Merkið búmerki úr Finnlandi

Sambært 76 ára gamla Justa Poulsen úr Havn, var tað Sigert úr Kirkjubø, sum kom við merkinum. Hann hevði tað við úr Finnlandi, og var tað búmerkið hjá einum finskum bátafelagi

Justi Poulsen Poulsen, sum er faðir Sofus Poulsen, greiðir soleiðis frá:
- Fyri meg, og onnur við mær, hevur tað altíð verið ein veruleiki, at tað var Sigert í Kirkjubø, sum kom við hugskotinum um Merkið. Í okkara familju og í umhvørvinum rundan um Gamla Danmark og abba mín Seglmakaran, hevur hendan søgan altíð verið søgd sum sonn. Eg minnist serliga væl ta einu ferðina, eg hoyrdi søguna, tí tað var í sjeyti ára føðingardagshaldinum hjá abba mínum, Seglmakaranum. Tá havi eg verið eini 20 ára gamal, og tað hevur verið í 1949, ella eini 9 ár eftir, at Merkið varð góðkent. Føðingardagurin var hildin í Gamla Danmark, og har vóru nógv fólk hjástødd, tá eg hoyrdi teir gomlu práta um flaggið. Og teir vildu allir vera við, at tað var Sigert í Kirkjubø, sum kom við hugskotinum til føroyska flaggið. Og abbin plagdi at siga frá, at Sigert, á eini heimferð síni gjøgnum Finnland, fekk hendur á einum vimpli, ið var búmerkið hjá einum finskum bátafelagi. Vimpulin var litaður sum finska flaggið, men við einum reyðum krossi innan í, eins og litirnir á merkinum.
Sigert hevði fyri vana, til tess at leita upp føroyskar sjómenn og at frætta nýtt heiman, at vitja umborð á norðurlendskum skipum, har hann kom fram. Komin til Svøríkis kemur hann fram á eitt skip, har hann hittir abba mín, gamla vin sín, Andreas M. Andreassen, nevndur Seglmakarin, úr Gamla Danmark í Havn. Og tað var í hesum sambandi, at Sigert vísti honum vimpulin og tók soleiðis til: Hetta skal vera føroyska flaggið. Síðani segði Sigert, at hann ætlaði sær til Danmarkar, har hann skuldi vísa vimpulin fyri føroyingunum í útisetaumhvørvinum har.
Fyri Justa Poulsen hevur søgan um Sigert og flaggið altíð verið partur av lívsførningi hansara, og hann sigur, at fyri teir gomlu, sum komu í Gamla Danmark, var hon bara veruleikin, sum hann var. Sostatt var spurnartekin ikki sett við frágreiðingina og teir prátaðu um hana, sum einasta sannleikan. Teir gomlu, sum Jústi sipar til, vóru eitt nú Dánjal í Horni, pansarin (Jákup Hans á Dalavegnum), Jóhannes í Rituvík, Hanni í Kina og Kjartan Mohr. Teir prátaðu eisini um ósemjuna um veðrin og tjaldrið og at krossmerkið vann, sigur Justi Poulsen, sum í dag 76 ár og pensionistur. Hann hevur alla sína tíð var arbeiðsmaður, eitt nú í eitt langt tíðarskeið hjá Thorhavns Mælke- og Margarinforsyning.

Var í Finnlandi
Sambært Turið Sigurðardóttir, sum skrivaði bókina Sigert, hevur hon ikki hoyrt hesa søguna fyrr, men at hon tó kann vera sonn. Ævintýrararin Sigert O. Patursson føddur í Kirkjubø tann 15. okt 1869, triðiyngstur av seks syskjum. Hann var ferðamaður alt lívið, høvundur, røðari og hugsingarmaður sum fáur. Hann ferðaðist kring allan heimin, eitt nú í Sibiria, Russlandi, Mongolínum, Evropa og Egyptalandi og hevði eisini sínar avgjørdu meiningar um, hvussu heimurin átti at verið skipaður, við Føroyum og sær sjálvum sum fyrimynd.
Í bókini eru brot úr greinum, sum Sigert hevur skrivað, har hann millum annað skjýtur upp, at føroyska flaggið skal vera reytt og blátt. Hetta er í 1925, ella nøkur ár eftir at útisetarnir á Garði ella Regensinum, hava kunngjørt Merkið. Hetta kundi týtt uppá, at um Sigert var kom við vimplinum úr Finnlandi til Danmarkar, so hevði hann slept hesum hugskotinum nøkur ár seinni.
Men Turið Sigurðardóttir sigur, at tað als ikki er ósannlíkt at søgan hjá Justa er sonn, tí Sigert millum annað var staddur í Finnlandi og Svøríki í árunum 1913-15, umframt at hann hevði nógvar tankar um tjóðina og tjóðarbygging.
- Men av mongum varð Sigert ikki tikin fyri fult, sigur Turið, tí sum hon sigur á baksíðuni: Sigert var sín egin.
Vit hava roynt at fáa fólk úr Kirkjubø at vátta søguna um Sigert, men tey siga seg ikki kenna til hana, hóast onkur teirra sigur seg ørminnast okkurt um hana.