Battarí orsøk til at hús í Havn brunnu í grund

Løgreglan er ikki endaliga liðug at kanna orsøkina til tveir eldsbrunar í Havn

Tað var helst eitt battarí, sum var orsøkin til, at eini hús í Bergsvegi í Havn mestsum brunnu í grund um vikuskiftið.

Tað var fríggjakvøldið, at boðað var frá eldi í einum húsum á Bergsvegi og maðurin, sum var inni, slapp út í evstu løtu, tí hann vaknaði av roykvarnaranum.

 

Les eisini: Eldur í húsum í Lútzenstrøð í Havn

 

Húsini fóru rættiliga illa og síðani hevur løgreglan roynt at fáa greiði á, hví eldur kom í.

Og fyribils niðurstøðan hjá løgregluni er, at tað var eitt battarí, sum var orsøkin til eldin.

Løgreglan hevur funnið eitt 9 volt battarí, har tað er týðiligt at nógvur hiti hevur verið.

 

Les eisini: Bjargaður av roykvarnaranum

 

Í hesum føri heldur løgrelgan, at pólarnir komnir í samband við okkurt sum leiðir og tískil varð battaríið so heitt, at tað festi í okkurt tilfar sum brennur.

 

Les eisini: Kyknaði í stovuni

 

Løgreglan ger nú fleiri kanningar við battarínum fyri at kunna staðfesta so nágreiniliga sum gjørligt, hví eldurin kyknaði.

 

Les eisini: Aftur eldur í húsum í Havn

 

Hinvegin veit løgreglan ikki, hví eldur kom í eini hús á Íslandsvegnum leygarkvøldið.

Løgreglan sigur, at tað er staðfest, at talan var ikki sum skammlop og at einki var at finnast at teimum elektrisku viðurskiftunum í hesum sambandi.

Fleiri fólk búðu í húsunum og løgreglan hevur enn ikki hoyrt fólki, sum búði í kamarinum, har eldurin kyknaði.

Men fyribils meta tey, at tað er ein sigarett, ella eitt stearinljós, sum er orsøkin til tann eldsbrunan.

 

Løgreglan minnir á, at fólk skulu vera sera varin, tá ið tey handfara battarí, gomul sum nýggj.

Tað eru ikki øll, sum hugsa um tað, men battarí skulu handfarast við størsta varsemi, eisini útbrend battarí, tí tað er altíð nakað av megi eftir í tí, sigur løgreglan.

 

Besti mátin at goyma battarí, er at hava tey í eini lufttættari glaskrukku við góðum loki á.

- Tá er einki, sum brennur við battaríini og einki súrevni sum kann nøra ein eld, sigur løgreglan.

 

 

Trýst HER og síggj eitt filmsbrot í KvF, sum vísir, hvussu skjótt eldur kann koma í av einum battaríi.

 

 

Battarí eru dálkandi burturkast og skulu í teir posarnar, sum eru til endamálið, men hyggjuráðini er at koyra tey í eina glaskrukku áðrenn.

Men tað ber eisini til at lata gomul battarí inn á apotekini kring landið.