10 dagar og høvdu 85 tons í lastini, tá teir vóru tiknir og førdir til Reunion, sum er oyggjaland undir fronskum harradømi. Nútíðar samfelag Hetta er nútíðar samfelag, har eini 600.000 fólk, sum eru fransmenn [...] strong tiltøk í verk, til tess at forða fyri ólógligum fiskiskapi. Vit eru bert endaðir miðskeiðis í hesum rokinum, og tí hava myndugleikarnir eisini so ilt við at bakka. Ein skipari úr Spania er eisini a [...] sær hendavegin at fiska, sigur Sigmundur Andreasen. Tvey stór fronsk reiðarí hava alla kvoturnar í hesum sjóøki. Sigmundur sigur, at hetta økið er so stórt, sum frá Føroyum til Grønlands og heimaftur. Explorer
HB-ararnar langt uppi á vøllinum, og klaksvíkingar kláraðu hesa uppgávuna sera væl. HB-liðið varð lagt undir trýst, og tað var eyðsæð, at teimum ikki dámdi serliga væl ikki at fáa frið til at byggja sítt egna [...] at fáa nakað veruligt spæl í gongd. Men tað tyktist, sum um klaksvíkingarnir so líðandi møddust av hesum krevjandi spælinum at renna aftaná HB-arunum allatíðina, og teir reyðu og svørtu vórðu ágrýtnari,
grand old man? í føroyskum vinnulívi, Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, nú tað er komið undir land við eini avtalu millum Skipasmiðjuna í Tórshavnar Kommunu øðrumegin og Skipasmiðjuna og skotsku [...] ábyrgd. Poul Mohr vísir á, at teir hava gjørt íløgur á Skála, sum eisini koma fara at fáa ágóðan av hesum útvikling-inum. Hann vísir á týdningin, at hetta liggur í miðstaðarøkinum, og at fólk kunnu arbeiða [...] stórar íløgur í havn á Drelnesi, hvat teir heldur ikki eiga. Tað verður ein landsuppgáva, og hví fara undir hana, tá vit longu hava gjørt hana á Sundi spyr Poul Mohr. Mugu taka støðu politiskt Tað er Finnbogi
deildir í ávíkavíst Klaksvík, Leirvík, Vági og Porkeri. Men innan stutta tíð kemur ein broyting á hesum øki. Suðuroyar Sparikassi til Havnar Suðuroyar Sparikassi, sum annars bert hevur hildið seg sunnanfjørðs [...] tað verður um stutta tíð. Skóbúðin hjá Dánjali er har frammanundan og áðrenn Sparikassin kann fara undir sítt virksemi í hølun-um er óiva neyðugt við umvælingum og broytingum. Vit fara at frætta nærri um
hálvthundrað ára søgu Norðurlandaráðsins at samlaða ráðið heldur fund í Føroyum. Undan hesum hava ymsu nevndirnar undir Norðurlandaráðnum fundast her, men nú koma yvir 150 fólk hendavegin, 87 politikarar [...] framhaldandi viðgerð av møguligum norðurlendskum tiltøkum fyri at styrkja hesi smáu mál. ? Málini eru undir trýsti uttanífrá, og teir mest dapurskygdu spámenninir hava greitt ráðnum frá, at um fimti ár verða
Jonhard Hammer Eysturoyarbólkurin Visible Fish er komin út við nýggjari fløgu, og hesum sambandi skipaðu teir fyri tíðindafundi á Café Nátúr seinnapartin mikudagin. Teir fýra í bólkinum Petur, Bogi, Derhard [...] hann klárar at fóta sær aftur, sigur Eiler. Fløgan er tikin upp í RMS-studio í Runavík. Farið var undir upptøkurnar í september. Tíðin, sum teir hava brúkt til upptøkur, er ikki long, teir hava einans brúkt
vit mugu læra av mistøkunum frá 80-unum um skilaleysar íløgur. -Hava vit ikki lært av tí og fara undir at gera samfelagsligar skilagóðar íløgur, so enda vit skjótt aftur í tí sama. Hann vísir á, at ri [...] forstáilsi fyri trupulleikunum hjá hinum kommununum og ein veldugan vilja til at hjálpa teimum burtur úr hesum trupulleikum. Men tað er líkasum, at tann, sum hevur brúk fyri hesi hjálpini, ger minst við at finna
hava ikki spælt í altjóða fótbólti fyrr. Óhepnasti maður í Vági í hesum døgum man uttan iva vera Eyðun Kjærbo, sum keikti fótin undir venjing fyrr í vikuni og hevur gingið á høkjum síðani tá. Sum skilst
í 7. B í Sankta Frants skúla hava í longri tíð savnað pening inn til eina ferð. Síðani Smyril fór undir at sigla til Skotlands fyrst í áttatiárunum hava skúlaflokkar í Føroyum havt samband við skúlaflokkar [...] Lærarin hjá 7. B. í Sankta Frants skúla, Poulina Slættanes, tók skúlaráðið uppá orðið og fór tí undir at hugsa um eina setursferð í Føroyum. Nakað annað er so, at skúlaflokkar framvegis gera uttanlandsferðir [...] borðreitt við náttúrða og vit ótu sum trøll. Eg rokni við, at vit øll fara at læra nakað burtur úr hesum degnum í næsta størsta og fyri ikki at gloyma reinasta býnum í Føroyum. Tey ungu í Klaksvík dámar
min., og vit vóru eini 5 fólk. Tað var eitt hugtakandi útsýni vit sóu undir okkum. Mitt í tí ljósabláa vatninum sóu vit koralriv undir sjónum, og tá vit nærkaðust oynni, sóu vit langt áðrenn fyrst korallir [...] strondini við masku og snorkli og síggja tað spennandi lívið niðri undir vatnskorpuni, sum jú hevði fangað okkara áhuga á kavi-túrinum í Cairns, Austr. Vallaraheimsvertirnir vóru óførir at skipa fyri ymiskum [...] nakrar av hesum illaluktandi oljulampunum, men sum oftast gjørdu vit tað sama sum hini, og fóru í song, tá tað gjørdist myrkt. Ringt var at sovna, tí nú var ongin svalandi vifta, ið maldi undir loftinum