Aftur eitt stórt skriðulop í nátt

Løgreglan sigur, at tað er ikki koyrandi

Klokkan sjey í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein skriða var lopin í fjallinum ímillum Bø og Gásadalstunnilin. Skriðan er lopin á vegin og tað er so mikið umfatandi, at har er ikki koyrandi í løtuni.

 

Landsverk fekk boðini og tey eru nú í ferð við at meta um støðuna. Men sum støðan er nú, er altso ikki koyrandi á Gásadalsvegnum og tað er óvist, nær vegurin verður opin aftur.