Jákup verður í Danmark


 

Superliga


Jákup Mikkelsen sigur við danska Ekstra-Blaðið, at um hann fær sáttmála við nakað lið, verður hann verðandi í Danmark komandi trý árini. Tað hevur annars leingi ljóðað, at familijan ætlaði at flyta heim, men nú er konan farin undir nýggja útbúgving, og tí verður húskið búsitandi í Danmark komandi trý árini.

Blaðið veit ikki at siga, hvørjum felag Jákup skal spæla við, men sjálvur sigur landsliðsmálverjin, at tað so ikki verður Herfølge.