kundi fingist burtur úr Norðureysturoy, og samstundis havt Eiðisvatn nærum órørt, og árinið á eitt nú Funningsfjørð minkað munandi.
Av tí at SEV avskrivar - eisini vatnorku yvir einans 6 ár, so kann
tíðin nú vera komin til at venda aftur til at byggja út í hæddini og
reetablera Eiðisvatn. Verandi útbygging kann síðani gerast ein reservi til at nýta um øll globala orkuveitingin dettur niðurfyri einaferð.
Aðra útbygging í vatnorku eigur SEV ikki at sleppa at gera fyrr enn
fortíðar syndir eru sónaðar á Eiði.
Vindur vatn og vetni
At nýta olju til 95 % av orkuveitingini er sera ótrygt í framtíðini.
Ikki er hugaligt at trúgva keðiligum prognosum, men í hesum føri er avgjørt skilabest at saðla um so langt fíggjarvánirnar loyva okkum.
Ein háttur kann vera at útbyggja vindorku, sum umvegis vetni kann brúkast í motorverkunum.
Heldur ikki mugu vit gloyma alla rørsluorkuna í sjóvarfallinum. Vit
noyðast at vera við nú nógvar verðinskonsernir kappast um at sleppa at gera fullskala royndir í smáum samfeløgum.
Eisini kann SEV selja ódýrari streym til hitapumpur, ið kunnu margfalda
kwh kanska 4 ferðir.
Og so er tað at læra fólk at spara. Har er nógv at heinta. Eisini at
hava bíligari streym um náttina.
Ein leið til betri SEV-rakstur kann vera at velja Stýrið og Umboðsráð beinleiðis av brúkarunum, soleiðis at vit fara frá hasum demokratinum
eftir kubanskari fyrimynd.
Á eløkinum er nóg mikið at tríva í hjá hugaðum fólki.
Tí eiga vit sum skjótast at privatisera elveitingarøkið, men menna og viðlíkahalda undirstøðukervið - eins og landsvegir.
Heitt verður á SEV um alment at gera viðmerkingar á elveitingamótinum.
Eitt nú við at svara hesum fáu reglum.
Eg havi fyri rættiliga nógvum árum síðani skrivað vinaliga til SEV um at sleppa at knýta vindmylnu inn á netið. Men enn er onki svar komið. Tað kann ikki vera rætt og fólkaræðisligt.