Teitur sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík

Í dag klokkan 12 letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er hoyvíkingurin Teitur Mannbjørnsson Gásadal, sum sýnir fram oljumálningar.

 

Talan er um fyrstu framsýningina hjá Teiti, sum eftir at hann fór niður at lesa, fór undir at mála. Sum smádrongur hevði hann teknað nógv, men komin til Danmarkar kom hugurin at mála – og tann hugurin tók yvir so mikið, at hann málaði meira, enn hann las.

– Eg elski at mála, og eg vóni, at kunna brúka nógva tíð at mála í framtíðini, sigur Teitur, tá vit hitta hann í Smiðjuni í Lítluvík skírisdag, tá hann er í ferð við at seta framsýningina, sum letur upp í dag, upp.

Teitur vil fegin hava sín egna stíl sum málari.

– Eg royni heilt tilvitað ikki at leggja meg eftir nøkrum ávísum listafólki, tí so eri eg bangin fyri at kopiera, og tað vil eg ikki. Eg havi lært nógv av royndum higartil, og ikki minst av skeivum royndum. Eg vóni nú, at hetta kann blíva til nakað, og eg vil fegin vera øðrvísi, enn onnur, sigur Teitur Gásadal.

– Eg vil við hesi framsýningini fegin vísa tað, sum eg havi málað í olju, sigur Teitur, og greiðir frá um motovini í onkrum av málningunum.

##med2##

– Hesa myndina kalli eg »Útróður«. Vit síggja ein goymdan bát her, onkran sum fiskar, og ymsastaðni í myndini síggja vit skap av fiskum og lívið í havinum, eitt nú skjaldbøkur, kópar og hávar, greiðir ungi listamaðurin frá.

##med3##

Síðani vísir hann okkum málningin, hann kallar »Býttur«, har hann fer aftur í huldusøgur um trøll, sum býta um børn. Og ein triðja kallar hann »Kolanám«, har tú í myndini hómar ein mann í hjálmi við pannulykt og í myrkinum í náminum kanst hóma ymisk skríggjandi andlit, sum skapa óhugna.

##med4##

Hendan málningin kallar Teitur »Matstovan«, har glað fólk sita við borðið, og í somu mynd síggja vit fólk uttanfyri, eitt nú ein bums, sum situr og rópar eftir einum fólki, ið gongur burturfrá.

Hóast Teitur Gásadal ikki hevur sýnt fram áður, so er okkurt selt til vinfólk og familju. Og Teitur hevur eisini sína síðu við listini á Facebook, sum hann nevnir »Gásadal List«, har hann vísir fram og greiðir frá.

Framsýningin hjá Teiti er opin frá í dag, 2. apríl til 6. apríl frá klokkan 12 til 18.

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##