Strandingar eiga steypið

Í nógvar mátar tóktist steypafinalan hjá monnum vera avgjørd, longu áðrenn hon byrjaði. Sálarliga yvirvágin hjá StÍF var sjónlig frá fyrsta bríksli, og tí vunnu teir ein merkiliga lættan sigur

Hondbóltur

Tað var sjónligt á øllum brøgdum, at strandingar høvdu ætlað sær steypafinaluna aftur í ár. StÍF hevur seinnu árini verið mest sum fastur partur av finaludystinum um Coca-Cola steypið. Og við einum sigri leygardagin, kundu teir taka ognarrættin til steypið við triða sigrinum á rað.

Og tað var sjáldan nakar ivi um, at hetta skuldi verða útfallið av finaluni. Frá fyrsta bríksli tóktust strandingarnir at vera omaná. Nervar sást púrt einki til, tá teir settu fulla ferð á móti mótstøðumonnunum, sum í nógvar mátar tóktust nærum handlingslamnir. Strandingar aftur ímóti diskaðu upp við flottum detaljum, sum bara gjørdu tað enn meira greitt, at hvønn vegin sálarliga yvirvágin lá.
Longu eftir fáum minuttum valdi VÍF-venjarin at senda Áka Olsen á vøllin. Ivaleyst var leikluturin hjá Áka ætlaður sum eyka trumfur móti dystarenda, um tørvur skuldi verið á hesum, men har stóð øllum greitt, at okkurt stig mátti takast sum skjótast.
Sum so gjørdi Áki eisini sína skyldu, og seinastu 50 minuttirnar taldist hann avgjørt millum bestu spælararnar hjá vestmenningunum. Men steðgað strandingunum fekk hann kortini ikki. Longu eftir fyrsta korterinum var eitt hampuligt glopp íkomið, og tann munin megnaðu vestmenningar ongantíð at vinna aftur. Ikki minst tí Marian Cirloganescu enn einaferð dróg spæl sítt upp á eitt støði, har fáir føroyskir málverjarar megna at fylgja við. Eitt støði, sum hann tykist raka hvørja ferð strandingarnir spæla móti VÍF.

Dýrt mistak
Tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at vestmenningarnir veruliga fóru at gera um seg. Kanska tí strandingarnir nú eisini spældu meira kontrollerað.
Tað tóktist tó ganga striltið at fáa samband við mótstøðuna aftur, men seinasta korterið tóktist tó gongd at koma á. Frá 18-11 broyttist talvan til 21-18, og nakað av spenningi hómaðist nú í áskoðarafjøldini. Eisini teirri hjá StÍF, sum annars hevði larmað og sungið allan dystin á tamb.
Men alt tóktist kortini rapa, tá bonkurin hjá VÍF framdi eitt mistak. Útskifting varð framd, uttan at spælari var komin út, og so mátti Regin Joensen út á beinkin at sita í tveir minuttir. Ein støða, sum StÍF kanska ikki revsaði so øgiliga hart, men sum meira ella minni punkteraði seinastu vónina hjá VÍF. Og tá júst innskifti Pauli G. Hansen tók sakina í egnar hendur, hóast hann mest skuldi nýtast í verjupartinum, var leyst og liðugt. Við tveimum málum á rað staðfesti hann, at steypið enn einaferð skuldi setast á borðið til ársveitsluna hjá SåtÍF. Ein ársveitsla, sum við beráddum huga er dagfest neyvt sama dag, sum steypafinalurnar verða spældar.

Finaluliðið
Strandingarnir kundu har afturímóti staðfesta, at teir fram um øll onnur lið í landinum mugu roknast sum satt finalulið. Ein eginleiki, sum nú hevur ført tríggjar steypasigrar á rað við sær. Og sum kanska eisini kann føra meira enn hetta við sær, tá kappingarárið er liðgt.
Í øllum førum hevur liðið framvegis møguleika at spæla seg í FM-finaluna, har teir í løtuni kappast við VÍF og Kyndil um annað plássið á talvuni. Og megna teir at spæla seg upp millum tey bæði fremstu, so er væl sannlíkt, at teir eisini standa við øllum, tá kappingarárið er av. Eisini hóast hagtølini fyri føroyskan manshondbólt staðfesta, at tað er sera trupult hjá einum liði at vinna sær greipuna. Ein staðfesting, sum kanska man vera størsta troystin hjá VÍF, sum nú bara hevur FM-stríðið at hugsa um.

Fakta um dystin
StÍF-VÍF 24-22 (13-7)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 11(4), Bent Djurhuus 5, Leivur Justinussen 3, Borgar Danielsen 2, Pauli G. Hansen 2, Bárður Danielsen 1
VÍF: Áki Olsen 5, Harald Bjørgvin 5, Regin Joensen 4, Agnar Joensen 3, Sámal Joensen 2, Ingi Olsen 2, John Zachariassen 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Høvdu ongar nevniverdugar trupulleikar av einum dysti, sum ongantíð gjørdist so intensur, sum roknast kundi við.