frumsýndur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl. 19.30, og altso ikki, sum vit skrivaðu í gjár, í Havnar Bio.Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar. Ulla Boje Rasmussen kom annars til landið í gjár við [...] flogfarið, og sum tað fyrsta legði hon leiðina til Gásadals, sum ikki longur er teir 1700 metrarnar frá framtíðini, sum filmskvinnan lýsti í sínum filmi um bygdina.
Um vikuskiftið kom eldur í eini sethús á Strondum. Politiið í Runavík sigur, at eldurin er helst kyknaður av livandi ljósum, sum brunnu niður í eina træplátu. Fólkini í húsunum vóru til jólahald á skúlanum [...] skúlanum, so ongin fólkaskaði stóðst úr hendingini. Eldurin breyt ikki ígjøgnum, so tíbetur brunnu húsini ikki í grund, men roykskaðin var kortini stórur. Sløkkiliðini á Skála og Strondum vóru skjót á staðnum
hann verðandi í Danmark komandi trý árini. Tað hevur annars leingi ljóðað, at familijan ætlaði at flyta heim, men nú er konan farin undir nýggja útbúgving, og tí verður húskið búsitandi í Danmark komandi [...] komandi trý árini. Blaðið veit ikki at siga, hvørjum felag Jákup skal spæla við, men sjálvur sigur landsliðsmálverjin, at tað so ikki verður Herfølge.
beint áðrenn seinasta svingið niðan móti Miðvági. Løgreglan í Miðvági er ikki liðug við kanningarnar av óhappinum og kann tí í verandi løtu ikki siga hví vanlukkan hendi. [...] Ein ferðsluvanlukka í Miðvági beint fyri klokkan átta sunnumorgunin kravdi eitt mannalív. Ein tjúgu ára gamal maður doyði, tá bilurin, hann koyrdi í, fór út av vegnum. Bilurin kom koyrandi móti Miðvági
Klokkan sjey í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein skriða var lopin í fjallinum ímillum Bø og Gásadalstunnilin. Skriðan er lopin á vegin og tað er so mikið umfatandi, at har er ikki koyrandi [...] koyrandi í løtuni. Landsverk fekk boðini og tey eru nú í ferð við at meta um støðuna. Men sum støðan er nú, er altso ikki koyrandi á Gásadalsvegnum og tað er óvist, nær vegurin verður opin aftur.
n Bárður Enni var vald í fjør, og stóð tí ikki fyri vali. Andrea Nielsen kassameistari stóð fyri vali, og var hon afturvald Hallur Fróðin Bech var valdur í fjør, og stóð tí ikki fyri vali Eftir fundin
til, at eini hús í Bergsvegi í Havn mestsum brunnu í grund um vikuskiftið. Tað var fríggjakvøldið, at boðað var frá eldi í einum húsum á Bergsvegi og maðurin, sum var inni, slapp út í evstu løtu, tí hann [...] Les eisini: Aftur eldur í húsum í Havn Hinvegin veit løgreglan ikki, hví eldur kom í eini hús á Íslandsvegnum leygarkvøldið. Løgreglan sigur, at tað er staðfest, at talan var ikki sum skammlop og at einki [...] vaknaði av roykvarnaranum. Les eisini: Eldur í húsum í Lútzenstrøð í Havn Húsini fóru rættiliga illa og síðani hevur løgreglan roynt at fáa greiði á, hví eldur kom í. Og fyribils niðurstøðan hjá løgregluni
gera. Í hesum sambandi roynir hann nú at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum um haru. Men hetta er ikki so einfalt, tí haruskjóting er um alt landið og tað er ikki altíð [...] Higartil í ár eru væl yvir 1200 harur skotnar ymsastaðni í Føroyum. Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum. Sjálvur er hann íðin harumaður og hevur stóran áhuga fyri øllum [...] 1.274 harur í ár. Síðani tá hevur verðið verið sera vánaligt, so tað er ivingarsamt, hvussu nógv er skotið síðani. Tær 1.274 harurnar, sum eru kotnar í ár, eru skotnar á 118 veiðiferðum í 64 hagapørtum
at tey sleppa ikki við í nakran hjálparpakka, hvørki í Føroyum ella Íslandi. – Vit hava søkt um stuðul úr hjálparpakkunum bæði í Føroyum og Íslandi, men tað vísir seg, at vit ikki lúka treytirnar [...] sjómansheimið í Reykjavík, Ørkin, er við at fara fyri bakka. Tað siga, sum varða av sjómansheiminum og nú heita tey á myndugleikarnar í Føroyum um at fáa fíggjarligan stuðul so at virksemið ikki dettur niður [...] vendir aftur, og tað verður væntandi einaferð í september. Somuleiðis hava tey í Ørkini eisini havt eisini havt fund við Kaj Leo H. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um at brúka Ørkina meir sum
kunna brúka nógva tíð at mála í framtíðini, sigur Teitur, tá vit hitta hann í Smiðjuni í Lítluvík skírisdag, tá hann er í ferð við at seta framsýningina, sum letur upp í dag, upp. Teitur vil fegin hava [...] trøll, sum býta um børn. Og ein triðja kallar hann »Kolanám«, har tú í myndini hómar ein mann í hjálmi við pannulykt og í myrkinum í náminum kanst hóma ymisk skríggjandi andlit, sum skapa óhugna. ##med4## [...] Eg royni heilt tilvitað ikki at leggja meg eftir nøkrum ávísum listafólki, tí so eri eg bangin fyri at kopiera, og tað vil eg ikki. Eg havi lært nógv av royndum higartil, og ikki minst av skeivum royndum