Frumsýning í Norðurlandahúsinum

Frumsýningin av filminum Føroyar.dk hjá Ulla Boje Rasmussen, verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl. 19.30, og altso ikki, sum vit skrivaðu í gjár, í Havnar Bio.Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar.
Ulla Boje Rasmussen kom annars til landið í gjár við flogfarið, og sum tað fyrsta legði hon leiðina til Gásadals, sum ikki longur er teir 1700 metrarnar frá framtíðini, sum filmskvinnan lýsti í sínum filmi um bygdina.